hvussu stórur partur av kostnaðinum fór til almennar veitarar, lønir og privatar arbeiðstakarar. Sambærilig metingarvirði skulu eftir hansara tykki leggjast til grund, eisini tá talan er um maskinur og [...] skrivligan grein 52a fyrispurning um kostnaðin av tunnilsbygging á landi. Dalstunnilin varð latin upp fyri almennari ferðslu 18. juli. Tað serliga við verkætlanini er, at tunnilsliðið hjá Landsverki bygdi [...] bygdi tunnilin. Høgni Hoydal spyr, hvør samlaði kostnaðurin var, og hvussu nógv tunnilin kostaði fyri hvønn metur ella kilometur samanborið við Fámjinstunnilin, Hvalbiartunnilin og tunlarnar Norður um Fjall
Aftanfyri verkini á veggunum eru eisini søgur, vit ikki kenna, hetta skrivar Tórshavnar kommuna. Verk fyri verk fingu fólk innlit í søgurnar, tankarnar og hugleiðingarnar hjá listafólkunum, og hvussu tað var [...] er komin út á veggirnar, har vit øll kunnu síggja hana. Listin kann skapa samleika og gera býarrúm til nakað, vit minnast. Hon kann geva okkum nakað at tosa um og kanska fáa okkum at síggja býin við nýggjum
Nógv verður gjørt burturúr, tá træseglskipini koma til Leirvíkar fríggjadagin hin 21. august, og eitt nú verður undirhald til øll á havnarlagnum. - Komið til eina hugnaliga løtu við mati, aktivitetum og undirhaldi [...] Ókeyps atgongd verður eisini til dansin, har til ber at keypa sær okkurt leskandi, og øll eru hjartaliga vælkomin, verður lagt aftrat. Í Eysturkommunu hava tey gjørt eina skrá fyri seglskipavitjanina, og her [...] her verður sagt, at skipini leggja til bryggju í Leirvík klokkan 17. - Klokkan 17 fara skótarnir at skipa fyri undirhaldi fyri børnum, og millum klokkan 16 og 21 verður høvi at vitja Báta-og Listasavnið
partur í málinum og tí ikki hevur rætt til at fáa skjølini. Hvalur hf. metir hinvegin seg sjálvt og manningina á hvalabátunum sum órættaðan part í málinum. Í umbønini til løgregluna biður Kristján Loftsson [...] hevði svarað myndugleikunum. Millum skjølini, sum mangla, eru altjóða málibræv hjá skipinum og váttan fyri, at AIS-skipanin virkar. AIS-skipanin hjá Bandero hevur sambært Morgunblaðnum fleiri ferðir verið
tunlaskervum og vegakervum. Lógin varð samtykt við 26 atkvøðum fyri og sjey ímóti. Síðan er nýggj samgonga og nýtt landsstýri komið til. Jenis av Rana heldur, at ómetaliga lítið hevur verið at hoyrt um [...] Rana spyr fyrst, um samgongan framvegis stendur aftan fyri ætlanina, sum varð samtykt í februar. Hann vil eisini vita, um landsstýrismaðurin kennir til politiskar ella aðrar ætlanir um at broyta samtyktu [...] av Rana, nær landsstýrismaðurin væntar, at eitt lógaruppskot um Suðuroyartunnilin aftur verður lagt fyri Løgtingið. Fyrispurningurin varð latin Løgtinginum 25. august. Landsstýrismaðurin hevur ikki svarað
grundleggjandi og skal verjast. Ein vaksin borgari skal hava rætt til at ráða yvir sínum egna lívi – eisini rættin til at siga nei til hjálp. Men hvat gera vit, tá eitt menniskja hevur stóran hjálpartørv [...] ella um hon førdi til nakra viðgerð. Og endamálið við hesum er heldur ikki at leggja ábyrgdina á eitt ávíst starvsfólk ella ein ávísan stovn. Men veruleikin hjá okkum er, at eingin kom til okkara av sínum [...] kent til støðuna. Læknar, psykiatriin, kommunan og Almannaverkið kunnu hvør síggja sín part. Tað merkir ikki, at einstøk starvsfólk ikki vilja hjálpa. Tey kunnu øll gera tað, sum liggur innan fyri teirra
og ferðafólk upp av fundamentinum og til havs. Til alla lukku læt eingin lív í ógvusligu hendingini, men nøkur av ferðafólkunum fingu løstir. Trý fólk eru dømd fyri at hava bygt smáttuna - uttan, at hon [...] hon varð nóg væl ankrað í lendinum. Málið um endurgjald til tey fýra fronsku ferðafólkini koyrir framvegis í norsku rættarskipanini. Norska kringvarpið - NRK - hevur skift orð við tvey av ferðafólkunum um
grundgevast fyri, hví víðkomandi eigur at fáa heiðurin. Best er, um víst verður til greinir, bøkur, sendingar ella líknandi sum dømi um góðu miðlingina. Tað ber eisini til at senda slóðir til keldurnar. [...] eins og miðling. • Íkast til at økja um fatanina av gransking fyri samfelagið Evnini til við greiðari miðling at økja um fatanina av, hvussu stóran týdning gransking hevur fyri samfelagið. • Fangandi og [...] heiðurin, er 14. september 2026. Uppskot skulu sendast til Granskingarráðið við telduposti til gransking@gransking.fo Hvør kann verða heiðraður fyri góða miðling Talan kann verða um granskara, miðlafólk
framúr og gjørt ein serligan mun til gagns fyri onnur og fyri bygdina. - Ársins herðaklapp verður handað leygarmorgunin hin 5. september, tá kommunan fer at bjóða til morgunmat í ítróttahøllini. Í Vestmanna [...] Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví viðkomandi persónur ella felagsskapur eigur at fáa heiðurin. Uppskot kunnu latast í postkassan á Bakkavegi 8 - ella sendast til vestmanna@vestmanna.fo, og freistin [...] freistin at senda inn uppskot er mánadagin 24. august. Vestmannadagarnir verða í døgunum 2. til 6. september.
uppskotinum skal grundgevast fyri, hví viðkomandi eigur at fáa herðaklappið, hvat viðkomandi persónur ella felagsskapur hevur gjørt, og hvussu man metir, at hetta er til gagns fyri borgarnar í kommununi. - [...] Ársins herðaklapp verður handað til setanina av mentanardøgunum í Sunda kommunu, sum í ár verða 11. – 20. september. - Við hesum bjóða vit øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa ársins herðaklapp [...] - Uppskotini skulu sendast til sunda@sunda.fo innan á middegi hósdagin 27. august, og uppskotsstillarar kunnu vera ónevndir. Tað verður trivnaðarnevndin í kommununi, sum fer at viðgera uppskotini, og nevndin