súkklarar. Og ikki tí at súkklarar skulu hava minni rætt enn onnur. Men tí hetta snýr seg um eitt náttúruøki, trygd, atgongd og um, hvussu vit velja at leggja ymisk virksemi saman. Tí haldi eg eisini, at [...] fram? Tí um tað veruliga er so, at øll vilja eina góða, trygga og felags loysn, so skilji eg ikki, hví tit skulu óttast, at fólk spyrja kritiskt og gera tilgongdina sjónliga. Tvørturímóti. Um alt, sum [...] eri útiseti – og eg elski at koma heim oftani um árið. Heim til Havnar. Til VesturVarða. Til Vesturbýin. Til Havnardal. Til Velbastaðar og Kirkjubøar. Hetta eru øll økir, sum eg havi eina persónliga tilknýting
tey vita av tí. Hon vil eisini hava at vita, um galdandi reglur fevna um upptøkur og deiling av myndum og filmi á netinum, tá talan er um snildbrillur, og um landsstýrið metir, at tørvur er á serligari [...] kunnu verða brúktar í skúlum, samstundis sum tað kann vera trupult at vita, um ein verður filmaður. Eisini vísir hon á dømi um kvinnur, sum eru filmaðar við snildbrillum uttan at vita av tí, og har upptøkurnar [...] annað endamál. Bjørt Lind heldur tí, at neyðugt er at taka støðu til, um verandi reglur verja privatlívið hjá fólki nóg væl, ella um tørvur er á strangari reglum. Fyrispurningurin er settur eftir grein
varð flogbreytin stongd, og tískil mátti fráferðin til Toronto útsetast, og hetta harmast tey í Porter Airlines sjálvsagt um. Flogfelagið upplýsir á sínum heimasíðum, at smábørn undir tvey ár, sum hava
frityra er keypt, sum hevur munandi størri kapasitet enn tann, ið hevur verið nýtt áður. Hetta fer at stytta um bíðitíðina hjá fólki. Eins og undanfarin ár eru tað royndir Fish & Chips-kokkar úr Onglandi [...] borðreiða upp ímóti 8.000 – 9.000 portiónum til vitjandi leygardagin. Hetta var áleið talið av portiónum, sum fóru yvir diskin í 2025. Um Gavin kann annars upplýsast, at hann í 2020 var við til at vinna heiðurin [...] heiðurin sum besti Newcomer Fish & Chips Shop í Onglandi. Hetta var saman við beiggja sínum, Graig Lewis, sum var við á Sjómannadegnum í fjør. Honum bar tíverri ikki til at koma til Klaksvíkar í ár. Teir
eisini nakað av toski, hýsu, longu og øðrum hvítfiski. Eitt par fiskar gullaks. Hetta vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tríggir eru á Íslandsrygginum, har teir [...] at nú eru dagarnir hjá fleiri av trolbátunum á landleiðini við at verða brúktir. At enda verður sagt um garnaskipini, at trý eru á svartkalvaveiði. - Skipini hava brúkiligan fiskiskap, og øll koma inn at
tiltøkum, sum annars eru kring landið hetta vikuskiftið? Hyggja vit eftir, hvat Veðurstova Føroya sigur, hava vit í dag lot til frískt lot av útsynningi, 3-8 metrar um sekundið. Seinnaprtin gongur hann uppí [...] ovastevnu, verður lot til frískt lot av útnyrðingi, 3-8 metrar um sekundið, sum seinnapartin minkar niður í lítið lot av norði, minni enn 5 metrar um sekundið. Leygadagin verður skýggjað við sólglottum og yvirhøvur [...] Í dag er regattasigling í Sundalagnum og stevna í Hósvík, í Vági verður Ljósfest í morgin, og hetta vikuskiftið er eisini ovastevna í Nólsoy, umframt at kampingtreff er í Skálavík. Ovastevna hevur í fleiri
tikin upp. Hvør luttakari fær høvi at tosa um sína støðu. Í einum sorgarbólki møtir tú øðrum, sum hava mist. Tú kanst tosa um alt tað, sum er torført, og hoyra um, hvussu onnur hava tað. Tú kanst finna stuðul [...] saman við Ann Hermansdóttir, studentapresti. Tilboðið er ókeypis. Byrjað verður 20.oktobur. Hevur hetta tín áhuga, kanst tú seta teg í samband við Hanus á Gørðum, á telefon 237346 ella Ann Hermansdóttir
koma ólógliga til Ceuta ella Melilla, vita, at tey verða send aftur, tí Spania og Marokko samstarva um hetta, segði hann sambært The Guardian. Fleiri evropeisk lond hava funnist at Spania eftir stóra tilf [...] komu úr Marokko til sponsku enklavuna síðst í juli. Mett verður, at millum 50.000 og 70.000 fólk komu um markið. Størsti parturin fór aftur til Marokko næstu dagarnar. Umleið 8.000 fólk vóru framvegis í Ceuta
og ótryggum vegi. Løgtingsmaðurin spyr tí eisini, um Landsverk í raðfestingini tekur serligt atlit til vegir í tættbygdum økjum, og um mett verður um longdina á strekkinum, vavið á arbeiðinum og ferðslutrýstið [...] Magni Højgaard vil hava landsstýrismannin at greiða frá, hvørjar ítøkiligar ætlanir eru um at asfaltera og umvæla vegir í Eysturoynni, harundir á Skála. Hann spyr eisini, hvussu arbeiðini verða raðfest [...] uttasti parturin av Skálavegi, frá Gjógvará beint uttan fyri bátahylin og suður úr bygdini. Eisini hetta strekkið er sambært løgtingsmanninum í sera ringum standi. – Bilar, ið ikki ansa sera væl eftir, punktera
stýrdi bóltin í málið. Hetta var annað málið hjá skálamanninum í Vágum í ár. Tað fyrra soraði hann, tá ið 07 Vestur vann 2-0 ímóti AB. 07 Vestur venjarin fegnast um sigurin og um, at 07 Vestur nú er omanfyri [...] vísa tað, sum skal til, um vit skulu varðveita plássið í bestu deildini, sigur Sigfríður S. Clementsen. Marius Nielsen javnaði til 1-1, og Gutti Dahl-Olsen javnaði til 2-2. Hetta var triðja málið hjá Gutta [...] Gutta í bestu deildini í ár, og hetta var triðja málið hjá Mariusi Nielsen. Síðstu løtuna vóru fleiri støður, tá ið EB/Streymur var um reppið at javna. Næst við var tað, tá ið bólturin brast í tvørtræið