dómstólur í amerikanska statinum Texas er komin til ta niðurstøðu, at Michael Morton var ósekur, tá hann í 1987 varð dømdur fyri at hava bukað konu sína so illa, at hon doyði. Úrskurðurin ber í sær, at Michael [...] fongslinum, har hann hevur sitið í næstan 25 ár. Tað eru DNA-royndir, sum hava víst, at tað var ein annar maður, sum myrdi konu Michael Morton. Myndugleikarnir hava ikki upplýst, hvør tann veruligi drápsmaðurin [...] drápsmaðurin er, men teir siga, at hann myrdi eina aðra kvinnu árið eftir, og at hann hevur gjørt um seg í fleiri statum.
Í minsta lagi trý fólk doyðu, og meiri enn 50 fingu skaða, tá eitt gamalt flogfar datt niður undir einari flogsýning nærhendis býnum Reno í amerikanska statinum Nevada í gjár. Flogfarið var frá seinna [...] hevði einki við vanlukkuna at gera. Tað er ikki greitt, hví flogskiparin fekk trupulleikar, men hann sendi neyðarkall, beint áðrenn flogfarið datt niður í oyðimarkarsandin einar 20 kilometrar eystan fyri
feløgini í Suðuroynni fara at stuðla, nú einasti suðuroyar tingmaðurin í flokkinum leggur kongin. Rás2 hevur í dag tosað við Hendrik Old, formann í Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag, men hann vil ikki siga hvønn [...] Í kvøld hevur Suðuroyar syðra Javnaðarfelag fund, har felagið skal taka støðu til, hvønn tey fara at skjóta upp, sum nýggjan formann í Javnaðarflokkinum. Javnaðarháborgin hevur í mong ár verið í Suðuroynni [...] hvønn tey fara at skjóta upp sum formann. Hann staðfestir tó, at í løtuni hevur eingin kandidatur ein greiðan fyrimun.
verða ikki tær vanligu rútmirnar, sum fara at tóna í Deep í miðbýnum í Havn í annaðkvøld Ì annaðkvøld klokkan 20 verður skipað fyri einum ókeypis ungdómstiltaki, sum nevnist ?Jesus í Deep? í Deep í miðbýnum [...] miðbýnum í Havn. Brandur Poulsen og Dánjal Joensen eru millum høvuðsfyrireikarnar av tí serliga tiltakinum, og teir siga, at tey vilja møta ungdóminum í Deep, fyri at fáa eitt gott prát um lívsins stóru spurningar
Í kvøld klokkan 19 verður seyðauppboðssøla á Bíargarði í Hvalba. Tað er Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag, sum stendur fyri uppboðssøluni. Longu nú ber eisini til at fara inn á síðuna - https://gevbod [...] tú bjóðar við sms, skal nummarið á seyðinum skrivast í sms-boðunum. Lagt verður aftrat, at seyðurin, sum verður seldur á uppboðssøluni, verður ikki flettur fyri tann, sum keypir. ##med2##
Stjørnin í Suður Afrika hevði ikki væntað, at fongslingin av fyrrverandi forsetanum, Jakob Zuma, fór at skapa slíkan ófrið. Í minsta lagi 75 fólk eru dripin seinastu dagarnar, eru boðini frá løgregluni [...] . Tað var hósdagin, at Zuma meldaði seg sjálvan. Hann varð dømdur 15 mánaðar fongsulsrevsing fyrst í juli. Mótmælisgongurnar hava verið merktar av nøkrum frammanundan uppøstum borgarum, ið finnast at
næstringar, og flytur tað yvir í ein hugaheim, har sangir og søguverur, og søguheimurin hjá Hans Andriasi, natúrliga knýta seg til persónar og hendingar í leikinum, siga tey í Sjónleikarfelagnum. [...] Tað er ikki á hvørjum degi, at nýskrivaðir, føroyskir sjónleikir verða spældir. Men ein slíkur dagur verður leygardagin. Tá fara tey at spæla leikin, Sangur í Mjórka, sum Elin á Rógvi hevur skrivað. Leikurin [...] Leikurin er ein søga í sær sjálvum, men hann er ygdur á sangirnar hjá Hans Andriasi Djurhuus - Leikurin tekur eitt viðkomandi evni upp og tað er at missa sambandið við okkara eldri minnisveiku næstringar
um, at vit kunnu røkka í finaluna í liðkappingini, sigur Brynhild Carlsson, sum er ein av spælarunum í badminton. Føroyar spæla hálvfinalu í badminton í morgin kl. 11.00. [...] Føroyska landsliðið í badminton hevði eina strævna skrá í dag. Tríggir dystir skuldu spælast, men Føroyar vóru ikki til at taka. Í fyrsta dystinum vunnu Føroyar 4-1 á Guerney, sum undanfarin ár hevur verið [...] millum sterkastu oyggjarnar í badminton. Seinnapartin vunnu Føroyar á bæði Jersey og Minorka. Í báðum førum var úrslitið 4-1 til Føroyar. - Vit eru sera væl nøgd við dystirnar í dag, og vit hava vónir um
Fyrstu tveir mánaðirnar í ár er ein góð 1 milliard útgoldin í lønum. Hetta er nærum 50 milliónir minni enn sama tíðarskeið í fjør. Afturgongdin svarar til 4,3%. Tað er ikki vanligt, at lønarútgjaldingarnar [...] einaferð, og var tað í 2005. Afturgongdin rakar nú eisni tænastuvinnuna Í 2008 var tað serliga fiskivinnan, sum gekk aftur. Móti ársenda sást eisini afturgongd í byggivinnuni og nú í 2009 sæst, at tað er [...] er eisini afturgongd í tænastuvinnuni. Sostatt eru lønargjaldingarnar higartil í ár minni í privatu vinnuni yvirhøvur, skrivar Hagstovan.
Vikuligu tónleikasíðurnar, sum byrjaðu aftur í síðstu viku aftaná ein góðan mánaða í summarfrí, koma av ymsum orsøkum ikki við í blaðið í dag Í næstu viku verður tó vent sterkt aftur við millum annað fleiri [...] her í landinum um yrkisleið og tónleik teirra. Ímillum hesi er bluesarin Uni Reinert Debess, sum er í gongd við fleiri spennandi ting við tónleikinum hjá sær. Les um alt hetta og meira afturat í Sosialinum