at nú vendst ikki aftur - rúsdrekkasøla í Føroyum er komin fyri at vera. Broytingar í rúsdrekkalógini í framtíðini fara helst at snúgva seg um skeinkiloyvini. Skipanin við rúsdrekkasøluni virkar sum væntað [...] ferðir víst á sína ónøgd við, at fleiri skeinkiloyvi ikki verða latin í býnum. Tað vísir seg, at matstovur illa klára seg í kappingini, fáa tær ikki skeinkiloyvi, og sigur kommunan, at skipanin við skeinkiloyvum
dystur hjá landsliðnum síðani frálíka góða avrikið niðri í Spania 11. oktober í fjør, og møguleikarnir fyri einum góðum úrsliti skuldu so avgjørt verið til staðar. FØROYAR hava spælt móti Estlandi einaferð [...] dagin, og við forminum, sum okkara fótbóltsútisetar tykjast vera í í løtuni, skuldu fortreytirnar fyri einum líknandi úrsliti verið til staðar. HETTA summarið verður sum heild nógv merkt av fótbólti. [...] at fylgja við teimum eins og øllum hinum bátsmanningunum. HÓAST Sosialurin sum oftast ger vart við seg sum »blaðið við tí føroyska ítróttinum«, ætla vit okkum eisini at fylgja við HM-kappingini, sum byrjar
og fyri tað eisini danska forsætisráðharranum mugu finna út av. Vit mugu meta um støðuna og vita, hvat tænir Føroya søk best. Vit mugu viga fyrimunir og vansar við at loysa málið sum skjótast fyri harvið [...] fyrstu atløgu burtur frá teimum heimligu viðurskiftunum, sum tó ikki eru minni týðandi og álvarssom fyri tað, so skal landsstýrið í næstum upp til sína fyrstu sveinaroynd. Talan er um samráðingarnar við [...] av flokkunum á tingi til at átaka sær hesa stóru uppgávu kunnu vit bert vóna, at hann verður førur fyri at verja søk okkara men samtíðis eisini vera við til at skapa góð viðurskifti millum báðar ríkispartarnar
lurta og tosa við virðing hvør fyri øðrum. ANNARS kundi tað verið áhugavert at fingið at vita, hvat andstøðuflokkarnir á tingi halda um nýggju støðuna, ið hevur tikið seg upp, nú landsstýrið einki hevur [...] førunum, tá landsstýrini fóru til Danmakar at samráðst fyrst í 90-unum. SJÁLVANDI hevur tað týdning fyri Føroyar at verða reinsaður í bankamálinum og at fáa uppiborið endurgjald. Í hesum sambandi er tað
fótbóltssamstarvið fyri bert at taka eitt dømi. Eingin ivi er um, at nógvir føroyingar fara at troyta møguleikan at vitja Hetland bæði fyri at hitta vinir og kenningar og annars fyri at síggja henda næsta [...] partur av føroyingum stendur fyri, eisini kann vera við til at kveikja lív í aftur eina fjalda og fortrongda hetlendska tjóðskaparkenslu. Hetta verður ikki sagt fyri at leggja seg út í innlendis viðurskifti [...] at sigla uppá Føroyar og Norrøna legði leiðina til Esbjerg, varð hetta hildið at vera skilagott, tí fyri tað fyrsta var tað lættari at koma til og frá Esbjerg til restina av landinum. Harnæst varð mett,
tjóðveldisfloksins, hoyrdi ongastaðni heima. Altíð eitt framstig. Men har er eitt men. Fyri líkasum at slætta sjógvin og fyri at hála í land aftur, sigur Anfinnur Kallsberg við sjónvarpið, at royndirnar vísa [...] tjóðveldisflokkinum fara at gera vart við seg av álvara ella tá formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, sum sami ÓB ongantíð hevur fjalt sína politisku andstygd fyri, fer at reka sosialistiskan almanna- og [...] móttikið av flestu síggjarunum herfyri sum ársins skemtisøga, tá Føroya løgmaður, bar í bøtuflaka fyri niðurgerandi skrivingini hjá partamanninum Óla Breckmann í Dagblaðnum mánamorgunin. Hann hevði verið
politikki, og tað verður áhugavert at síggja, hvussu manningarnar á tingi og í landsstýri fara at klára seg. Vónandi fer nýggja samgongan at liva upp til andan í stýrisskipanarlógini um at taka andstøðuna við [...] o. verri. TÁ hugsað verður um, hvussu viðbrekin okkara búskapur er, og tá vit enn onga trygd hava fyri, at olja og gass finst í undirgrundini, sum kann styrkja búskapin - um somu tíð, sum tosað verður [...] útreiðsluøkiðHelena Dam á Neystabø fer skjótt at sanna, at støðan á Landssjúkrahúsinum og á Almannastovuni fyri bert at taka tvey dømi, er so álvarslig - tí verandi skerjingar og sparingar hava rent hesar stovnar
avbjóðingin Føroyar nakrantíð hava verið fyri, og tá henda vinna kann fáa so stórar avleiðingar fyri okkara samfelag, er taðav stórum týdningi at fyrireika seg væl. Tað er ikki rætt framhaldandi at lata [...] lykilin til ta forstáilsi,ið skal til fyri at gjøgnumføra stórar broytingar í ríkinum. Hann bað um gott samstarv og minti pressuna á hennara ábyrgd. Vit takka fyri ta virðing og tann týdning, sum komandi [...] HÓAST tað er skeivt at halda javnaðarflokkin uttan fyri, og at tað ikki er í tráð við demokratiska andan, at so lítil flokkur sum sjálvstýrisflokkurin fær so stóra ávirkan og umboðan, fara vit - nú samgongan
m, her serliga vinnulívsfólk, sum altíð hava valt flokkin, eru á gosi um, at flokkurin fyri tað fyrsta letur seg draga so langt út á loysingaleið av tjóðveldisflokkinum haraftrat ætlar at lata tjóðvel [...] men vit ivast ikki í, at ein ella onnur loysn verður funnin. Eftir okkara tykki ber fólkaflokkurin seg sera margháttliga at. Tí hvussu kann ein flokkur, sum er javntstórur við annan flokk, krevja løgmann [...] fíggjar- og fiskivinnumálini, og so bangin var Edmund, løgmaður, at hann ofraði partamann sín í Vágum fyri at ganga ultimativa kravi fólkafloksins á møti. SPURNINGURIN nú er, um krav fólkafloksins eisini er
møguleikunum hjá umrøddu stættum. OG nettup fyri at kunna varðveita og menna vælferðarsamfelgið samtíðis sum vit taka størri sjálvstýri, er neyðugt at gera alt fyri at fáa eina vælvirkandi vinnu. Hetta er [...] marknatrætu og eini oljuvinnu eru so álvarsligar avbjóðingar fyri Føroyar, at her mugu breiðir herðar til - her má breið samgonga til fyri at tryggja kontinuitet, fast- og tryggleika. TAÐ hvílir tí ómetaliga [...] Anfinni Kalsberg, samráðingarleiðara í hesum døgum. Ein má seta sítt álit til, at hann er maður fyri at lyfta seg upp um vanliga partapolitiska keglið. Sosialistiskar ræðumyndir á løgtingi ella á fólkatingi