okkum at arbeiða fyri, at Føroyar kunnu fáa fullan og javnbjóðis limaskap í norðurlendska samstarvinum. Tað snýr seg um at styrkja felagsskapin og tryggja, at øll norðurlond hava eina sterka og javnbjóðis [...] Johannesen, og danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, taka í dag í felag ímóti stjórnarleiðarunum úr Svøríki, Noregi, Finnlandi og Íslandi. Eisini landsstýrisformaðurin í Grønlandi og á Álandi verða við á [...] tekin um, at Føroyar og Danmark kunnu lyfta uppgávur í felag, sigur Beinir Johannesen við Ritzau. Summarfundurin er eitt árligt tiltak, har norðurlendsku leiðararnir skiftast um at vera vertir og umrøða felags
Skrivstovan skal fyrisita skiftislestur og skiftisstørv hjá bæði føroyskum og útlendskum lesandi og starvsfólkum. – Tað er avgerandi, at ársverkini á Altjóða skrivstovuni verða samsvarandi arbeiðsbyrðuni, sum [...] ikki til at siga, hvussu nógv ein føroyskur Erasmus+-limaskapur fer at kosta. Sambært landsstýrismanninum verður fulli kostnaðurin ikki kendur, fyrr enn formligu samráðingarnar eru lidnar. Tað verður væntandi [...] arbeiða við at tryggja, at mannagongdirnar fyri lesandi og starvsfólk, sum koma til Føroya ella fara av landinum, lúka evropeisku krøvini. Setrið skal eisini taka støðu til, hvørji fak og útbúgvingarøki
ð sigur seg hava royndir við, at tað tekur sera langa tíð at broyta galdandi kunngerð, tá nýggj rúsandi evni skulu á listan. Orsøkin verður mett at vera, at málsøkið framvegis er felagsmál. Sleppa undan [...] málsøkinum, verður tað lættari og skjótari at dagføra galdandi kunngerð um rúsandi evni, stendur í lógaruppskotinum. Yvirtøkan merkir, at føroyskir myndugleikar fáa bæði lóggávuvaldið og útinnandi valdið [...] er alneyðugt, at nýggj rúsandi evni stundisliga verða sett á listan yvir evni, ið einans kunnu nýtast til medisinsk og vísindalig endamál, stendur í viðmerkingunum til uppskotið. Heilsu- og orkumálaráðið
Fjarskiftiseftirlitið fer nærri at kunna um, nær og hvar venjingarnar verða hildnar í Føroyum, og hvussu tilmeldingin fer fram. Fyriskiparar: Í Danmark er tað Styrelsen for Samfundssikkerhed og Beredskab, Løgreglan [...] Tíðindaskriv: Venjingin gevur føroyskum virkjum og stovnum eitt ítøkiligt og ókeypis høvi at royna, hvussu væl tey eru fyrireikað til at handfara eitt netálop, áðrenn tað veruliga rakar. Føroyar eru í ár fyri fyrstu [...] venjing er talan um? Venjingin er verklig og ítøkilig. Luttakararnir fáa høvi at uppliva, hvussu tað kennist at standa mitt í einum netálopi, frá fyrstu teknum um, at óviðkomandi hava fingið atgongd til s
Hann sigur, at landsstýrið tí fer at leggja størri dent á at fáa útlendsk oljufeløg til Føroya at leita. Landsstýrið heldur ikki, at ein føroysk olju- og gassvinna stríðir ímóti ætlanunum um at seta ferð [...] orkufeløgum at leita eftir olju og gassi í føroyskum sjóøki. – Ongantíð áður hevur okkara vitan um føroyska landgrunnin verið størri enn í dag. Tøknin til at leita og bora eftir olju mennist alsamt, og høgi [...] Samstundis ætlar landsstýrið at økja átøkini fyri at fáa útlendsk oljufeløg at leita á føroyska landgrunninum. Rosebank er størsta olju- og gassleiðin í bretskum øki, sum enn ikki er útbygd. Leiðin liggur
har svikarar miðvíst royna at skapa ótta og fáa fólk at bera skjótt at. Boðini kunnu síggja sera álítandi út, vera væl orðað, og tí kann tað vera trupult hjá móttakaranum at meta um, hvørt talan er um [...] følskum sms-boðum og svikroyndum vaksið munandi. Serliga seinasta mánaðin eru álopini vorðin fleiri og snildari. Boðini kunnu síggja álítandi út, og svikarar kunnu bæði misnýta nøvn og fáa tað at síggja út, sum [...] telefonnummari. Í boðunum verða fólk ofta biðin um at skunda sær at dagføra upplýsingar ella gjalda fyri eitthvørt. Samleikastuldur og fíggjarlig tap Fleiri føroyingar hava trýst á leinkini og latið persónligar
ítøkiligt stig í arbeiðinum at styrkja føroysku tilbúgvingina á rúsevnaøkinum. Tað snýr seg fyrst og fremst um heilsu og trygd og um, at vit skulu kunna handla, tá nýggj og vandamikil evni vísa seg, sigur [...] Hetta merkir, at tað kann taka drúgva tíð at fáa nýggj rúsandi evni sett á føroyska listan yvir evni, sum einans kunnu nýtast til medisinsk og vísindalig endamál. – Tað er ikki nøktandi, at eitt rúsandi [...] Arbeiðið við at yvirtaka málsøkið rúsandi evni er komið so væl áleiðis, at lógaruppskotini verða løgd fyri Løgtingið í morgin – fríggjadagin 28. august 2026. Endamálið við yvirtøkuni er, at føroyskir m
Hagstova Føroya hevur ment og kunngjørt í dag. Hetta er aðru ferð, at hagtøl um nýskapan í Føroyum verða uppgjørd. Hagtølini eru ment í samstarvi við Granskingarráðið og eru gjørd eftir altjóða leisti. Ein [...] helvtin siga, at bjóða vørur og tænastur av bestu góðsku (quality leadership) somuleiðis hevur stóran týdning. Tað eru 16 prosent av fyritøkunum sum siga, fokus á menning av nýggjari vøru og tænastu hevur [...] Granskingarráðið skrivar, at meira enn helmingurin av føroysku fyritøkunum eru nýskapandi. Tó eru føroyskar fyritøkur minst nýskapandi av vørum og tænastum. Tað vísa nýggj hagtøl fyri nýskapan, sum Hagstova
veitara. Felagið sigur, at umleggingin í Skotlandi heldur fram. Fiskurin í sjónum verður stigvíst skiftur út við stór smolt frá egnari framleiðslu, og Bakkafrost væntar, at hetta fer at geva betri fiskaheilsu [...] stórar goymslur av fiskamjøli og lýsi. Sambært felagnum væntast goymslurnar at røkka fram til annan ársfjórðing í 2027. Stjórin Regin Jacobsen hevur samstundis ávarað um, at prísirnir á ávísum fóður-rávørum [...] fiskaheilsu, størri vøkstur og lægri lívfrøðiligan váða frá 2027. Samstundis hevur Bakkafrost hækkað metingina fyri fóðurframleiðsluna í ár. Felagið væntar nú at framleiða umleið 175.000 tons av fóðri í 2026,
síggja vit, at fleiri og fleiri gera íløgur í netbankanum. Netbankin er ókeypis fyri allar privatkundar og gevur samstundis atgongd til framkomna íløgupallin, har tað er lætt at keypa og selja virðisbrøv. [...] bæði Føroyum og í Grønlandi, góðum avkasti á eginognini og eisini góðum úrslitum hjá dótturfeløgunum, Trygd og Skyn. Fíggjarstøðan hjá okkara kundum – bæði húsarhaldum og fyritøkum – er góð, og tí síggja [...] Hyggja vit aftur í tíð, so hevur tað loyst seg væl at seta pensjónssamansparingina í íløgur, og avkastið higartil í ár hevur verið gott. Sum dømi kann nevnast, at pensjónir, ið bankin umsitur við 80%