áhuga fyri og veit væl um tónleik, greiður Heðin Arge frá. Og Rúni var ikki bangin fyri at siga ja til fyrispurningin. Eg var púra paff tá Heðin spurdi meg, tí eg hevði ikki droymt um at fingið hendan møguleikan [...] á midnátt havt hugleiðingar um aktuell mál, og hann verður aftur at hoyra í vetur. Slatriløtan verður ein nýggjur táttur í sendingini. Tað eru nakrir minuttir við slatri um tey kendu fólkini í útlondum [...] svara fýra nýggjum spurningum, sigur Heðin Arge. Men broyting verður gjørd fyri at stytta eitt sindur um kappingina. Vit hava havt 16 spurningar í hvørjum umfari, men nú verða teir minkaðir til 12. Spurn
seinni um kvøldið, tá seðlarnir skuldu koma út. Tá kom líkasum sperðil í fráboðanirnar um, nær teir komu. Ætlan býráðsins var alla tíðina, at teir skuldu koma sum skjótast eftir midnátt. »Hetta tí, at [...] hósmorgunin klokkan seks at lata seðlarnar koma út. So varð tað lýst í Sjónvarpinum. Hetta var umleið hálvgumtíggjutíðina um kvøldið. Men Býráðið hevði fingið til vega ljós á havnarlagnum vestanfyri, so tað [...] parturin var eitt hálvt skinn. Grindin var annars eitt sindur stygg og trupul at reka, men komin inn um molan gekk tað skjótt. Tað allarmesta gjørdi landgongd, men onkur hendingur gekk kortini eftir, sum
tríggjar vetrar fyrst í 90¹unum, men seinnu árini er hon ikki sloppin uppí part. Vit hava hugsað nógv um, hvat vit skuldu gera við seinasta tíman í Náttarravnunum, og vit eru komnir fram til tað, at vit fara [...] kunnu gera tað, og fyri tað næsta er tað keðiligt, at spæla tónleik av einum ávísum bólki í ein tíma, um tað eru nógv fólk, sum als ikki tíma at lurta. Undirhaldið betur So nú verður gjørt nakað fyri at fáa [...] Sum vanligt verða brøv lisin upp í Beatbox, og løgini, sum lurtararnir ynskja sær, verða spæld. Hetta fer at føra við sær nógv fjølbroyttari tónleik eftir midnátt, og undirhaldið skuldi verið munandi
Men hetta var so nógv ár frammanundan, at hvørki vit ella løgmálaráðið helt hetta hava nakran týdning nú - og vit kannaðu hetta eisini nærmari. Hetta er besta prógvið um, at einki er komið fram um, at [...] Tá stríðið um dómarakanningina hæsaði av, vórðu vit sannførdir um, at vit í staðin skuldu hava eina serfrøðingakanning. Hendan nevndin skuldi so mannast, og var eg á fundi í løgmálaráðnum um miðjan juni [...] svara uppá, sigur Jóannes Eidesgaard. Tað var løgmaður, sum hevð hetta málið um hendi við Finn Norman Christensen sum embætismanni. Um teir hava vitað nakað, veit Jóannes Eidesgaard heldur ikki - men vit
danskari síðu, um at politikarar í Føroyum vórðu kunnaðir um sambandi millum Michael Rekling og Den Danske Bank. Hann vísir á, at politiska skipanin í Føroyum hevur einki fingið at vita um habilitetstrupulleikan [...] góðkendur uppá nakran mátan. Løgmaður sigur víðari, at Finn N. Christensen fekk heldur einki at vita um hetta, áðrenn 30. juni, tá hann M. Rekling varð settur. Løgmaður vísir avgjørt aftur, at F. N. Christensen
fýra ár av sínum lív at gera til veruleika. Hóast ógvuliga lítið er likið út um innihaldið, so er forvitnið vakt. Vónirnar um at filmurin stendur mát við skaldsøguna eftir Jørgen-Frantz Jacobsen, er avgjørt [...] fyribils dómin, tá nakrar studentaskúlalærarar herfyri sóu filmin í Danmark. Teir vóru á einum máli um, at hetta var kanska besta kærleikssøgan í okkara tíð, og eisini størsti filmur higartil í danska filmheiminum [...] ljóðað frá teimum, sum hava sæð filmin. Onnur viðmerking er, at talan er um mætastu kærleikssøguna í okkara tíð. Filmsstjórin er fegin um, at fólk,sum hava sæð filmin, hava givið hesi viðmæli, tí tað hevur
My Best Friend?s Wedding er ein romantisk komedia um, hvussu langt vit vilja fara - og hvussu djúpt vit vilja søkka - í navni kærleikans. Julia Roberts, sum var nominerað til Oscar eftir leiklutin í Det [...] Julianne Potter og Michael O?Neal (Dermont Mulroney) frá at ganga saman til »bara at vera vinir«. Hetta hóskar væl Julionnu, tí hon hevur trupult við at engasjera seg í eitt fast forhold í longri tíð, men
Hetta er ein stórur dagur hjá okkum í Sandoynni. Hetta er tað, vit hava bíðað eftir í fýra ár nú. Jógvan Finnur Tungá á Sandi var ein av teimum hepnu, sum fekk arbeiðsboð hósmorgunin. Men hann hevur [...] hevur arbeitt síðani á ólavsøku við at rigga virkini til. Hann sigur, at hetta er ein stórur og gleðiligur dagur í Sandoy. Hetta er dagurin, vit hava bíðað líka síðani Fiskavirking stongdi bæði virkini [...] vónir til hetta tiltak og at virkini fara at fáa nóg mikið av fiski, hóast harða kapping. Falla heilt í fátt Eisini flakakonurnar báðar, Sonja Petersen á Sandi, og Kristrun Kjærbo í Skopun, fegnast um at fáa
ni og tað var avgerandi fyri, at teir sóu møguleikan og fóru undir hetta. Bróta upp um armar Egil Olsen sigur, at hóast kappingin um fiskin er gróthørð ivast hann ikki í, at virkini í Sandoynni hvíla á [...] er altíð keðiligt, hetta er eitt bakkast, men tað er eingin vanlukka fyri okkum, sigur hann. Og nú virkini eru gjørd ístand eru tey í rættiliga góðum standi, og eru góðir karmar um tað ætlaða virksemið [...] eru sinnað at bróta upp um armar. Eg haldi, at eg havi merkt eitt ágrýtni og ein hugburð hjá arbeiðsfólkinum, sum sjálvdan áður. Tey tykjast sera motiverað fyri at fara undir hetta. Egil Olsen sigur, at
ætlan teirra er løgd til rættis. Hann sigur, at á Sandi er ætlanin at arbeiða slatfisk. Talan verður um saltað fløk, flaktan fisk og uppsaging. Sandoy Seafood hevur nevniliga keypt uppsagingarvirkið, Pesca [...] at tað fer at bera til at hava nøkunlunda støðugt arbeiði á virkjunum, hóast tað er hart at kappast um fiskin. Men hóast kappingin er hørð, sigur hann, at tað hevur størri týdning at arbeiðsfólkið arbeiðir [...] arbeiðsformaður Gekk betri enn væntað Hendan fyrsta dagin, arbeitt var, vóru bara 20 fólk til arbeiðis. Hetta var mestsum fyri at royna maskinurnar og at gera tær seinastu stillingarnar. Tað tók tveir tímar.