felags strategiir, skrivar tíðindastovan TT. - Fyri meg verður avgjørda raðfestingin at styrkja Evropa so skjótt sum gjørligt, soleiðis at vit stig fyri stig veruliga kunnu røkka óheftni frá USA í verjumálum [...] afturat, at hann "hevur ongar tankar um tað, sum kemur úr Amerika". - Eg eri sera spentur at síggja, hvat fer at henda millum nú og NATO-toppfundin síðst í juni, sigur hann. Hann leggur tó afturat, at tað er [...] sjónvarpi. - Eg hevði ongantíð hugsað, at eg fór at siga hetta í eini sjónvarpssending, men eftir seinastu útsøgnirnar hjá Donald Trump í síðstu viku, er greitt, at amerikanarar í stóran mun eru líkasælir
ðið á útivølli 0-3 fyri bólkafavorittunum í bólki 1 í Nations League Deild C, Slovakia. Talan var um fyrsta dystin í hesari Nations League kappingini. Í annaðkvøld eru vónirnar fyri sigri tó ikki sørar [...] kvinnunum, ið møta Gibraltar á útivølli. Fríggjakvøldið tapti Gibraltar 0-1 fyri Moldova, ið er fjórða liðið í bólkinum. HER ber til at síggja málini frá dystinum Slovakia-Føroyar 3-0 (2-0) frá rásini hjá slovakiska
verk og fara undir at umvæla lekan í nátt. Vónin er, at arbeiðið verður liðugt í morginárini. Um tað tó ikki eydnast at gera alt liðugt, ella um eykalutir vanta, verður latið upp fyri vatnveitingini klokkan [...] klokkan 07.30 á morgni. Í Vága kommunu siga tey, at tey fara at kunna aftur um støðuna í morgin klokkan 07. - Tá verður boðað frá, um neyðugt verður at steingja fyri vatnveitingini aftur klokkan 09, og hvussu [...] hvussu leingi umvælingararbeiðið væntast at taka. Kommunan mælir borgarunum til at fylgja við á heimasíðuni hjá kommununi fyri at halda seg dagførdan um gongdina.
kvøld sigur Merz, at tað kann vera trupult at skipa stjórn, men leggur afturat: - Eg haldi fast um mína persónligu vón um, at vit fáa stjórn fyri páskir. - Evropa bíðar eftir Týsklandi. At vit enn einaferð [...] r, sambært Reuters. - Nú er tað upp til onnur at finna ein máta at skipa stjórn, segði hann sambært dpa. Hann leggur afturat, at hann framhaldandi fer at halda sínar skyldur, til nýggj stjórn er komin [...] lýsir sigur á týska valinum í dag og mælir til, at ein stjórn verður skipað "so skjótt sum gjørligt." Hann leggur dent á, at stórar avbjóðingar eru fyri framman hjá eini komandi stjór, sum skjótt skal
syrgdi íslendski landsliðsmálverjin, Hafdís Renötudóttir fyri, at Valur fekk høvdið fyri seg aftur. Nú er kvinnuliðið hjá Vali "bert" fýra dystir frá at endurtaka bragdið hjá monnunum. Sostatt vann Valur ein [...] Norðberg og liðfelagarnir í Vali søgu við at vinna European Cup. Nú er kvinnuliðið hjá Vali, ið hevur føroyska málverjan, Silju A. Müller í hópinum í holt við at endurtaka bragdið hjá mansliðnum. Ígjár vann [...] Reykjavík 28-21 (17-12) á kekkiska liðnum, Slavia Prag. Tað merkti, at Valur í seinnu fjórðingsfinaluni í dag í somu høll skuldi syrgja fyri ikki at tapa við meir enn seks málum, so vóru tær víðari til hálvfinalurnar
Hákun var við fimm málum triðbesti málskjúttin hjá heimaliðnum. Jóhan skoraði tvey mál fyri útiliðið. HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Við 2:02 minuttir sæst Hákun skora frá sera torførum
ini móti Odra Opole. Wisla vann dystin 2-1. Spaniumennirnir, Dani Pacheco og Jorge Jimenez syrgdu fyri málunum hjá Wisla í hvør sínum hálvleiki. Odra Opole minkaði um munin við einum brotssparki móti [...] tvey flyta beinleiðis upp í bestu deildina, meðan nummar trý til seks spæla um uppflyting. HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Wisla Plock-Odra Opole 2-1 (1-0). Andrias sæst við nummar 19 á rygginum:
Russland við tí fyri eyga at fáa enda á trý ára langa krígnum. Zelensky sigur eisini frá, at hann vil hava Donald Trump at gerast ein av samstarvsfeløgunum hjá Ukraina í staðin fyri bara at vera miðlari í [...] kann enda við at síggja út. Amerikanski uttanríkisráðharrin, Pete Hegseth, segði í síðstu viku, at Ukraina kanska noyðist at lata øki til Russland, og at ukrainarar eisini mugu vænta at geva upp dreymin [...] - Um Ukraina finnur frið, og um tit veruliga hava brúk fyri, at eg fari úr mínum starvi, so eri eg til reiðar. - Eg eri sinnaður at býta tað fyri NATO, segði hann sambært AFP. Óvissa hevur tó verið um
nan, at tað var ein stór avbjóðing at fáa skikkaði starvsfólk til størvini á Skálagarði. Hetta var orsøkin til, at fult virksemi ikki var á Skálagarði, men at stovnurin skuldi byggjast upp, og at alt tók [...] viðmerking til fyrispurningin sigur tingkvinnan, at tað er ein sannroynd, at tað hevur verið sera lítið virksemi á Skálagarði, síðan hann læt upp fyri skjótt tveimum árum síðan. – Hetta tykist løgið, tí [...] kann veita. At geva fólki, sum hava fingið skaða í heilan, eina góða, fakliga og dygga tænastu. Eitt heildartilboð, sum kann gera, at fólk endurvinna førleikar, og sum eisini kann stuðla undir, at fólk varðveita
Fólkakirkjan skrivar, at valdagurin er í lógarverki kirkjunnar ásettur til fyrsta týsdag í november mánaði. Tað er formliga álagt biskupi at kunna um valið og at hava ábyrgd av valinum. Verkliga er tað [...] tengd at valinum. Kirkjuráðið hevur fjølbroyttar og spennandi uppgávur at røkja. Komandi mánaðirnar verða nakrir tættir umrøddir á heimasíðuni. Á hesum sinni verður einans formliga boðað frá, at val verður [...] um kirkjuráð síggja vit longu í §1, at kirkjuráðið hevur bæði andalig og verklig atlit at taka: Kirkjuráðið í kirkjusóknini skal tryggja kirkjuliðinum góð kor fyri lívi og vøkstri í trúskapi móti læru