um í Suðuroynni er byrjað. Talan er aftur um fullsett skeið. 48 næmingar, allir føroyingar. Næmingarnir koma úr øllum landinum. Tað merkist í bygdamyndini í Vági, at Ítróttaháskúlin er byrjaður. Hvønn [...] súkklu, ella á Garðabrúgv, har eitt yndisírtív er at dyppa, ella kava, hoppa og sum heild spæla sær við ymsum brøgdnum, sum myndin omanfyri ber boð um. Myndin er tikin í góðveðrinum í gjár.
og áhugaverd at lurta eftir. Eitt tað besta við Hildigarð var, at mann altíð visti hvar mann hevði hana. Um mann spurdi hana um okkurt, fekk mann altíð svar, hóast tað ikki altíð var ta svarið mann ynskti [...] fóru ymiskar leiðir í lívinum, høvdu vit altíð samband, og var tað altíð stuttligt at tosa saman og minnast á gamlar dagar og annars tað, ið rørdist í samfelagnum. Hildigarð var ein av teimum, ið var við [...] Eftir hana standa varðar, ið hon hevur verið við til at byggja. Hon var nakað heilt serligt, og er tað løgi, at mann ikki longur kann ringja til hana og fáa eitt prát um verðins situatiónina. Saman við
40,8 stig í útjaðaranum Stammersdorf í høvuðsstaðnum Wien. Tað upplýsir eysturríkska veðurstovan Geosphere Austria. Mátingin er fyribils, men er 0,3 stig hægri enn fyrra landsmetið frá 2013. Hitametið kemur [...] hava sett veðurmet. Í Fraklandi var juli tann heitasti mánaðurin, sum nakrantíð er skrásettur. Miðalhitin var 24,9 stig, sum er 0,1 stig hægri enn fyrra metið frá august 2003. Eisini longur norðuri hava serlig [...] Hitabylgjurnar hava havt álvarsligar avleiðingar. Vatnstøðan í fleiri stórum áum er nógv lækkað, og vandin fyri skógareldum er vaksin. Í Ungarn var einasta kjarnorkuverkið í landinum, Paks-verkið, um reppið
Góða Ulrike, Tað eru mong ár síðani, at eg av tingsins røðarapalli nevndi teg sum ein granskara, ið Føroyaland hevur so nógv at takka fyri, at vit áttu at borið tær ein almennan heiður. Tað fært tú vónandi [...] Ulrike og Guðni – eru gylt dømi um tað dýrmæta tilfeingi, fólk og land fáa, við at knýta góð og tøtt bond við granskarar, fakfólk og onnur úti úr heimi. Tøkk fái tit fyri tað. ... Orðini omanfyri eru brot úr [...] ni í Kringvarpinum. Á tráðnum var ein mamma at barni við føroysku sjúkuni, sum vildi siga mær alt tað ótrúliga arbeiðið tú, í stóran mun sjálvboðin, gjørdi fyri hesi børn og foreldur teirra. Tú savnaði
tunnilsbygging á landi. Dalstunnilin varð latin upp fyri almennari ferðslu 18. juli. Tað serliga við verkætlanini er, at tunnilsliðið hjá Landsverki bygdi tunnilin. Høgni Hoydal spyr, hvør samlaði kostnaðurin [...] tá talan er um maskinur og arbeiði hjá Landsverki. Í sama fyrispurningi spyr Høgni Hoydal, nær arbeiðið við Tjørnuvíkartunlinum fer í gongd, nær tunnilin væntandi verður liðugur, og um støða er tikin til
Andreas Kase er ein indie framleiðari frá Moss í Noregi. Í tónleikahøpi kallar hann seg A.Kase. Tað, sum helst er serliga sermerkt fyri okkum føroyingar, er at hann er langabbasonur William Heinesen. Tá [...] minnir um eitt nú Mac DeMarco. Ein heildarútgáva er ávegis, men vit fara at hoyra eitt sindur meira frá honum áðrenn tað. Hann undir nýggjum sáttmála nú, og tað er við Braveheart Records. Lurta eftir Part of [...] ára gamal skrivaði hann undir ein keðiligan 10 ára langan sáttmála við eitt plátufelag, sum hann nú er sloppin leysur frá. Fyrsta staklagið eitur Part of the Plan og fortelur søguna um hetta. A. Kase skrivar
borgarstjóri, nýtti eisini høvi at siga nøkur orð. - Listin er seinastu mánaðirnar flutt út úr teimum vanligu rammunum og inn í okkara gerandisdag. Hon er komin út á veggirnar, har vit øll kunnu síggja hana. [...] fyri verk fingu fólk innlit í søgurnar, tankarnar og hugleiðingarnar hjá listafólkunum, og hvussu tað var at arbeiða við list í føroyska býarrúminum - Eisini teimum meira óvæntaðu søgunum, sum ofta fylgja
alkoholismu. Tí haldi eg, at tað er grundleggjandi skeivt, um ábyrgdin fyri einum foreldri, sum ikki megnar sín gerandisdag, í praksis endar hjá teimum vaksnu børnunum. Tað er ein tung og sera einslig støða [...] nú skuldi henda við mammu. Síðani hava tað verið vit, sum hava tikið stigini. Og tað fær meg at spyrja: Hvør tekur fyrsta stigið, tá borgarin sjálvur ikki megnar tað? Tá eitt nei steðgar hjálpini. Eg havi [...] kann tað at lata ein fremmandan inn í sítt heim og lív vera eitt ógvuliga stórt stig. Sjálvandi skal svarið ikki vera tvingsil. Men tað má finnast okkurt millum tvingsil og onga hjálp. Tá familjan er tr
sjógvurin er nógv heitar, hevur toskurin ongar trupulleikar av lús. Viðkomandi vísir eisini á, at sjógvurin er kaldari í ár enn í fjør. - Einasta broyting er, at fiskurin stendur tættari, og lættari er hjá [...] toski. Maðurin spyr tískil, um tað eru aðrir, sum hava lagt hetta til merkis í summar. Tað eru fleiri, sum viðmerkja á tráðnum hjá manninum, sum fiskar við ferðafólki, og tað eru eftir øllum at døma fleiri [...] stendur tættur, fær hann ofta lús og aðrar sjúkur. - Haldi, at trupulleikin er størstur, tá toskurin er slánutur, sum eg haldi, at hann er nú. Toskurin sær gott út, tá hann kemur úr sjónum, men klænkar nógv eftir
vísindaliga, og hetta er sjálvsagt sera týdningarmikil partur av teirra starvi. Samstundis er tað tó greitt, at hendan miðlingin ofta er til aðrar granskarar og ikki til almenningin. Tað krevjast aðrir og [...] granskingarúrslit. Evnini eru ofta bæði umfatandi og torskild, so tað er neyðugt at duga at fortelja søgurnar einfalt og skipað, uttan at tær fyri tað missa sítt virðið. Øll kunnu senda uppskot inn Við hesum bjóða [...] grundgevast fyri, hví víðkomandi eigur at fáa heiðurin. Best er, um víst verður til greinir, bøkur, sendingar ella líknandi sum dømi um góðu miðlingina. Tað ber eisini til at senda slóðir til keldurnar. Ein dómsnevnd