borgaraskap, og hetta hevur ført til eina álvarsama sálarheilsukreppu, serliga millum børn og ung. Reyði Krossur Føroya læt fyrr í ár 850.000 kr. til eina verkætlan, sum skal betra um sálarheilsuna hjá [...] búskaparligum og samfelagsligum strukturum. Seinastu árini er støðan versnað munandi, og sum vit hoyra um í miðlunum í dag, er støðan alt annað enn friðarlig. Ófriður og kreppa hava rakt landið hart, og túsundtals [...] útbúgving av starvsfólki, stuðli til børn, sum hava upplivað vápnaðan ófrið, og undirvísing til avvarðandi um, hvussu tey kunnu hjálpa sínum børnum. 2. Betra umstøðurnar í felagshølum við umvælingum og nýggjari
spurning um málið. Jørgen Niclasen spurdi soleiðis: 1. Heldur løgmaður, at Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum, hevur fyrisitið á fullgóðan hátt í málinum um ógildan av [...] løgmaður at geva boð um at ógilda afturkallingina av nevndu avgerð? Í svarinum til Jørgen Niclasen, løgtingsmann, vísir løgmaður á, at hann hevur biðið Barna- og útbúgvingarmálaráðið um at ummæla teir settu [...] landsstýrismanninum viðgongur, at har eru hendir óhepnir fyrisitingarligir feilir í málinum, so eru hetta tó feilir, sum eru hendir á fyrisitingarligum støði og sum landsstýrismaðurin ikki kann ábyrgdast
o.s.fr. Tað merkir tó ikki neyðturviliga, at vit ikki skulu varðveita tvær brennistøðir í landinum, um tað annars er besta loysnin. Stórar íløgur fyri framman Tað er av alstórum týdningi at vit tryggja [...] kring brennistøðir, men við skiftinum til ringbúskap er neyðugt at raðfesta aðrar framkomnar loysnir. Hetta fer at krevja, at vit gera stórar íløgur í skipanir, sum geva fleiri møguleikar til endurvinning, [...] felags burturkastfelag soleiðis at virksemið kann rekast so skynsamt og effektivt sum møguligt. Verður hetta ikki gjørt, er vandi fyri at íløgurnar skapa óneyðuga høgar burturkastprísir fyri bæði vinnu og borgarar
við silvurmedaljuni. Jógvan Páll Kristiansen luttók í sínari kapping í bólkinum í vektbólkinum -73. Hetta var eisini ein sterk kapping, har tað eydnaðist Jógvani Páll at vinna bronsumerkið. Vit ynskja teimum [...] lukku við góðu úrslitunum. ##med2## Næsta altjóða kapping hjá veteranum er HM, sum verður í Las Vegas um ein mánað, har Búgvi Poulsen (M5 – 81 kg.), Jógvan Páll Kristiansen (M2 -73 kg.) og Jóhannes við Streym
stemningurin rundan um landsliðið er broyttur. Sosialurin kann í dag avdúka, at starvsnevndin og toppurin av Fótbóltssambandinum hava á fundi viðgjørt støðuna á manslandsliðnum. Hetta var eftir øllum at [...] Lettlandi í Riga, har Føroyar taptu 1-0. Sosialurin hevur fingið upplýst, at tað var ósemja á fundinum, um Håkan Ericson skuldu halda fram. Tað eru røddir, sum halda at tað er besta at finna ein nýggjan la [...] Nations League. Brandur Hendriksson bleiv hetjan við framúr frísparki í yvirtíðini. Tað var nógvur gangur um landsliðið, tí Andreas Lava Olsen var úttikin. Eisini hann vísti sítt virði og livdi upp til heiti
sínum egnu meiningum um, hvussu hetta og hatta skal skipast, er sjálvandi teirra íkast til kjak og orðaskifti – men heldur ikki meira enn tað. At tjóðleikhús og samferðsla húsast um eina og somu leið, nýtist [...] rætta pláss! Tað er í øllum førum ikki ein spurningur um, um Havnin skal flytast úr Havn og inn á Skálafjørðin ella aðrar staðir, men bara ein spurningur um at arbeiða væl, tí so finnast dyggar loysnir bæði [...] Tá ið ótrygt er undir fótum, er ráðandi og sjálvsagda áskoðanin, at so ræður um at flyta seg. Hetta er so náttúrligt, at tað man koma undir “gomul alheims heimaráð”. Kendasta dømið man vera svenski námsbýurin
ætlan um kampus til Fróðskaparsetrið. Eitt av høvuðspunktunum í ætlanini var, at eitt livandi og spennandi lestrarumhvørvi er ikki einans á matriklinum hjá Fróðskaparsetrinum - men ymsastaðni runt um í býnum [...] varð um at skapa eitt veruligt lestrarumhvørvi í Føroyum. Síðani er lítið ítøkiligt hent, og eisini afturstig hava verið. Millum annað hevur Tórshavnar Kommuna uppsagt leigusáttmálan við Setrið um Sjóvinnuhúsið [...] býnum, har lesandi og lærlingar kunnu hittast og skapa eitt veruligt lestrarumhvørvi. Hetta kann vera eitt nú lestrarbústaðir, bókasøvn, lestrarkaféir, ítróttarfasilitetir og so framvegis. Vit kunnu bjóða
fyrrapartin, eru 100 milliónir krónur settar av til framhald og projektering av hesi verkætlan. Men, hetta verða ikki einastu krónurnar, sum verða settar av á figgjarlógini tey næstu árini til ein Suðuroyartunnil [...] stigið verður síðan at leggja fram eitt uppskot til løgtingslóg - ella eina sonevnda verklagslóg - um at projekera og fyrireika arbeiðið at byggja tunnilin og bjóða hann út. Tað verður ikki fyrr enn tilboðini [...] til ber at gera eina neyvari kostnaðarmeting av verkætlanini. Tá hendan fyriliggur, fæst at síggja, um politisk undirtøka framvegis er fyri at byggja Suðuroyartunnilin. Í løtuni er einki, sum bendir á,
sum í dag hevur lagt uppskot um fíggjarlóg fyri 2025 fyri Løgtingið. Hall í 2025 Samlaðu inntøkurnar í 2025 verða 7.436 mió. krónur, og útreiðslurnar 7.519 mió. kr. Hetta eru rakstrar-, løgu- og lánsútreiðslur [...] Lutfallið millum arbeiðsmegi og tal av eldri fer at minka komandi árini. Tí eru átøk neyðug, sum bøta um javnvágina millum almennu inntøkurnar og útreiðslurnar, skal tað almenna veita somu tænastur og sama [...] fíggjarpolitiskt regluverk, sum skal vera eitt týdningarmikið amboð at tryggja búskaparliga haldførið. Hetta verður gjørt í stigum og í tøttum samstarvi við allar politiskar flokkar og fakliga ráðgeving. Partar
48 tímar eftir hetta, fyri at tryggja at tú ikki ber smittu við til føroyska flogfenahaldið. Áheitan til almenningin Heitt verður á fólk um at siga Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá, um komið verður fram [...] fram á sjúkan ella deyðan fugl. Hetta er galdandi, um komið verður fram á nakrar (4-5) sjúkar ella deyðar antarfuglar í einum avmarkaðum øki, ella um komið verður fram á fleiri aðrar deyðar fuglar í einum [...] í hvørjum einstøkum føri, um neyðugt er at gera nærri kanning av fuglunum. V egna vanligan smittuvanda verður heitt á fólk, um ikki at nerta við sjúkan ella deyðan fugl. Tó, um so er at deyður fuglur er