frá fráferð til fráferð. Kuffertið verður minni Við Lætt-ferðaseðlinum er einki innskrivað viðføri við í prísinum. Hinvegin kann ferðandi hava handviðføri við. Andreas Sólsker vísir á, at hetta er ein munur [...] bíligasti ferðaseðilin hjá felagnum í dag. Tað sigur Andreas Sólsker, søluleiðari hjá Atlantsflog, við in.fo. Samstundis verður ein fastur munur upp á 200 krónur millum Lætt og Hent á somu fráferð. Prísirnir [...] bíligaru ferðaseðlunum. Finnur tú ein bíligan ferðaseðil, kann hann tí vera burtur, um tú bíðar ov leingi við at keypa hann. Soleiðis regulerar skipanin, sigur Andreas Sólsker. Úr 798 krónum til Keypmannahavnar
ein framsýning við denti á málningar, meðan grafikkurin fyllir gallaríið niðriundir. Hansina Iversen hevur verið virkin listakvinna í meira enn tríati ár og tey flestu sambinda hana við abstrakta málningalist [...] framleiðsluni í Steinprenti, verða við á framsýningini. Hansina hevur gjøgnum árini ment ein serstakan grafiskan stíl, sum hevur ávirkað myndamálið í hennara málningum við støðugt meira samansettum bygnaði [...] lagt oman á lag, júst sum við litografiskari tøkni, har hvør litur verður prentaður sær. Hinvegin kann mann eisini siga, at prentini í stóran mun hava verið ávirkað av málarínum við teimum somu orkumiklu
fleiri av starvsfólkunum hava verið við ein stóran part av tíðini. – Tá er tað ringt at sleppa. Hetta er sum ein stór familja, og nøkur av starvsfólkunum hava verið við næstan alla tíðina, sigur hann. Kona [...] og hann letur tí eina virkna fyritøku við góðum framtíðarútlitum upp í hendurnar á nýggju eigarunum. Sleppur framvegis at arbeiða Sum vanligt er í sambandi við sølu av einari fyritøku, hevur Jógvan Hans [...] felag keypt byggifyritøkuna Eysturlon Sp/f frá Jógvani Hans Østerø. Nýggju eigararnir taka formliga við um hálvan annan mánað, og tá fer Jógvan Hans frá. Hann hevur tó bundið seg til at vera tøkur hjá felagnum
eisini royndir sum deildarleiðari, samskipari og við ymiskum námsfrøðiligum uppgávum. Hon hevur eitt sterkt tilknýti til HB. Øll trý børnini spæla við felagnum, og bæði hon og maðurin eru virkin í fel [...] felagnum. Tað fevnir millum annað um sáttmálar, loyvi, samskifti við Fótbóltssamband Føroya og onnur feløg umframt uppgávur í sambandi við evropeiskar dystir. HB-húsið skal hava meira hita Sanna Vitalis [...] eitt fótbóltsfelag. Tað er ein partur av okkara gerandisdegi, familjulívi og felagsskapi, sigur hon við heimasíðuna hjá HB. Sanna Vitalis hevur verið nógv í og kring HB-húsið sum mamma, stuðul, hjálparvenjari
um eina súkklubreyt við Vesturvarða og Rossagøtuna eftir øllum at døma er slept, verður arbeitt við at finna aðra staðseting. Borgarstjórin í Havn hevur sagt, at súkklubreytin við Vesturvarða ikki verður [...] Húsahaga, til hoyringar. Hann hevur nú almannakunngjørt hoyringarsvarið á Facebook. – Eg taki ikki undir við nýggju staðsetingini av súkklubreytini, skrivar hann. Eitt av fáu friðarligu økjunum Tummas Rubeksen [...] skrivar festarin. Hann sigur, at fuglalívið minkaði munandi, tá ravnurin kom niðan í økið í sambandi við tyrvingina. Síðan tyrvingin av lívrunnum tilfari varð flutt til Kvívíkar, er ravnurin nærum horvin
snildbrillur, uttan samstundis at taka onnur líknandi tól við. Løgmaður vísir eisini á, at snildbrillur í framtíðini kunnu verða útgjørdar við vitlíkistøkni. Tað reisir enn fleiri spurningar um, hvussu [...] at fylgja væl við tøkniligu menningini, hvussu okkara grannalond viðgera spurningin, og hvussu rætturin hjá tí einstaka til privatlív verður tryggjaður. – Út frá hesum fara vit at fylgja við í, um verandi [...] verjir privatlívið nóg væl. Snildbrillur, sum kunnu taka myndir, filma og taka upp ljóð, kunnu hava við sær álvarsligar avbjóðingar fyri privatlívið. Tað staðfestir Beinir Johannesen, løgmaður, í einum svari
undir nýggjan tríára sáttmála, var alt annað enn nøgdur við tað, sum hansara menn seinnapartin vístu í fyrra hálvleiki við Margáir. Men tað endaði við, at Víkingur vann 2-1, eftir at EB/Streymur í fyrra hálvleiki [...] horna úr høgru, sum Sølvi Vatnhamar tók sær av, var tað miðverjin Ingi Arngrímsson, sum við nærra stólpa og við høvdinum setti bóltin í málið. Sum tað leið fram ímóti dystarenda, legði heimaliðið nógv [...] men landsliðsmálverjin Bárður á Reynatrøð var tryggur millum stólparnar hjá Víkingi. Nú er Víkingur við 29 stigum bara eitt stig aftanfyri B36, sum er nummar trý, og sum hevur spælt ein dyst fleiri enn Víkingur
fyrimyndir og vildi vera við, at høvuðsborgin vildi ganga undan, í royndini at verja óspilt økir í haganum. Andsøgnin er tó, at nú er tað er júst sama kommunan, sum saman við Sersambandinum fyri Súkkling [...] er at byggja breytina við Bøllureyn. Vísandi til, at har er náttúran longu munandi merkt av inntrivum. Men borgarstjórin og sersambandið nokta at lurta og arbeiða miðvíst víðari, við tí høvuðsgrundgeving [...] Fjallið og Lítlafjall liggja sum flestum kunnugt við Vesturvarða, beint omanfyri Havnina. Lendið á hesum fjøllum, hevur sambært serfrøðingum ikki broytt munandi skap síðani ístíðina. Men hetta fer kanska
málkrøv við familjusameining Í dag eru í høvuðsheitum tveir bólkar av útlendingum, sum kunnu fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum. Annar bólkurin er útlendingar, sum eru komnir til Føroya við familjusameining [...] fyribils uppihaldsloyvi við atliti at varandi uppihaldi. Hin bólkurin er útlendingar, sum hava fingið fyribils uppihaldsloyvi fyri at arbeiða í Føroyum, og familjur, sum eru komnar við teimum. Útlendingar [...] ein grein 52a-fyrispurning frá Hermanni Ronnason Samuelsen, løgtingsmanni. – Í løtuni verður arbeitt við einari nýggjari útlendingalóg fyri Føroyar, har ætlanin er at herða treytirnar fyri at fáa varandi
Tað eru summir morgunlestrar, sum hefta seg meira við enn aðrir - eina helst teir, sum við dagsins teksti nema við hvønn dagin og kringumhvørvið. Tað var ein fragd upp undir ólavsøkuna at hoyra lestrarnar [...] eg mær í góðveðrinum beint fyri ólavsøku gjøgnum Vatnsoyrarfløtuna við norðara endan á Sandsvatni. Hetta øki er veruliga ein perla við nógvum forvitnisligum blómu-og plantusløgum, sera nógvum fuglalívi [...] stendur í fullum blóma. Vit hoyrdu vakrar sálmar av Mikkjali á Ryggi, Brorson og øðrum skaldum - øll við íblástri úr náttúruni, ”Upp alt sum Harrin hevur gjørt”, sanniliga ein góð byrjan á enn ein av teimum