sleppur tí frá skipinum, men skal framvegis halda seg í høvuðsstaðarøkinum og møta á løgreglustøð eina ferð um dagin. Løgreglan fer tó at kæra dómin til Landsrættin. Sambært Ásgeiri Þór Ásgeirssyni er lítil [...] Tað upplýsir varapolitistjórin í høvuðstaðarøkinum, Ásgeir Þór Ásgeirsson, sambært RÚV. Løgreglan hevði áður álagt manningini at halda seg umborð á skipinum, sum liggur við bryggju í Reykjavík. Men ein [...] avhoyringunum. Løgreglan fer nú at biðja um loyvi at kanna fartelefonir og teldur, sum vórðu tiknar frá manningini um vikuskiftið.
eina løgreglustøð. Enn er eingin illgruni alment vendur móti ávísum persónum fyri seinna álopið. Abelardo de la Espriella tók við sum forseti fríggjadagin. Hann hevur boðað frá munandi harðari politikki [...] politikki mótvegis vápnaðum bólkum enn undanmaðurin Gustavo Petro. – Tað verður einki friðskjól, eingin lin viðferð og einki revsifrælsi, skrivaði forsetin á X eftir álopini. Í valstríðnum lovaði De la Espriella [...] »narkoyvirgang«, uttan náði og at steðga friðarsamráðingunum við vápnaðar bólkar. Hann hevur eisini boðað frá ætlanum um stórfongsul eftir leisti úr El Salvador og um at herða hernaðarligu átøkini móti guerillabólkum
eina 1-0 leiðslu við sær frá fyrra dystinum. Vegna fútaforboð verður dysturin ikki spældur á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík, men á Tórsvølli. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Tað verður ein royndur altjóða [...] altjóða dómari úr Kroatia, ið skal leiða uppgerðina millum KÍ og Lech Poznan. Talan er um 40 ára gamla Igor Pajač. Hann hevur verið altjóða dómari síðani 2018, og hann hevur dømt 62 altjóða dystir í UEFA-høpi
skaðiligum árinum frá sosialum miðlum. Avgerðin kemur samstundis, sum fleiri lond arbeiða við líknandi aldursmørkum. Eitt nú ætlar landsstýrið at seta aldursmark fyri sosialar miðlar Føroyum. Tað segði løgmaður [...] framsagnar- og samskiftisfrælsið hjá børnum undir 15 árum í ov stóran mun. Ráðið metir, at avmarkingin ikki er hóskandi, neyðug og lutfalslig í mun til endamálið við lógini. Franski forsetin, Emmanuel Macron, hevur [...] Noreg ætlar at seta 16 ára aldursmark fyri sosialar miðlar, meðan fleiri onnur lond eisini hava boðað frá tiltøkum fyri at avmarka atgongdina hjá børnum. /Ritzau/
B36 á triðja plássi, og 07 Vestur er framvegis undir strikuni. Tað er málmunurin, sum er munurin millum 07 Vestur og Skála ÍF, sum í løtuni spælir á Svangaskarði. Tað sigur ikki so lítið um dystargongdina [...] seg nærri toppinum, nú tað endaði javnt millum tey bæði fremstu í Klaksvík. Og úrslitið ber við sær, at 07 Vestur tók seg frá teimum báðum undir strikuni. HB hevur 34 stig og er við betri málmuni enn B36 [...] Tað endaði við málleysum javnleiki, tá ið favorittarnir í HB seinnapartin høvdu vitjan av 07 Vestur. Í dag var Sámal á Steig millum stólparnar hjá 07 Vestur, meðan Sebastian Wille sat á beinkinum. Hetta
Talan er um eitt av nýggjastu ferðamannaskipunum í heiminum. Viking tók ímóti skipinum frá italsku skipasmiðjuni Fincantieri í Ancona tann 26. mai í ár, og fáar dagar seinni varð tað doypt í Venezia. Viking [...] ferðafólkum. Skipið er 54.300 bruttotons og siglir sítt fyrsta ár í Miðjarðarhavinum og Norður-Evropa. Sambært Tórshavnar Havn kom Viking Mira inn klokkan 08 í morgun. Torcargo Faroes er agentur hjá skipinum
tey ikki vóru lóglig. Bótin er 1.000 krónur fyri hvørt dekkið, og tí fær førarin eina bót upp á tilsamans 10.000 krónur. Tað er førarin, sum hevur ábyrgdina av, at akfarið er í lógligum standi. Eftirlitið [...] Ferðslupatruljan var í Kollafirði frá klokkan 10 til 12.30 og steðgaði umleið 60 bilum. Serliga ein lastbilur fekk løgregluna at reagera. Lastbilurin hevði 12 hjól, og dekkini á tíggju teirra vóru so
statt, tá tað varð álopið. Óvist er eisini, hvussu stórir skaðarnir á tangaskipið eru, men Tasnim sigur seg vita, at eingin av manningini er deyður, eingin hevur fingið løstir, men at manningin er farin av [...] Jask. Ógreiða er eisini um smálutirnar í hesum álopinum. Ónevndar amerikanska keldur vátta yvirfyri Reuters, at USA í dag hevur lopið á fleiri iransk tangaskip, og USA sigur, at hetta er svar upp á, at [...] Lopið hevur eisini verið á iransku Kharg-oynna og í iranska havnarbýnum, Jask, verður eisini sagt frá spreingingum. Sambært iranskum miðlum lovar iranska kollveltingarhirðin hevnd fyri amerikansku álopini
hevði forbrotið seg, men at tað var tí, at hann visti ikki, at arbeiðsloyvi krevst. Orsøkin til, at hann bara fekk 10.000 krónur í bót – onkur hevur fingið upp í 300.000 krónur, er tí, at hann hevur verið [...] verið so stutt í Føroyum. Bótin er 10.000 krónur fyri hvønn byrjaðan mánað, sum viðkomandi hevur arbeitt ólógliga í Føroyum. Nú verður bíðað eftir svari frá myndugleikunum í Danmark, um ferðaleiðarin skal vísast [...] arbeiddi uttan arbeiðsloyvi. Talan var um ein ferðaleiðara úr Rumenia, sum segði seg ikki vita, at tað kravdist arbeiðsloyvi fyri at arbeiða í Føroyum. Hann varð tí skuldsettur og fekk 10.000 krónur í bót
staðbundnu nevndini umrøddu ymisk mál, sum høvdu týdning fyri bygdina. Nú verður tað sama gjørt í Kirkjubø, og ætlanin er at gera tað sama í øðrum bygdum í kommununi komandi tíðina. [...] Tórshavnar kommuna skrivar, at endamálið er at kunna seg um viðurskifti í Kirkjubø og eisini at hitta fólk á staðnum, sum harvið eisini fáa høvi at tosa við borgarstjóran um ymiskt, sum kann liggja teimum [...] umsitingin og staðbundna nevndin fara runt í bygdini og hyggja og kunna seg um ymisk viðurskifti. Og frá klokkan 14.00 til 17.00 verður borgarstjórin at hitta í Lágabø 5, har øll eru vælkomin at leggja leiðina