Hitin millum 3 og 7 stig Í gjár: Eitt lágtrýst í ein landsynning úr Føroyum fer spakuliga eystureftir og hevur kalda høgættaluft við sær. Í dag: Eitt djúpt lágtrýst yvir havinum í landsynning úr Hvarvinum [...] Veðrið í dag: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi og norði, men út á dagin minkandi. Skýggjað og ælaveður í skiftum, mest við regni. Hitin millum 2 og 5 stig. Veðrið sunnudagin: Lítið lot
Føroysku U16-kvinnurnar skulu í komandi viku kappast í European Open í Gøteborg í Svøríki. Sunnudagin fer liðið avstað úr Føroyum til Svøríkis, har tær hava fyrstu tveir dystirnar mánadagin. Føroyska liðið [...] seg væl. Liðið hevur vant nógv saman og var í Íslandi herfyri, har liðið spældi tveir javnar dystir móti Íslandi. Í vikuni var liðið eisini á team-building túri í Vestmanna, har venjing og ymiskt sosialt
Í løtuni fiskar eitt ísfiskalínuskip í føroyskum sjógvi. Skipið er nýliga farið til fiskiskap, og tí er ivasamt, um teir koma inn at landa í næstu viku. Umframt ísfiskalínuskipið, eru trý frystilínuskip [...] ip í íslendskum sjógvi, eitt fiskar í grønlendskum sjógvi, og tvey fiska undir Føroyum. - Línuskipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Um útróður [...] sagt, at streymurin er harður, men hann batnar, sum næsta vikan gongur. Veðrið verður brúkiligt fyrst í vikuni sum kemur. Sagt verður, at ættin mest verður millum eystan og sunnan, og tí kann væntast, at
-Landsstýrismaðurin í almannamálum er farin av sporinum á eldraøkinum, sigur Heðin Mortensen, stýrisformaður í Kommunusamskipan Føroya. Kommunusamskipan Føroya góðtekur ikki, at landsstýrismaðurin í almannamálum [...] og teimum mongu pengunum, ið kommunurnar trúliga hava lagt í økið, og sum harafturat hevur havt avgerandi týdning fyri, at eldrarøktin í Føroyum er so frægt útbygt, sum hon er. KSF hevur tí heitt á land [...] eru kommunurnar, sum gjalda sín stóra part av økinum. Tað sigur formaðurin í Kommunusamskipanini, Heðin Mortensen. Hann sigur, at í hoyringsskrivi til almanna- og heilsumálaráðið hevur KSF skýrt uppskotini
Navnið hvítusunna kemur av, at í fornkirkjuni var hetta dópstíðin fram um aðrar, og av teimum hvítu klæðunum, tey, sum doypt vórðu, vóru í. Navnið “hvítusunna” vinnur sær rætt í gomlu ensku kirkjuni, og haðani [...] jødisk takkarveitsla fyri hveitiskurðin. Men í kristnu kirkjuni fær høgtíðin so ein annan dám og týdning. Tað er annars ikki so langt síðani, at tú í Føroyum kundi hoyra fólk ynskja “gleðiliga pinsafest” [...] haðani kemur tað til Noregs, Íslands og Føroyar. Men tað navnið, sum annars vann fram í flestu europeisku londunum var orðið, sum til dømis á donskum er “pinse”. Og tað kemur av grikska orðinum “pentekoste”
Tað var Bjarni Bech, dómpróstur, ið tók ímóti í kirkjuni saman við Jógvan á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum. Bjarni Bech vísti krúnprinsaparinum runt í kirkjuni og greiddi frá søguni hjá kirkjuni [...] kirkjuni. Krúnprinsessan spurdi nógv Fredrik Krúnprinsur hevur vitjað fleiri ferðir í Føroyum áður, og hann kennir nógv til føroyska søgu og siðvenju. Tí hevði Bjarni Bech valt fyrst og fremst at greiða krúnp [...] somuleiðis greiddi hann frá um altartalvuna hjá kirkjuni, og hvussu hon var endað í Dómkirkjuni. Jóannes Eidesgaard, løgmaður, var við í fylginum, og sum tann søgukøni maður hann er, skoytti hann eisini viðhvørt
Bólkurin Lawetz er ikki nýggjur í Prix-høpi. Teir vóru við í Prix Føroyum 2003 og komu í hálvfinaluna. Tónleikurin vísti seg tó at vera ov glaður til eitt finalupláss, halda teir sjálvir. Lawetz hava ikki [...] harafturat hava hinir limirnir í bólkinum havt nógv at gjørt við øðrum projektum ? eitt nú »Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið« og PállFinnurPáll. Fyri at vera við aftur í ár, var bólkurin noyddur at [...] finna nýggjan trummuspælara. Valið fall á Halgir Arge, sum áður hevur spælt í Tangz. Tónleikurin, ið Lawetz fer at borðreiða við í Fuglafirði ? og á Tvøroyri, sum teir taka til ? verður poppur, soleiðis sum
Fríggjadagin í síðstu viku skrivaðu vit um Heidi Vinther, sum býr í ísraelska býnum, Maalot, saman við familjuni. Tá var økið júst rakt av rakettálopum frá Hizbollah og familjan helt til í einum bumbuskýli [...] Tel Aviv, og tað gekk væl. Nú hava tey verið har í tveir dagar og hava tað gott. Meðan tey hava verið burturi, eru enn fleiri smáar rakettir skotnar niður í Maalot, men sum skilst, er einki hent við húsunum [...] húsunum hjá teimum, sigur pápi Heidi, Súni Vinther, sum situr heima í Føroyum og fylgir við støðuni hjá dóttrini.
Veðrið í dag Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, um kvøldið veksur hann vindin upp í hvassan vind av suðri. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 5 og 8 stig. Veðrið mikudagin: Stívt andøvsgul [...] Hitin millum 3 og 7 stig. Í gjár: Eitt hátrýst, 1035 hPa. yvir Onglandi fer spakuliga suðureftir og ein hátrýstryggur 1024 hPa. til Føroya fer eystureftir. Í dag: Eitt djúpt lágtrýst í útsynning úr Íslandi [...] andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og um middagsleitið regn. Seinnapartin minni vindur og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 4 og 7 stig. Veðrið hósdagin: Lot til andøvsgul av suðri og regn av og
Karina Edlund Jensen vitjaði í Føroyum í sambandi við AME-Føroyar herfyri. Blaðkvinnan var millum teir útlendsku gestirnar, ið var á útferðini sum G!Music og Virkishúsið í Klaksvík skipaðu fyri, og har [...] vísir í gjárdagsins útgávu til teir 25 bestu festivalarnar í Evropa, ið verða hildnir uttan fyri Danmark. G!Festivalurin er á hesum lista. Ókeypis dagblaðið Urban er eitt av mest lisnu bløðunum í Danmark [...] har hevur blaðkvinnan eftir øllum at døma fingið gott eyga á lítla festivalin á Gøtusandi. Í greinini um bestu festivalarnar skrivar hon soleiðis: ?Er du til naturoplevelser sammen med musikken, ligger