ein maður á motorsúkklu hevð verið fyri einum óhappi í Vágum. - Hetta var eitt soloóhapp, og hendingin fór fram nærindis tunnilsmunnanum í Vágum, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun. Lagt [...] visti ikki at siga í morgun, hvussu motorsúkkluførarin var útgjørdur við trygdarútgerð, eitt nú hjálmi og ryggverju. - Tað framgongur ikki í frágreiðingini, sum eg havi her á borðinum í morgun, segði vaktleiðarin
leiðsla, nevnd og umboð fyri eigararnar vóru savnaði, tá úrslitið varð lagt fram á ársins aðalfundi. Staðfestast kann, at góða gongdin, ið hevur verið í Elektron seinastu árini, heldur fram. Úrslitið [...] mió.kr. og eginognin er bókað til 54,1 mió.kr. Um áhugi er, ber til at síggja ársroknskapin her: Ársfrásagnir Nógv virksemi hevur verið innan bæði menningar- og hýsingartænasturnar, og Elektron [...] eisini brúkarahjálp til eitt nú Mínrokning-brúkarar og tey sum brúka Samleikan og Vangan. Við breiðu forrætningsvitanini um KT-infrakervið og KT-trygd veitir Elektron týðandi loysnir til føroyska
Póllandi í dag at leggja fram ein stóran hjálparpakka, sum Bretland nú fer at lata Ukraina. Hetta er størsti hjálparpakki, sum Bretland hevur latið Ukraina, síðan Russland leyp á og gjørdi innrás í landið [...] skjóta veiting av eitt nú lóðuri, loftverju, dronum og stuðli til framleiðslu. Í Póllandi fer Rishi Sunak at hitta pólska forsætisráðharran, Donald Tusk og Nato-aðalskrivaran, Jens Stoltenberg. Seinni á ferðini [...] stjórnin á sínum heimasíðum. Í pakkanum eru eitt nú 400 hernaðarakfør, 60 bátar, fleiri enn 1600 rakettir og fýra millónir patrónir. Bretska stjórnin umrøður hjálparpakkan sum størstu veiting til "lívsneyðuga
Sigri M. Gaïni verður almenn og í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn. Ph.d.-verkætlanin er politisk-filosofisk, og Sigri M. Gaïni hevur verið innskrivað á Roskilde Universitet og Fróðskaparsetri Føroya. V [...] vísir seg m.a. sum eitt dálkað umdømi, útihýsan úr sosialum og arbeiðsrelateraðum sambondum, tunglyndi og angist. Í greinini verður ført fram, at fólk, ið eru fyri haturstalu, í stóran mun eisini uppliva [...] krøvini um sensur á universitetum og øðrum (privatum) stovnum í USA. USA er einasti landið í vesturheiminum, sum ikki hevur lógir ímóti haturstalu, og í greinini verður ført fram, at manglandi lóggáva á hesum
ldið verður uttan fyri Gamla Bókahandil, og flaggdagsrøðari í ár verður Jon Hestoy. Jon Hestoy er av Tvøroyri og búsitandi á Argjum. Jon Hestoy er svimjari og hevur í síni tíð sum kappsvimjari m.a sett [...] Føroya í 15 ár og varaforseti í ÍSF i 6 ár. Í sínum dagliga yrki er Jon Hestoy stjóri og eigari av prentsmiðjuni Føroyaprent. Flaggdagshald var á fyrsta sinni hildið á Vaglinum í Havn í 1941, og so aftur í [...] 1947. – Hetta er ein siðvenja, vit seta eina æru í at halda fram við, og vit gleðast um, at tað altíð eru nógv fólk, sum hátíðarhalda dagin og merkið saman við okkum, sigur Rebekka Hjørleivsdóttir, forkvinna
sum er tann triði í Varpinum og tann fyrsti við nýggjum borði, verður 24. apríl 2024 kl. 17.30. Býráðsborðið er rættiliga snøgt, prýðiligt og tignarligt. Tað hóskar húsinum og ikki minst býráðnum væl. [...] talarastólur og ein flytiligur telduveggur, sum verða nýtt í sambandi við fundirnar. Skuldi verðið talan um ein størri býráðs- ella annan fund, so ber eisini til at seta borðið upp inni í stóra salinum, og nýta [...] men bert fundirnir, ið verða avgreiddir her umvegis telduna. Tíðliga í projekteringini varð komið fram til, at partur av kaféini einaferð um mánaðin skuldi hýsa býráðsfundunum, sum annars hava hildið til
landsstýrismanninum til at seta í verk royndar- og menningarvirksemi og granskingarætlanir viðvíkjandi fólkaskúlanum. Stk. 2. Landsstýrismaðurin tilnevnir bæði formann og ráðslimir. Stk. 3. Limirnir verða valdir [...] men ráðið, sum tók við í februar 2020, heldur fram eina tíð aftrat, tí seinasta frágreiðingin er ikki liðug. Tann frágreiðingin snýr seg um landsroyndir og verður eftir ætlan handað landstýrsmanninum ultimo [...] ráðið, verður sagt úr Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Fólkaskúlaráðið, sum tók við í 2020, hevði ikki sitið leingi, til gerandisdagurin í fólkaskúlanum broyttist fullkomiliga, og skúlar sendu næmingar sínar
millum tey, sum hava nomið sær eina útbúgving og tey, sum ikki hava. Sum skilst hava hjálparfólkini nú takkað nei til hesa ætlan og tískil verða tey søgd úr starvi og sett av nýggjum við lægri brøki. Við øðrum [...] framgongur tað ikki, at limirnir hjá heilsuhjálparfelagnum ikki taka undir við ætlanini, og ei heldur kom tað fram, at tað einans skuldu vera limir í heilsuhjálparafelagnum, sum ikki hava tikið útbúgving [...] bæði til teirra við útbúgving og uttan, men nú verður tað tikið frá heilsuhjálparunum uttan útbúgving, sum starvast innan heimatænastuna við at seta tey niður í tíð og harvið løn. Skulu vit trekkja starvfólk
tónaskald í New York, har hann herfyri var gestatónleikari og hitaði upp fyri Eivør til tiltak, sum Faroe Music Export (FMX) og Uttanríkis- og vinnumálaráðið skipaðu fyri í samband við stóra mentanarátakið [...] tónasmiðjum og seta rætta huglagið til okkara søgur.” “Og her passaði tónleikurin hjá Eli sum fótur í hostu,” leggur Jóhanna afturat. Sigast kann tí, at Eli Tausen á Lava saman við Tell Me North heldur fram við [...] Eins og lítla ferðavinnu fyritøkan Tell Me North hava føroyingar seinastu árini av álvara fingið eyguni upp fyri evnaríka, unga tónaskaldinum, Eli Tausen á Lava, sum útgav "Impressions" í 2020 og "In a
Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, leggur enn einaferð eftir USA og Nato. Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga í dag. - USA og Nato eru bergtikin av tankanum um, at Russland skal líða eitt strategiskt [...] . Bæði Sergej Lavrov og forseti landsins, Vladimir Putin, hava fleiri ferðir sagt, at "vestligir aktivitetir" føra til øktan kjarnorkuvanda. Hesar útsagnir eru oftari bornar fram, eftir at Russland leyp [...] leyp á Ukraina hin 24. februar í 2022. Sergej Lavrov heldur eisini, at USA og tess sameindu royna at koma aktivitetunum hjá Russlandi í rúmdini í ringt orð.