úr Fuglafirði, sum fiska gággur, sigur Árni Joensen, borgarstjóri í Oyndarfirði. Annar er ein ljósur 20-tonsari, bygdur upp í øðrum borðinum, meðan hin er ein myrkur bátur við øðrum sniði. Árni Joensen sigur [...] staðfest. Men svarið hann fekk frá aðalstjóranum var, at tað hevði Vinnumálastýrið ikki møguleika fyri. Tey høvdu ivaleyst at gera við lógarsmíði, fekk hann at vita. Reinsa sjálvur Tað heldur borgarstjórin [...] djóralæknar í starvi hjá Vinnumálastýrinum. Og onkur teirra mátti kunnað komið ein dag norður at staðið fyri sóttreinsan av bátunum, sum ætlaðu sær burtur av firðinum, soleiðis at arbeiðið varð gjørt forsvarligt
Fótbóltsfepurin er í hesum døgum hægri, enn hann plagar at vera í ólavsøkuvikuni. Orsøkin er eyðsýnd. Fyri fyrstu ferð í mong ár stendur nakað upp á spæl í ólavsøkufótbóltinum. Ólavsøkudag verða finalurnar [...] í Gundadali. Talan er um somu feløgini, sum vóru í finaluni í fjør og í fyrraárið. Í fjør vann KÍ 2?0, og í fyrraárið vann HB 4?3 eftir longda leiktíð. Fótbóltssambandið upplýsir, at Eiler Rasmussen verður [...] lagt soleiðis til rættis, at hetta kann avgreiðast, áðrenn finalan um løgmanssteypið verður. Niklas fyri aðru ferð Finalan um løgmanssteypið verður á Tórsvølli ólavsøkudag klokkan 16. B36 og KÍ skulu spæla
vanligum donskum heimum. Hesin stuldurin er mettur til 20 milliónir um árið. Tað vil við øðrum orðum siga, at danir stjala - ella missa - teldur fyri eina hálva milliard krónur árliga. Oyðandi krabbi Ein [...] stig til tess at forða tí oyðandi krabbanum í at breiða seg. Dystur um dyst Norðmenn, sum hava áhuga fyri fótbólti, bíða í spenningi eftir EM-landsdystinum millum Noreg og Danmark í Keypmannahavn næsta ár
Torgininum í SMS. Framsýningin er samstundis skipað sum ein próvtøka, har ungu virkini hava framløgu fyri almenninginum og dómarum. Besta virki sleppur víðari í kappingini, har tað skal kappast við onnur [...] annað enn bert kaga í skúlabøkurnar og lesa uppá. Síðan Handilsskúlin fór undir lærugreinina eru íalt 20 virki stovnað, rikin og tikin av. Nevnast kann, at vinnarin í 1999, sum gjørdi fløgu við barnasøgum [...] 2001, sum hevði framleitt eitt ullateppi serliga ætlaðum fólkum við gikt, vann ein umhvørvisvirðisløn fyri sín úrdrátt í Young Enterprise International Trade Fair í Stavanger.
best fyri tá avtornar. Herfyri spældu Havnar Klubbi og Fuglafjørður. Fuglfirðingar vunnu 12-6. Bestur í kappingini var Sofus Baldvinson, sum vann allar sínar dystir og hevði eitt meðal uppá nærum 20 eygu [...] og somuleiðis klaksvíkingar við ongum stigi. Teir hava so ongan dyst spælt. (Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum, um so er, at dystir eru spældir men úrslitið ikki fráboðað kappingarleiðaranum)
galið hevur verið við samskiftinum. Og vart hevur verið gjørt við hetta, at skipanin er einki verd fyri Suðuroynna, og hetta er minst 3. ferðin á rað, at sera illa gongst við samskiftinum. Mannagongdin [...] at kima, men einki var at hoyra. Hetta hendi einar 3 ella 4 ferðir. Tá mátti eg ringja til Havnar fyri at vita, um talan var um eina venjing ella eina roynd, sigur Guðmund, sum helt seg kenna telefon nummarið [...] korter, frá boðini fóru úr Sumba til Havnar, til bilurin kom á staðið, hóast vit bert tóku einar 15 til 20 minuttir. Tað er eisini nóg long tíð, men vit hava ein gamlan bil, sum ikki koyrur skjótari en eitt
samtíðarljósmyndum í USA. Hugskotið til myndirnar kom, tá ið Spessi varð biðin um at gera postkort fyri bygdasavni í Ísafirði. Hann gjørdi av at taka myndir av monnum, fráfarnum sjómonnum - monnum ið hava [...] vøkrum umbúnaði. Tá vísti hann, enn einaferð, til íslendska ljósmyndastovumyndir frá fyrru helvt av 20. øld, har ið leiktjaldið ofta varð sett til síðis, ella afturum modellið. Hann sigur, at myndirnar [...] í Norðurlandahúsinum í tíðarskeiðnum 29.04 - 06.05.02 og tá er møguleiki at hitta hann um áhugi er fyri tí.
frænir av, er, at ætlanin er at reiðarar ætla at leggja útóðrarbátar og at útvega sær línuskip ístaðin fyri. ? Hetta er ólógligt, tí í lógini stendur, hvussu stóran prosentpart av samlaða fiskiskapinum, hvør [...] 15 tons, 31% av toskinum, 34,5% av hýsuni og 11,5% av upsanum. Og útróðrarbátar undir 15 tons eiga 20% av toskinum, 23,5% av hýsuni og 6% av upsanum. ?Sostatt er stendur tað í lógini, hvussu stóran part [...] eisini at gera tað óliviligt hjá línuskipunum, tí tað er ivaleysa trongt sum er og tað er ikki pláss fyri fleiri línuskipum, serliga tá ið hugsað verður um, hvussu stóran prosentpart av fiskasløgunum, linuskipini
Tað var LÍF sum legði betri fyri í dystinum í Lorvík leygardagin. Teir royndu at leggja eitt trýst á FS Vágar, og eydnaðist hetta eisini í ávísan mun. Lorvíkingar komu fram til nakrar hálvar málmøguleikar [...] okkurt langskot móti málinum, uttan at teir tó veruliga fingu roynt málmannin hjá FS Vágum. 2 minuttir fyri hálvleik kemur so fyrsta málið í dystinum. Eftir hornaspark kemur Kim Poulsen at standa leysur og [...] hálvleikur var ikki meir enn byrjaður so fáa vágamenn brotspark, sum Jens Erik Rasmussen setur í mál til 2-0. Hart spæl Vágamenn høvdu nú uppbygt sær eina trygga leiðslu, og kundu nú leggja dent á at verja hesa
Forkunnug útferð Tað var ein góðveðursdag í vár, at vit gjørdu av at fara til Gásadals. Nú lá jú væl fyri at ganga gjøgnum tunnilin. Lummalyktir høvdu vit ongar, og steðgaðu á í Bø hjá Hervør at vita, um [...] mundi verða at fara víðari, skuldu vit fáa nóg nógv burtur úr góða veðrinum. Tað mundi taka okkum einar 20 minuttir at ganga gjøgnum myrka, váta og illgongda tunnilin, ið var so knortlutur, at bilar ikki kundu [...] drekkamunn. Tá vit hava sitið eina løtu, hoyra vit belj úr kjallaranum. - Hvat í víðu verð var hatta fyri eitt ljóð, spyrja vit. - Hatta er Lady, svarar Petra knøpp á eyðkendu gásadalsdialektini ? kúgvin