Poulsen, sum báðar hava skaða í knænum, er liðið væl fyri, og er væl spælt saman. Signhild Petersen er profilur, og eins og hon var tað í hesum dystinum, kann hon gerast munurin, tá dystirnir gerast javnir [...] 25-22 (11-9) Signhild Petersen gjørdi bart, tá hondbóltskappingin fór av bakkastokki um vikuskiftið. Hon skoraði ikki færri enn 14 mál, tá StÍF vann á Kyndli í væl spældum og spennandi dysti sunnudagin. Bæði [...] fyri í ár og hava góð lið. Og tá liðini tørnaðu saman longu í fyrsta umfari av kappingini, sást valla at tað var so tíðliga á hondbóltsárinum. Spælið gekk skjótt og var merkisvert flótandi, spælararnir orkaðu
ikki sum hon plagar. 14 mál fóru ígjøgnum og tað er nógv hjá GÍ. Tá eitt korter var farið av dystinum var Neistin frammanfyri 6-2, og tær høvdu gott tak á ta løtuna. í verjuni kláraðu tær at forða fyri [...] fyri gjøgnumbrotunum hjá GÍ, og tær dugdu væl at snúgva sær í álopsspælinum. Betri hjá GÍ í seinna hálvleiki Seinna korterið av fyrra hálvleiki fekk GÍ eitt sindur betri tak á aftur, tær minkaðu um munin [...] munin, og fram móti hálvleikssteðginum royndu tær at halda fast, men Neistin dróg aftur frá teimum, og tá Rúna Wardum og Kára á Dunga skoraðu hvør sítt mál í seinasta minuttinum fyri hálvleik, fall avgerðin
var jú, at síggja nýggja venjaran hjá H71, fyrrverandi íslendska stórleikaran Hans Guðmundsson. Í leikskránni stóð at lesa, at hann m.a. hevur verið yrkisleikari í Spania í eini trý ár, og at hann í tvey [...] skiftust um at skora. Og at munurin í hálvleikinum bert var hitt eina málið. Í álopspartinum gjørdi H71 tann feilin, at leikandi venjarin, Hans Guðmundsson, lá heilt úti í vinstru síðu, og tá KÍF mannsdekkaði [...] leikarar at forma álopsspælið hjá hoyvíkingum í fyrra hálvleiki. Undirhondsskotini blivu burtur Eitt annað, ið merkti fyrra hálvleik, var serliga hin eina broytingin í reglunum, hon ið sigur, at eingin leikari
við at útbyggja ferðavinnuna, og har hevur Maersk Air eisini hug at taka lut. Sum øllum kunnugt er kappingin millum Maersk Air og Atlantic Airways hørð. - Kapping er altíð sunn, tí hon mennir og er so avgjørt [...] Maersk Air, at sleppa ein túr til Føroya. Teir skuldu koma, tá frumramførslan av Barbaru var, men tað ferðina noyddust teir at setast aftur fyri mjørka í Føroyum. Hesu nú eydnaðist ferðin, og hon eydnaðist [...] Flemming Knudsen í Føroyum. - Eg komi skjótt aftur og ætli mær javnan at vitja, líka sum Bjarne Hansen hevur gjørt, tí tað er so týdningarmikið at kenna væl tey fólkini, sum vit samstarva við.
frá, at í løtuni liggur bólturin í danska málinum. Tá ið veruleikin er, at føroyingar einki álop og enn minni nakað mál hava gjørt móti dønum, eiga vit at ganga út frá, at tað er logikkurin hjá Vilhelmi [...] tí at danir hava syrgt fyri tí, ella at føroyingar hava gjørt tað, men fyrst og fremst tí, at samfelagið er bygt upp eftir einari óbrúkiligari skipan, ið kallast heimastýrislógin. Útgangsstøðið er, at [...] at tað er ógjørligt at liva í Føroyum og tá er ikki so nógv at liva upp til. Ábyrgdina av, at henda stýrisskipan hevur virkað og leitt okkum út á ørmundarhús eiga danir saman við føroysku heimastýrisflokkunum
Pauli Strøm hevur víst okkum, hvussu forritið er at fáast við, og vit kunnu geva honum rætt í, at tað er sera einfalt at handfara, og tað gongur skjótt at taka fram teir upplýsingarnar, tú hevur brúk fyri [...] á, hvussu væl egnað fløgan er í undirvísingini. ? Tað er vón okkara, at hesin 1997-diskurin við »Hagtølum um lnadamark« fer at verða fólki hentur og gangligur, antin tað er sum amboð í undirvísng ella [...] centralbyrån. Á hesi fløgu er ein ørgrynna av dátuupplýsingum í umleið 1.000 fílum. Upplýsingarnar eru skipaðar í 18 dátagrunnar - tveir fyri hvørt landið soleiðis, at annar er á enskum og hin á málinum
nøkur boð? Er tað er persónlig orsøk til at teir ikki vóru bidnir? Eg havi nevnt teir føroysku telvararnar, staddir uttanlands við einum styrkitali yvir 2000. Eg hoyrdi heima úr Føroyum, at telvarar, ið [...] følir seg egnaðan at taka hesa avgerð? Nær fingu telvarar uttan altjóða ratingtal boðini um at sleppa at telva við? Hetta var eisini ein avgerð frá Jákupi Mikkelsen og Rana Nolsøe. At henda avgerð heldur [...] ringdur upp av Jákupi (Bigga) Mikkelsen. Hann segði at tað var ein kapping í Íslandi áðrenn jól, og spurdi um eg var áhugaður at fara. Eg svaraði at tað kundi eg ikki, men spurdi hann um kappingina í februar
vera samd um, at tað rætta hevði verið at bygt eftir ætlanini frá 1991, men hon kostar nógv meira enn tær 24 mió. krónurnar, sum ætlanin er at brúka næstu trý árini til Landssjúkrahúsið. Hon kostar einar [...] skilir væl, at starvsfólkini eru ónøgd við umstøðurnar á Landsjúkrahúsinum, men øll noyðast at gera sær greitt, at andin nú er ein annar enn í 80-árunum, tá bygging bara varð sett í gongd uttan at hugsað varð [...] honum áheitanina um at byggja nýtt í staðin fyri at umbyggja Landssjúkrahúsið. Kristian Magnussen lovaði at gera sítt besta. 513 starvsfólk á Landssjúkahúsinum skrivaðu undir áheitanina m at venda aftur til
men at apukattarnir skuldu klára at seta met í ár, tað hevði eingin væntað. At R.S.F. hevur eina dómsnevnd, ið er so ókompetent er syndarligt. Eina trímannanevnd, ið hevur so neyðarsligar limir, at onkur [...] mál/kærir, ið hava rætt til sámuliga viðgerð. Grundin er, at limirnir í nevndini halda seg vera so væl skikkaðar, at ein telefonsamrøða teirra millum er nóg gott grundarlag til ein úrskurð, ið dømir umróður [...] illvilja og gomlum aggi. Tað er nú, at ruddast kann út úr sugguni, ið er hægsti myndugleiki innan rógviítróttin og lat ikki ta fráfarandi dómsnevndina fara frá við lógvabrestum - hon hevur uppiborið alt annað
Ferðin er ikki avgerandi, byrjanin telur framum. Hon fer at skapa vónir og trivna í einum arbeiðsumhvørvi, sum seinnu árini er vorðið undirmett og misrøkt sum einki annað. Uppskot Landsstýrismansins er enn [...] skilagóða upphædd afturat, so farast kann í gongd beinanvegin. Og hetta er tað altavgerandi - at byrja. Fyri alt í verðini er neyðugt ikki at gera eina lappaloysn afturat. Frá míni tíð sum starvsfólk á Lands [...] »tilvildarligur« lækni fekk hesa hugsan, at byggja eina hædd uppá núverandi lágu røntgen- og skurðstovubygningar. Kønir menn meta, at byrjanin av slíkari byggjan heilt fer at steðga virkseminum á sjúkrahúsinum