ein bilur var farin út av vegnum á Viðareiði og lá á takinum. Løgregla og sjúkrabilur fóru á staðið. Tvey fólk vóru í bilinum. Løgreglan fekk illgruna um, at førarin var ávirkaður av rúsdrekka. Ein alkoholroynd [...] rúsdrekkakoyring. Fólkini í bilinum vórðu flutt á sjúkrahús, men eftir umstøðunum skuldi standa væl til. – Men hetta kundi verið nógv verri, sigur løgreglan. Nógv fólk vóru í økinum í sambandi við Norð Festivalin
Tummasi Lykkje Kannuberg í august. Fyrst varð Ida sett sum virkandi sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi, og bert tvær vikur seinni varð Tummas skipaður í embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara [...] fyrstu hjúnini, ið bæði virka sum prestar í føroysku fólkakirkjuni. Í samrøðu við Sosialin greiða tey frá leiðini til prestastarvið, muninum á at vera prestur í Føroyum og Danmark og gerandisdegnum sum [...] gar. – Eg eri partur av eini kirkju, sum gongur langt aftur, og tað er sami boðskapur, sum skal ljóða í dag, sum tað gjørdi tá, sigur Tummas Lykkje Kannuberg. Les alla samrøðuna í Sosialinum hesaferð.
Fyrsti partur av dramatisku frásøgnini stendur í Siðsøguni hjá Óla Jacobsen í Sosialinum hesaferð. Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Harumframt kunnu haldarar lesa blaðið á sos.fo við at logga á við [...] stríddust í fleiri tímar móti vindi, kulda og høgari aldu. Tá teir vóru um at missa allar kreftir, batnaði veðrið, og teir sóu lendingina í Herdisarvík. Tað eydnaðist øllum at koma livandi í land. Fyrsti [...] Vanlukkan hendi við íslendsku strondina 9. apríl í 1932. Umborð vóru 20 mans, teirra millum tveir ungir dreingir, sum vóru fyrsta túrin til skips. Menninir fóru í ein bjargingarbát og eina lítla jollu. Teir
Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir, íslendsk uttanríkisráðfrú, váttaði í eini útvarpssending fríggjamorgunin, at hon hevði fingið hóttanir í sambandi við fólkaatkvøðuna um ES-samráðingar. Málið er latið løgregluni [...] i og beinleiðis skeivum upplýsingum, sum sambært henni verða spjaddar av fíggjarliga sterkum áhugabólkum. Inga Sæland, forkvinna í Flokki fólksins, sigur, at eisini aðrar ráðfrúur hava fingið hóttanir [...] álvarsligar sum tær, ið onnur hava verið fyri. Íslendingar fara í dag á fólkaatkvøðu um, hvørt landið skal taka samráðingarnar um limaskap í ES uppaftur. Fólkaatkvøðan snýr seg ikki um sjálvan limaskapin
varð steðgað í 2013, tá ein nýggj og ES-atfinningarsom stjórn tók við. Síðani hava hækkandi livikostnaður, kríggið í Ukraina og vaksandi ótryggleiki í grannalandi okkara birt undir ES-kjakið av nýggjum. [...] Í dag skulu íslendsku veljararnir avgera, um Ísland skal taka upp aftur samráðingarnar um limaskap í Evropasamveldinum. Nýggjastu veljarakanningarnar vísa, at fólkið er býtt í tveir næstan eins stórar [...] Verjan byggir í stóran mun á Nato og eina avtalu við USA frá 1951. Ein ES-limaskapur hevði givið Íslandi beinleiðis ávirkan á avgerðirnar í stovnunum hjá ES. Ísland hevði eisini verið partur av tollsamgonguni
Mathias Voss. Tapið ber við sær, at tað av álvara er trýst á Víkingi í kappingini um europeisku atgongumerkini. Fremsti vegur hjá Víkingi út í Europa er nú sigur í ímóti KÍ í finaluni um løgmanssteypið, sum verður [...] umstøðunum í Hearts og at samráðast um persónligu treytirnar fyri sáttmála við felagið. Umleið 20 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, tá ið HB javnaði. Víkingarnir mistu í uppspæli í vinstru á egnari [...] og gestirnir gjørdu skjótt av. Í fyrstu atløgu hálvbjargaði Bárður á Reynatrøð í málinum, og so var miðvallarin Heini F. Sørensen fyrstur á returbóltinum, sum hann smekkaði í netið og so var 1-1. HB hevði
ímóti Viborg FF í dysti í donsku superliguni. Viborg vann dystin 3-2. Í steðginum var útiliðið á odda 2-0. Kelvin Ehibhatiomhan fekk spenning í dystin aftur, tá tveir minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki [...] til 3-1. Í 71. minutti minkaði Ivan Miličević um munin til 2-3 við einum kanónskoti, men nærri kom heimaliðið ikki einum stigi. Adrian fekk 72 minuttir á vøllinum í kvøld. Fyri leikliga avrikið í kvøld fær [...] spælir AC Horsens dyst á útivølli í donsku steypakappingini. Mótstøðuliðið verður Lyseng. Lyseng spælir í fimtubestu deildini, Danmarksseriuni.
Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona spældu í kvøld seinnu sekstandapartsfinaluna í svensku steypakappingini móti Anderstorp úr triðbestu deildini. HF Karlskrona, ið spælir í bestu svensku deildini vann [...] greitt 33-23. Í steðginum var Karlskrona bert á odda við einum máli, 16-15. Tað hoyrir tó við til søguna, at Anderstorp slapp at skjóta seks brotskøst undan dystarbyrjan, og trý av teimum sótu í netinum. [...] Teir skutu sjey mál hvør. Tróndur skoraði trý mál. Enn er ikki greitt hvørjum HF Karlskrona møtir í áttandapartsfinalunum.
ein altjóða dómstól í snyrilsmálinum. Tað boða flokkarnir frá í hvør sínum tíðindaskrivi í dag. – Tað kann ikki góðtakast, at grønlendska fólkið ber avleiðingarnar, uttan at staturin í størri mun verður [...] fingu snyril settan upp av danska statinum frá 1960 til 1991. Eftir at Grønland tók heilsuøkið heim í 1992, helt mannagongdin fram í eitt tíðarskeið. Ein kanning frá 2025 vísti, at í minsta lagi 4.070 gr [...] ábyrgdar, sigur Aleqa Hammond, forkvinna í Siumut. Fráboðanirnar koma, eftir at tvær leingi væntaðar frágreiðingar um snyrilsmálið vórðu almannakunngjørdar í dag. Við støði í frágreiðingunum hevur grønlendska
formligu ábyrgdina av verjuni í ríkisfelagsskapinum og hevur við verjusemjuni sett fleiri milliardir av til trygd á sjógvi og landi. Bæði Føroyar og Grønland fingu møguleika at verða við í verjusemjuni, og [...] nýggj vaktarskip, sum liður í verjusemjuni. Talan er ikki um biddaragongd, men ein staðfesting av, hvørja ábyrgd Danmark hevur av trygd okkara, umframt ein viðurkenning av stóru útreiðslunum, sum trygd [...] vera fyrireikað og hava loysnir til støður, ið kunnu seta trygdina í vanda. Tað er sera álvarsamt, at hvørki Tjaldrið ella Brimil sigla í løtuni, men lukkutíð eru aðrir møguleikar, ið kunnu lofta støðuni