Samuelsen, nevndur Mikkjal í Horni, var sonur bakaran í Horni, Andrias, sum tú var uppkallaður eftir, og mamma, Inga f. Simonsen, var ættað av Viðareiði. Barnaárini vóru ótrúliga góð. Vit høvdu neyt, seyð, gæs [...] nakað nýtt. Fór til Keypmannahavnar at arbeiða í banka. Tú var óførur at skriva heim og har ímillum var ein sangur, sum tú hevði yrkt, og sum bleiv mær so kærur. Seinri fór tú í starv á Grannskoðaravirkinum [...] vóru fáir, og møtti tú einum í Kinabrekkuni, har smalast var, so var bara at venda útav. Vit gingu bæði í Kommunuskúlanum á Vaglinum – í 1956 var farið niðan í nýggja gula Kommunuskúlan. Liðugur við Mellem-
presti. Sum ein, sum hevur verið í hesum arbeiði í fleiri ár, dámar mær betur at tosa við ein, sum er ósamdur við mær um lívsins stóru mál enn ein, sum er líkasælur. Felagið Gudloysi er ikki ein hóttan fyri [...] við ella lítir á. Spurningurin er tí ikki, um ein hevur eina heimsmynd, men hvør eins heimsmynd er. Spurningurin er ikki, um ein hevur eina trúgv, men hvør eins trúgv er. Allar heimsmyndir ella trúgvir hava [...] Um ein sjálvur til avgera, hvat er rætt og rangt, kann ein kallast verðsligur humanist. Verðsligi humanisturin trýr á menniskja, og at einki er hægri enn tað. Kristni humanisturin (hetta heitið var vanligt
drongurin var veit eg ikki, men maðurin var Martinius í Kollafirði, varð mær sagt. Nógvar sögur ganga um Martinius í Kollafirði, men hetta er tað eg veit einastu ferð eg havi sætt hann. Longu tá var stórt [...] á Klaksvík. Siglt varð av Vági í so góðari tíð um náttina, at skipið var á Klaksvík til arbeiðstíð dagin eftir. Men í Klaksvík var ikki sum í Havn, har kajin var liðug í 1929, í Vági, minnist meg rætt [...] Fyrst eg minnist var Eystara Bryggja í Havn spildurnýggj, ikki meira enn eini sex ella átta ára gomul. Molin var ikki meira enn 100 metrar langur, og atløgubryggjan, sum var úr træ, var ikki stórt meira
at samstavið við Pegasus var ein roynd. Á Rás 2 verður mett, at Klaksvíkin er so mikið áhugaverd, at Rás 2 hevur avgjørt at royna seg á egnum beinum, tí mett var, at tað var ikki nóg mikið, ið fekst burturúr [...] til. Loyvt er at søkja á fýra starvspláss, og eg var somikið heppin, at fáa positivt svar frá øllum teirra. ? Eg valdi tó Lorry, tí at síggja til, var hetta staðið, har eg roknaði við at sleppa at takast [...] avgerð, var eg á vitjan á teimum fýra støðunum, og hóast fleiri vóru eitt sindur trek við at greiða frá arbeiði sínum, so helt eg fast um, at eg mátti vita, hvat tey kundu bjóða mær. ? Sjálv setanin var nóg
komu við fiski til Bretlands. Hetta var mest til Aberdeen, Grimsby og Hull. Tað var ein annar maður í heimbýi mínum, hetta var norðanfyri Manchester, sum eisini vildi til Føroyar. Eg hitti hann í býnum og [...] skiparan um at lova okkum við kortini. Men hetta var sjálvsagt bert skemt. Skiparin var Esmar Fuglø, sum tá førdi Leiv Øssurson, sum var ein trolari á Tvøroyri. Hann var mammubeiggi Jákup Reinert á Sundi. Onkur [...] Hesa tíðina var tað sera trupult at búgva í England. Har var trot á mati og øðrum neyðsynjarvørum. Landið var ikki enn komið fyri seg aftaná bardagan. Tí var ein sera hørð skamtan. Tað var eisini trupult
plássið, sum eg havi á liðnum. Gongur hetta væl, so er vónin sjálvandi eisini at koma víðari við fótbóltinum, og hetta hevur eisini verið ein dreymur í langa tíð. Um hetta ikki hendir, so er tað kortini ikki [...] dómarum, sum døma í superliguni. Sum dømi um hetta nevndi hann júst dystin, sum vit høvdu sæð felagið spælt móti AB, og har Todi beint eftir dystin segði dómarin var ein skandala. Júst við hesum dysti í hugaðum [...] spurdu vit eisini Toda, um hetta eisini er generelt galdandi fyri dómararnar í dystum teirra, soleiðis at hann kennir ein ávísan illvilja móti sær sjálvum. - Akkurát handan dystin var tað nokk heilt ekstremt
skeptiskur. Hanna: – Um tær dámar havragreyt, so mást tú royna hetta. Øgiliga mettandi, og riggar væl við karamell og súreplum. Hetta kundi eg hugsað mær at etið hvønn morgun. Eisini er tað heimligt og hugnaligt [...] annars ætli eg mær royna okkurt nýtt frá matskránni eisini. Pætur: – Eg havi aldrin verið stórur fan av havragreyti. So tí ber illa til hjá mær at døma hendan greytin. Men eg má siga, at hetta er besti ha [...] matskránni). So tað bíleggja vit. Aftrat matinum fáa vit okkum ein reyðróta-djús og eina lime-lemonadu, sum kemur á borðið stutta løtu seinni. Mums! Hetta smakkar væl, eru vit bæði samd um. Reyðróta-djúsið smakkar
kom heim ein dagin og fortaldi mær, at ein av okkara bestu vinum er ótrúgvur móti konu síni. Vinurin hevði fortalt manni mínum hetta í trúnaði, men maður mín var so skelkaður, at hann fortaldi mær tað. Nú [...] Vil ikki eta Til brævkassan Herfyri var ein frálík sjónvarpssending um matavnar hjá børnum og ungum. Her heima hava vit eitt øgiligt matpakkastríð. Hvønn morgun smyrja eg og maðurin matpakkar til okkara [...] átt pengar. Men vit geva honum ikki pengar, tí hann skal ikki vinna hetta stríðið. Hann er so treiskur, at hann heldur gongur svangur ein heilan dag enn at taka ímóti matpakkanum. Tað er ikki gott, tí eitt
á bridgeskúlanum. Onkur hevði hug at muta ímóti, men tá atkvøtt var, var bara ein ímóti. Hetta minnist Jancy Mouritsen væl. Jansy var ein av teimum 22. - Men tá ið vit so vóru komin inn í felagið, vóru [...] limir. Og sum sagt var torført hjá sakførarum at sleppa ígjøgnum hetta nálareyga, tí millum limirnir var altíð onkur, sum hevði ilt eyga á teimum og fekk aðrar eisini at atkvøða ímóti. Hetta verður váttað av [...] av einum brævi í skjalagoymsluni hjá Havnar Bridgefelag. Tað var ein limur í felagnum, ein sakførari, sum í 1941 skrivaði til nevndina og dámdi lítið, at bridgefelagið skuldi leiga spælihøli frá Klubbanum
sanniliga ein vøddateyggja av teimum heilt stóru. Óivað ein tann størsta, ella vakrasta, tí hann vann í 1995 heitið, sum vakrasti kropsbyggjari í alheiminum, Mr. Universe. Hetta er tað hægsta, ið ein kann náa [...] seyðarhøvd - Eg var bangin um matin, tá eg kom til Føroya. Eg visti ikki, um eg kundi yvirliva, tí alt her var fiskur. - Men fyri fyrstu ferð í 20 ár fekk eg seyðarhøvd, so tað dámar mær væl, tí tað var eg vanur [...] náa innan áhugakropsbygging. Hyggur ein at honum, so er kroppur hansara ikki ein sjón, ið føroyingar vanliga síggja ein sólskinsdag á Leynasandi ella í Sandagerði. Ikki er hann høgur á vøkstri, 166 cm