stórt, og fólk vóru bæði jalig og neilig. Nú vita fólk hvat vit standa fyri, fjepparaskarðin veksur stútt, og bæði 5 ára gomul smábørn og 60 ára gomul koma yvir til okkara og halda, at vit eru kul og gera [...] So tað er perfekt, og nú gleða vit okkum veruliga at sleppa upp til Føroya og bara vera har í eitt døgn ella so, slappa av, og síggja tey aftur, sum vit kenna har uppi, sigur Nik. - Og eisini at síggja náttúruna [...] skriva autografar, fáa smíl og herðaklapp, og av og á eru tað eisini fólk, sum rópa okkurt negativt, men tað má man jú taka við, greiðir Jay frá. - Man kemur í prát við nógv fólk, og eg royni eisini at læra
salti so stóran í 1920’unum og 30’unum. Mett tøl siga, at í 1930 innfluttu føroyingar uml. 20.000 tons av salti frá Sfax og Ibiza. Hetta kom við dampskipi og skuldi so lempast og koyrast í vognum. Ein av [...] arkitektur teknaði siloina, og firmaði C. Jensen í Keypmannhavn stóð fyri fyrireikingunum og fíggjarstýringini av byggingini. Siloin stóð liðug í 1938, og hevði gólvvídd á 1000 fermetrar og hæddin var 25 metrar [...] flogfar á Tvøroyri, og rakti saltsiloina, takið fór av og salt stóð høgt í loft. Eftir stóðu bogarnir, men í ódn í 1944 duttu 7 teirra niður. Bygt varð uppaftur í 1948, og var virksemi í siloini til fyrst
mál sum ein hevur lært sum barn og er alin upp við” (MMO s. 788), og sum vit dagliga brúka at samkifta við, ella er tað mest eitt nationalistisk bringuprýði, hjá KVF og okkara “national-puristum” uttan [...] stillet Hammershaimb, og i det store og hele blev det Jón Sigurðssons forslag der blev fulgt.” Út frá omanfyri standandi hevði V. U. Hammershaimb so avgjørt ein valmøguleika, og hetta hevur alstóran týdning [...] a av stavraðnum viðførir. Eitt nú at tað rekur yvir 7.000 siðbundin fólkanøvn av rókini og útihýsir flest øllum yrkis- ella fakmálum í føroyskum, og at vit koma at standa eftir við einum national-puristiskt
aftur færri, ið veksa upp, og haraftrat minkar fráflytingin aftur um teirra lið, og tær fáa so aftur færri børn. Soleiðis eru vit komin í eina ónda niðurgangandi ringrás – Og seta vit ikki hart móti hørðum [...] viknar og tódnar, so evnini versna til at endurnýggja fólkamongdina í landinum. • Ein vælferðarbúskaparligan trupulleika, við at parturin av fólkinum í tí familjuskapandi, mest arbeiðsvirkna og inntøkuskapandi [...] inntøkuskapandi aldrinum minkar, meðan parturin av eldri og gomlum fólki alsamt veksur. Fólkabotnurin tódnar og viknar Árini 1988-1992 var barnatalið upp á tað mesta. Men síðstu 20 árini er tað minkað líðandi
kol - og tað skotið ræddist eg. Men eg hevði fylt 7 ár, so í skúla mátti eg. Mamma fylgdi mær í skúlan og so var sloppið. Mær dámdi væl at ganga í skúla, minnist Malla. - Men einaferð vórðu eg og trý onnur [...] verfaðir mín, og eg plagdi onkuntíð at minna hann á ta ferðina, tá hann setti okkum eftir, flennir Malla. Trý fríggjarabrøv ein dag Malla er sera skemtingarsom og hevur lætt til látur og tá prátið kemur [...] torvi, hevði brøvini hjá sær og fór nakað burtur frá at lesa. Í skellilátri sigur hon, at brøvini vermdu - og sólin vermdi. Hvør skrivaði betur enn annar. Men hvussu var og ikki, staklarnir, ið brøvini
at lýsa og takka tær Jonhard er ein ómøgulig uppgáva. Her er upp í ammur og kør av avrikum, eginleikum og góðum orðum. Avrikum, sum tæna tjóðini, og føroyska málinum, við so stórum týdningi og mátti, at [...] ótroyttiliga sátt og heystað. Fylgt tínum hjarta fyri móðirmálinum og lagt títt lív og alla lívsorku í tað. Niðanfyri ber til at lesa alla røðuna hjá landsstýriskvinnuni: Góði Jonhard, vitugi og víðskygdi m [...] tøkk. Orðið takk er so lítið og innihaldið og ríkidømið í tær og tínum verki so stórt. Tó, so sigi eg takk! --- Gjøgnum hetta árið havi eg luttikið í fleiri tiltøkum, sum tú og Sprotin hava skipað fyri. Tit
í Genéve. Føroyar verða bæði róstar og hartaðar, og serliga beit eg merki í, at nevndin fílíst á, at teknmál framvegis ikki er viðurkent sum móðurmál, og at deyvir og tunghoyrdir føroyingar framvegis ikki [...] alment viðurkent og atkomuligt.” Lætt og ókeypis at gera mun At fáa økt játtanina til arbeiði við teknmáli er eitt longri og drúgvari stríð. Men at gera mun er í hesum føri sera lætt og enntá ókeypis. At [...] stjórnini í teknmálsspurningum, eins og at styðja og menna teknmál og nýtslu av teknmálið í gerandisdegnum. Eisini í hinum grannalondunum er teknmál viðurkent. Bæði í Finnland og Svøríki eru teknmálsráð ( Lag
ellis- og røktarheim, bústovnar og sambýli, og byggja fleiri ellis- og røktarheimspláss um alla kommununa. Vit ætla, saman við eldru borgarunum, eldraráðnum, fakfólkum og avvarðandi, at nýhugsa og menna [...] vísa hvørjum einasta borgara álit og virðing og í verki vera partur av lívi teirra, vilja kenna teirra støðu og tørv; og at føla við teimum, bæði tá tað gongur við og ímóti. Mítt lyfti skal vera, at eg [...] fíggjarliga, sosialt og umhvørvisliga burðardyggar, og sum skapa trivnað og virðir fyri verandi og komandi ættarlið av borgarum. Tað ræður um, at vit standa saman um vælferðina og trivnaðin í kommununi
jarðleggur Atla Danielsen og fær gula kortið. 80min.: Meinhardt Joensen og Jonas Flindt Rasmussen eru ósamdir um hvør skal taka bóltin, og tað endar við, at Andrew av Fløtum kemur ímillum og gerst púra leysur [...] støðuna og latast hava góða tíð. 65min.: HB er um at koma í góða støðu, men tað spyrst einki burturúr og tá ið Jóannes Bjartalíð fær bóltin, kastar Jógvan Rói Davidsen seg í harðliga takkling og fær gult [...] eftir vøllinum, og serliga Teitur M. Gestsson og Rógvi Holm hava havt úr at gera við at verja fyri innleggum. 56min.: HB fremur sína fyrstu útskifting. Adrian Justinussen verður útskiftur, og í hansara stað
systrini hesa tíðina. Frá at vera glað og friðarlig genta, broytist hon nú rættiliga, og øsir seg upp um smáting Tá systirin tíðliga í juni 1995 ringir til beiggjan og biður hann koma til Havnar, undrast [...] annnan, segði beiggin. Mamman fekk vitan um hendingina 7. august, tá systir hennara ringdi og segði, at ákærdi hevði neyðtikið gentuna, sum var við barn og vildi hava fosturtøku. Mamman hevði kortini verið [...] íbúð aðrastaðni í Havn. Gentan var ikki væl fyri, og mamman hugsaði, at ov nógv fólk gingu inn til teirra, og kanska at tað órógvaði gentuna, at tey sótu og ballaðust. Gentan vil einki siga mammuni Á ólavsøku