starvið. - Út frá einari heildarmeting hevur toymið í Búnaðarstovuni gjørt av, at Jens Heri er tann best skikkaði. Hann hevur tað neyðugu útbúgvingina, og hann hevur drúgvar og viðkomandi arbeiðsroyndir
gamla Minna Dahl Michelsen, sum er ættað úr Havn, men hevur tilknýti til vardan stovn í Nykøbing Falster, hevur verið horvin í eina lítla viku. Eingin hevur sæð Minnu síðani seinasta fríggjadag. Í gjár eftirlýsti
Oyggjaleikir: 39 ára gamli fuglfirðingurin, John Rasmus Eldevig, sum hevur búð í Grønlandi, síðani hann var 11 ára gamal, hevur á Bermuda vunnið oyggjaleikasilvur við grønlendska manslandsliðnum í fótbólti [...] málmøguleikar og meira spæl, men tað rakk so ikki til nakað gullmerki hesaferð. Umframt John Rasmus, hevur eldri beiggi hansara, Jens Christian Eldevig, eisini spæl á grønlendska fótbóltslandsliðnum, og báðir
Point-blekk, og verður rappað bæði á amerikanskum og føroyskum. Urbanus Olsen hevur gjørt tónleikin, meðan Eyðun Müller Thomsen hevur tikið upp og framleitt. Hetta er triðja staklagið av fløguni Undirgangstónar [...] Á nýggjasta staklagnum, sum rappbólkurin Swangah hevur kunngjørt, hava teir tveir amerikanskar rapparar við. Talan er um teir báðar Slaine og Celph Titled, sum ikki eru hvørjir sum helst í hipphopp-heiminum
veg sjálvi, sigur Rakul Dalsgarð. Sum skilst hevur sakførarin hjá Rakul og Johan Dalsgarð sent eina kæru um avgerðina til Búnaðarstovuna, og samstundis hevur hann biðji um innlit [...] flyta úr Fámará í seinasta lagið mánadagin, so hava hjúnini onga ætlanir um at fara. Búnaðarstovan hevur tikið avgerð, og Fámará skal framyvir rekast av bóndanum Jens Hera Jacobsen úr Sumba. Men Rakul og
San Lorenzo fygdi við støðuni. Coloccini hevur hugsað um støðuna og hevur givið Newcastle vón um, at hann verður verandi. - Eg havi tað gott, og Newcastle hevur givið mær møguleikan at spæla í Premier League
hetta hevur fingið fólk at fregnast, um felagsskapurin er farin at stuðla H71 burtur úr øllum øðrum ítróttarfeløgum. Men Javni sigur, at so er ikki. Støðan er tann, at ein dulnevndur stuðul hevur latið [...] latið H71 eina peningagávu Tí hevur H71 spurt Javna, um tey kunnu sleppa at seta búmerki hjá felagsskapinum á blusurnar hjá summum liðum. Javni sigur, at hetta er eitt tilboð, sum tey fegin tóku ímóti, tí tað
næst sólini. Tað ger, at har er glóðheitt um dagin og ísakalt um náttina. Merkur hevur ikki atmosferu, sum jørðin hevur. [...] Amerikanska rúmdarumsitingin NASA sigur, at rúmdarfarið Messenger hevur staðfest rættiliga góð tekin um, at ísur er á gongustjørnuni Merkur. Messenger er á ferð runt um gongustjørnuna og sendir laser niður
Hóast argentinski fótbóltssnillingurin Lionel Messi hevur skotið 88 mál í hesum árinum, vil altjóða fótbóltssamgongan FIFA ikki viðurkenna talið sum eitt alment altjóða met. Grundgevingin er heilt einfalt [...] einfalt, at FIFA veit ikki, um Messi er tann, sum hevur skotið flest mál í einum ári. -Vit hava einki alment FIFA-met. Vit hava ongra telduskrásetingar, sum lýsa hvønn einasta fótbóltsdyst frá fyrsta degi [...] degi í øllum londum, sigur FIFA-talsmaðurin Alex Stone við BBC. Afrikanska landið Zambia hevur gjørt vart við í sambandi við tosið um málini hjá Messi. Har vilja tey vera við, at Godfrey Chitalu eigur metið
Tórshavnar kommuna hevur í dag sett Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð í starv sum leiðara á Býarbókasavninum. Hann tekur við starvinum 1. januar 2013. Arnbjørn Ó. Dalsgarð er 41 ára gamal og útbúgvin bókavørður [...] bókavørður í 1999. Hann hevur síðan starvast sum bókavørður og serfrøðingur á Landsbókasavninum. Umframt at hava tikið ymsar eftirútbúgvingar, er Arnbjørn virkin í mentanarlívinum, millum annað sum ritstsjóri [...] ritstsjóri á skaldskapartíðarritinum Vencil síðan 2006. Á Býarbókasavninum starvast 14 fólk. Savnið hevur um 100.000 vitjanir árliga, og ein játtanarkarm uppá umleið kr. 7,5 mió. Býarbókasavnið er í stórari menning