Mylluvegin, sum hann eisini verður róptur. Í Nes kommunu vísa tey á, at talan er um einar 400 metrar, og sagt verður, at hetta vegastrekkið hevur stóran tørv á ábótum. - Agnið, sum er vegurin av Nesi og [...] Nes kommunu fyri 2026 er peningur avsettur sambært einum tilboði frá Falkon at breiðka vegin á Agninum. Í morgun varð sáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og Falkon. - Avtalað er, at Falkon fer at breiðka [...] Víst verður á, at fyrr í ár er so avtalað við Landsverk, at Nes kommuna yvirtekur vegin frá Blákrossheiminum og niðan til Eystnesveg (Mylluvegin), og hetta vegastrekkið er stívliga 700 metrar. - Falkon
annaðhvørt ár, er hesa vikuna í Norðurlandahúsinum í Havn. IIFET stendur fyri International Institute of Fisheries Economics and Trade. Í uttanríkis-og fiskimálaráðnum verður sagt, at hetta er fyrstu ferð [...] Nielsen, á stóra týdningin, sum fiski-og alivinna hava fyri føroyska búskapin og samfelagið. Hann segði, at málið er at skapa størst møguligt virði úr okkara sjófeingi og samstundis tryggja, at tilfeingið verður [...] fyri vinnu, myndugleikar og altjóða felagsskapir luttaka á ráðstevnuni, sum Fróðskaparsetur Føroya er vertur fyri. Ráðstevnan byrjaði við einum almennum fundi um framtíðar umsiting av fiskivinnuni. Á fundinum
Ørindini vóru at handa Gerhardi ein stóran nagla, ið er av sluppini, Golden Harp, sum hevur ligið sokkin á Hvalvíkini í meira enn 100 ár. - Hetta er ein nagli, sum eg sjálvur havi tikið úr sluppini, og [...] Láadal á sínum Facebook-vanga. Her er eisini ein mynd av Sverra og Gerhardi, har Gerhard stendur við einari heilsan, sum Sverri hevur skrivað - og stóra naglanum. - Nú er tað so, at eg havi eitt sindur við [...] dreingir í Hvalvík. Dekkið varð tikið úr, og vit sigldu inni í henni við flakum og tunnubátum, leggur hann aftrat.
fyrstu atløgu í hvussu so er – er leyst av hóttanini av niðurflyting. NSÍ hevur 22 stig og er á sjeynda plássi. HB er undir niðurflytingarstrikuni við 17 stigum, og EB/Streymur er aftast við sjey stigum. [...] næstbestu deildini í ár. Ein stórur hálvur tími var farin, tá ið Jonn Mortensen legði NSÍ framum 2-1. Hann hevur nú skorað fýra mál í 1. deild í ár. Eftir steðgin gekk tað leingi javnt á, men so koppaði tað
Tað hevur ligið í kortunum síðani tíðliga í vár, og nú er tað staðfest. B71 er flutt upp og verður í 2027 aftur í bestu deildini. Har hevur B71 ikki verið síðani 2011 ella í 15 ár. Uppflytingin varð staðfest [...] Frydenlund Sejr, sum skoraði til 3-1, og innskifti Lucas Ørneborg skoraði tvey tey síðstu málini. Hann er toppskjútti í fyrstu deild við 25 málum.
Mýruhjalla hevði vitjan av 07 Vestur. Úrslitið ber við sær, at Skála flytur eitt pláss upp. Skála er nú – í hvussu so er inntil í annaðkvøld – á sjeynda plássi við 21 stigum. EB/Streymur, sum hevur 20 stig, fer [...] odda. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at Høgni Egilstoft Nielsen var málskjútti í Meistaradeildini, har hann ikki hevur skorað mál í meiri enn trý ár. Eitt korter eftir, at 07 Vestur hevði lagt seg á odda, svaraði
gull til NM, megnaðu aftur hesaferð at kvalifisera seg beinleiðis til A finaluna. Knút sigur at hann er glaður um A finaluplássið, men ikki heilt nøgdur við úrslitið á degnum og vónar at úrslitið í sjálvari [...] B finaluna og hava hervið enn møguleika fyri at koma í A finaluna. Valborg Laksafoss sigur at hetta er fyrstu ferð hon kappast í Gæðinga í altjóða kapping og sigur hon at hon vónar at vinna B finaluna og
ndugleikin. Ósemja er um, hvussu harður jarðskjálvtin var. Kolombiska jarðfrøðiliga stovnurin metir styrkina til 6,6, meðan amerikanski jarðfrøðiliga stovnurin USGS hevur mált hann til 7,4. Skjálvtin merktist [...] Jarðskjálvtin rakti Chocó-landslutin vestarlaga í landinum tíðliga í morgun lokala tíð. Í Cali, sum er ein av størstu býunum í Kolombia, eru minst 20 bygningar rapaðir saman. Borgarstjórin Alejandro Eder
Aura, við eftirnavninum Petersen, er hálvur klaksvíksingur. Hon hevur longu í sínum unga aldri luttikið í fleiri sangkappingum og sungið almenn í Klaipéda og heimlandi sínum Litava, har hon býr og gongur [...] spælir ein stóran og góðan leiklut. Kór og røddir syngja William Niclassen og systir hansara Klara. Tað er Mikkjal Hvannastein, ið hevur innspælt ljóðførini og saman við Steintór lagt sangin til rættis og [...] skúlataska verður fyribils at hoyra YouTube. Men seinni í árinum verður sangurin at finna á Spotify, og hann verður eisini við á nýggjari útgávu saman við fleiri barna- og ungdómssangum, sum Steintór Rasmussen
mennast, áðrenn Setrið er til reiðar at taka lut í Erasmus+. Skrivstovan skal fyrisita skiftislestur og skiftisstørv hjá bæði føroyskum og útlendskum lesandi og starvsfólkum. – Tað er avgerandi, at ársverkini [...] samsvarandi arbeiðsbyrðuni, sum verður løgd aftrat, skrivar Bárður á Lakjuni. Hann staðfestir, at ein styrktur starvsfólkahópur er ein fortreyt fyri, at Fróðskaparsetrið kann fyrisita flytførið hjá lesandi [...] sambært Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, eru Føroyar væl við í fyrireikingunum. Tað sigur hann í svari til ein skrivligan fyrispurning frá Bjørg Brynhildardóttir Egholm, løgtingskvinnu. Síðan tíðliga