gamal, tá hann brádliga fór um sýn 8. desember 2023. Ein serstakur og sjáldsamur persónur, sum bara vildið væl – hann vildi bara tað besta og sá bara tað góða í øllum! Frits segði oftani: ”Tað er ófatiligt [...] var serstakur og vildi so nógv - og bara tað góða! Vit sótu oftani í málningastovu hansara. Hann beyð ikki so nógvum inn hagar! Tá var hann sum oftast í hvítu pappírsdragtini, sum hevði fleiri málingablettir [...] penn – og so var tað eisini tónleikurin og sangurin, sum lá honum á hjarta. Frits var ein dýrgripur fyri mentanarlívið í Fuglafirði, og týdningurin, hann hevði fyri Fuglafjarðar Gentukór, kann ikki undirmetast
kunnleika, sum hevur givið tygum holla vitan og gott skil. So hevur altíð verið, tí tá ið tygum høvdu fingið allan tann lærdóm, tað bar til at fáa á Tvøroyri, komu tygum sum 20 ára gomul til Havnar. Sum vit longu [...] – av øllum støðum – ein túr saman til vestur-afrikanska landið Gambia. Tygum hava hvørki havt mann ella børn, men hava kortini verið sum ein omma fyri øll børnini í familjuni, sum ikki minst plagdu at [...] tí bert fáum okkara unnist at røkka so høgan aldur, sum tygum nú hava rokkið. Ofta verður nú á døgum tosa um “hin triðja aldurin”, sum er, tá fólk framvegis eru virkin eftir pensjónsaldur. Og virkin hava
tá tey hava lagt eina áhugaverda søgu fram á redaktiónsfundi í Kringvarpinum. Eina case, sum kann seta andlit á ein ítøkiligan trupulleika í samfelagnum. Tí søgan er sterkari, tá hon kemur frá einum veruligum [...] ikki fyrr enn ein 15 ára gamal drongur, sum var ávegis av landinum ímóti sínum vilja, traðkaði fram alment og greiddi frá sínari støðu, at vit veruliga vaknaðu. Hann gjørdist case’in, sum fekk okkum at [...] stovnum og skúlum í Danmark, sum annars skuldu taka sær av hesum børnum, tí vit í Føroyum siga okkum ikki megna tað. Somuleiðis takk til tykkum, sum fortelja tykkara søgur, so vit onnur fáa innlit, gerast
nógvum smágentum, sum fara at droyma um at vera sum tit. Tað er eitt stórt álit at fáa, og tað fara tit uttan iva at fara væl um. Tit eru vanar við at taka ein fyri liðið. Nú taka tit eisini ein fyri allar gentur [...] nýtt tíðarskeið í føroyskum hondbólti. Tá ið man - sum tit - skal royna nakað so stórt á fyrsta sinni, er tað ikki bara, bara. Eg hugsi ofta um fuglin, sum verður skumpaður út av eggini og á veg niður, noyðist [...] dropar, sum runnu eftir kjálkunum fyri síðan at blíva til stoltleika og trúgv um eina vónríka framtíð. Tit gera tað stuttligt at búgva í Føroyum. Vit eru so errin av tykkum! Og tað er tað, sum ítróttin
ongantíð ein spurningur, um eg skuldi koma heim ella ikki. Eg skuldi og vildi gera ein mun. Hví velur nakar at vera ein lítil fiskur í einum stórum vatni, tá ið tú kanst vera í Føroyum og vera ein stórur [...] ikki! So pápi mín fór sum fyrsti føroyingur at lesa aðrastaðni enn í Danmark. Hann fór til Edinburgh og síðani til Bristol at lesa. Tá ið eg so valdi at lesa á FLSK, vóru fult av føroyingum, sum lósu m [...] sólskin, alt er ókeypis og so diskotónleikur afturat! Og eftir hesa sendingina, um øll eru so naiv, sum tey tykjast, so fara enn fleiri at lesa niðri ella at flyta niður. Føroyar eru bara tann reina neyð, armóð
Tað, sum frammanundan varð útnevnt sum bólkafinala móti Kroatia, endaði sum ein tryggur vitnisburður um, at hóast profilar manglaður, so er Danmark komið í EM fyri at spæla um heiðursmerki. Ein vælspældur [...] at venda dongdini í øðrum hálvleiki, so, so skutu danir skjótt ta trúnna í sundur. Tíggju minuttir eftir steðgin var leiðslan vaksin til 24-17. Haðani var bara ein spurningur um, hvussu stórur danski sigurin [...] førdi til ein tryggan sigur uppá 34-26 móti kroatum. Í hinum dystinum í bólkinum vann Sveis 28-25 á Føroyum, sum var við í EM endaspæli á fyrsta sinni. Tað var eitt vælleikandi danskt lið, sum legði seg
fremst sniðgevi og havi ein dreym um, at fyritøkan einaferð kann vaksa seg so mikið stóra og hvíla í sær sjálvari, at eg kann hava onnur fólk í starvi at røkja handilin, so eg kann vera kreativ og sniðgeva [...] at tosa um aðrar fakbólkar sum listafólk, til dømis listamálarar. Tað kann vera ein blandingur av báðum, men eg haldi ikki, at sniðgeving verður virt í nóg stóran mun sum list og listagrein. Serliga ikki [...] og kreativa univers, men eg má eisini vera opin fyri nýggjum og øðrvísi tankum, so fyritøkan kann mennast í framtíðini, sigur Elsa Bech. Men tað er ikki bara sum at siga tað, ásannar hon, at seta sær nýggj
eingin so góður miðil sum orðið, skal okkurt sigast neyvt og beinrakið, og einki kann sum orðið gera fólk firtin. Og so er tað sum við ringum vanum og brennivíni; Tú verður bundin av tí, og sum frálíður [...] t arbeiði, sum ofta fevnir um eitt langt og drúgt tíðarskeið, eini trý ella fýra ár, sum eg má seta burtur av til endamálið. Ein yrking kann afturímóti vera liðug upp á stutta tíð. Hon kann koma til mín [...] Tubbaksroykurin legst tjúkkur, men hvørvur aftur so líðandi. Júst sum mannalívið, ið bara er eitt bil og ein dag endar og er burtur úr hesum heimi. Ein tanki, ið hevur fylgt honum alt lívið og sæst aftur
List kann nakað, sum ein tekstur ikki kann. Vit kunnu tosa um mínar málningar, men tað verður ikki allur sannleikin. Tí sannleikin er upplivingin av málninginum. Orð kunnu ikki dekka alt tað, sum ein málningur [...] nótalinju. Tað var sum at síggja tónleik í bjørgunum, og eg havi brúkt lomvigar og fuglarøkur sum nótar í málningum hjá mær. Tað abstraka skal hava okkurt andahol, okkurt sum tekur eygað. Sum tá ið Bach tekur [...] um tað altíð er ein fyrimunur, at listafólk altíð hugsa so nógv um tað, sum tey skapa. Í øllum førum komi eg í eitt flow, tá ið eg máli og skapi, og tað er ikki neyðugt, at eg hugsi so neyvt um, hvat eg
Hóast tað ikki er nøkur lóg, so er tað vanlig siðvenja, at tann, sum fær flestar atkvøður verður borgarstjóri. Sjálvandi kunnu tað vera undantøk, og tað hendir seg meira enn so, at tann við teimum flestu [...] soleiðis sum Bjarni Johansen vendir flokkinum bakið, so eru stórir persónstrupulleikar innanfloks. Soleiðis er eisini í Havn. Suðurstreymoyar Javnaðarfelag dumpaði, og flokkurin fekk ein syngjandi [...] Onkur kann spyrja, hví fólk í sama flokki ikki kunnu samstarva í einum kommunustýri. Men tað er givið frammanundan, at tá eitt slíkt stríð tekur seg upp, sum í Javnaðarflokkinum í Havn, so verður