skøruni, sum breiðir seg við miklari ferð og kann gera stóran skaða á okkara náttúru. Hetta er eitt tungt og drúgt arbeiði, og tá skøran fyrst hevur fest røtur, er hon tíverri sera trupul at sleppa av við. [...] reglur fyri, hvørjar plantur kunnu innflytast til Føroya. Og skøran eigur at vera millum tær fyrstu, sum verða steðgaðar. Tí heita vit á landsstýriskvinnuna í náttúrumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, um at [...] at seta í verk kunngerð eftir náttúruverndarlógini um innræsnar plantur og steðga innflutninginum av skøruni. Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag
fyri góðum 66 prosentum av kommunuskuldini. Til samanberingar búgva knapt 61 prosent av fólkatalinum í teimum trimum kommununum. Skuldarparturin er sostatt nakað størri enn parturin av fólkatalinum. Klaksvíkar [...] komin upp á 87 prosent av inntøkugrundarlagnum, sum verður nýtt til at rokna skuldarloftið. Runavíkar kommuna er tó nærri skuldarloftinum. Har svarar nettoskuldin til 93 prosent av inntøkugrundarlagnum. [...] Ein stórur partur av føroysku kommunuskuldini er savnaður í trimum av teimum størstu kommununum. Við árslok 2025 hevði Klaksvíkar kommuna 358,7 milliónir krónur í nettoskuld. Tórshavnar kommuna hevði 331
tingkvinnan Hannah Mary Goodlad fara í næstu viku at halda eina røð av almennum fundum um ætlanina at gera undirsjóvartunlar í Hetlandi. Átakið, sum hevur fingið heitið Tunnel Vision , varð sett á stovn fyri nøkrum [...] framgongdina, sigur Alistair Carmichael. Hann leggur dent á, at átakið framvegis skal verða rikið av fólkunum, sum búgva á oyggjunum og hava beinleiðis áhuga í, at ætlanin eydnast. Kostnaðurin 15 milliardir [...] føroyska fíggingarleistinum. – Eg eri sera áhugaður í fíggingarleistinum, sum tey brúka í Føroyum. Eg má kanna hann nærri og finna út av, hvussu tey megna at fremja slíkar verkætlanir á ein fíggjarliga burðardyggan
Orsøkin er drúgvur turkur og fleiri hitabylgjur, sum hava rakt stórar partar av Mið- og Eysturevropa í summar. Sambært Copernicus hevur vatnstøðan í stórum pørtum av Donau verið metlág ella nær metlág. Í juli [...] sæst á einari nýggjari fylgisveinamynd, sum Copernicus, jarðeygleiðingarskipanin hjá ES, hevur almannakunngjørt. Áin er nógv smalri enn vanligt, og stór øki, sum vanliga eru undir vatni, liggja nú turr [...] juli var vatnføringin í næstan tveimum triðingum av ánni tann lægsta, sum er máld henda mánaðin í 34 ár. Skipaferðslan darvað Lága vatnstøðan hevur stórar avleiðingar fyri skipaferðsluna. Farmaskip kunnu
Tað vísir nýggj samrøða, sum Veðurstovan hevur gjørt við 85 ára gamla Mikkjal Mikkelsen úr Árnafirði. Samrøðan er partur av eini røð, har Veðurstovan savnar staðkenda vitan um veðrið kring landið. Árnafjørður [...] Árnafjørður er 43. bygdin, sum er við. Sambært Mikkjali er lítil vindur í bygdini, tá hann er av norði og eysturi, tí høgu fjøllini verja væl. Hinvegin regnar ofta illa á hesum ættum og niður í sunnan. L [...] Landsynningur verður mettur sum ringasta ættin. Tá kemur vindurin beint inn eftir fjørðinum og gevur bæði mjørka og brim. Vestan kann eisini vera sera hørð. Tá lágtrýst fara norðureftir vestan fyri Føroyar
til minnis um tey níggju, sum lótu lív í vanlukkuni. Greinin staðfestir, at flogvanlukkan ikki bara er partur av søguni hjá donsku verjuni, men eisini ein týðandi partur av nýggjari føroyskari søgu. [...] verjan givið út eina minningargrein um hendingina. Har verður dentur lagdur á bæði tey, sum lótu lív, og stóra arbeiðið, sum føroysk og donsk bjargingarfólk, myndugleikar og herfólk gjørdu í sambandi við vanlukkuna
Videobrot, sum síggjast á sosialum miðlum, vísa stór roykskýggj, ið standa upp úr einum oljureinsiverki, sum varð rakt í nátt. - Talan er er um Slavneft-Yanos-reinsiverkið í russiska býnum, Jaroslavl, sum liggur [...] dronum í Jaroslavl-regiónini, og bert tíggju minuttir seinni var regiónin álopin. BBC veit at siga, at av trygdarávum varð vegurin úr russiska býnum Jaroslavl móti Moskva stongdur í nátt. Sambært ukrainska [...] mikunáttina. Russiska tíðindastovan Tass veit at siga, at eldur eisini var í privatum bústøðum í býnum av niðurskotnum ukrainskum dronum.
Færoarum – Prima & accurata delineatio , verður roknað sum fyrsta kenda nágreiniliga kortleggingin av Føroyum og fekk stóran týdning fyri seinni kort av oyggjunum. Bruun Rasmussen hevði frammanundan mett virðið [...] an Hendrick Doncker, sum livdi frá 1626 til 1699. Kortið er ein hondlitað gravering og vísir Føroyar og havleiðirnar kring oyggjarnar. Kortið er prentað eftir føroyakortinum, sum presturin og rithøvundurin
seinastu sending av „Stjórnini“ á FM1 sett við, hvørji privat ørindi vóru so týdningarmikil, at hann ikki kundi handa steypið. Frágreiðingin er, at systir konu hansara giftist sama kvøld, sum finalan varð [...] – Eg taki mítt starv í fullum álvara, men eg ynski eisini at seta tíð av til hátíðardagar í familjuni. Og til tey í „Stjórnini“, sum saknaðu hann við steypinum, hevur hann eina heilsan afturat: Hann skal [...] varð leikt. – Um tað verður sæð sum at misrøkja sítt embæti, so kann eg heilsa og siga teimum í Stjórnini, at eg hevði gjørt tað sama umaftur, skrivar hann. Løgmaður sigur, at tað sjálvsagt er í lagi, at hann
Simme Musikkhús, sum hevur verið partur av føroyska handilslívinum síðani 1959, stendur nú við eitt vegamót. Hóast miðvíst hevur verið arbeitt fyri at finna ein nýggjan eigara, er tað higartil ikki eydnast [...] ikki ber til at halda fram sum eigari. Hann sigur, at hurðin er sjálvandi framvegis opin, um onkur hevur áhuga í at taka yvir handilin og reka hann víðari. – Mín størsta vón er sum sagt, at handilin kann halda [...] handilin væntandi latin aftur í seinnu helvt av september. – Vit koma at lýsa nærri, hvussu og hvat, seinni í august mánaði, og verður handilin fyribils opin sum vanligt fram til tá, sigur han. Tað ber tó