uttanríkisráðið sigur við Ritzau, at tað ikki hevur kunnleika til, at danskir ríkisborgarar eru millum tey saknaðu. Sambært AFP ferðaðust skriðulopið og vatnflóðin næstan 170 kilometrar gjøgnum Nepal. Tibetanski [...] trý fólk staðfest deyð. Tað upplýsa løgreglan í Nepal og kinesiskir statsmiðlar sambært tíðindastovuni AFP. Upptøkur úr einum av raktu økjunum vísa ovurstórar mongdir av vatni og runu, sum við miklari megi [...] bygningar, vegir, bussar og bilar. Sambært amerikanska jarðfrøðistovninum USGS rapaði ein jøkul í Himalajafjøllunum undan skriðulopinum. Tað sendi eina ógvusliga skriðu av ísi og gróti niður gjøgnum ánna
nýggju skipanini er at gera tað lættari og smidligari hjá bátaeigarum at umsita sína streymnýtslu. Samstundis gevur skipanin eitt betri yvirlit yvir nýtsluna. Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at bátaeigarar sjálvir [...] streymnýtslu. - Í sambandi við arbeiðið kann tað koma fyri, at streymstykkini hjá bátunum fyribils verða tikin úr, meðan arbeiðið verður gjørt. Væntað verður, at arbeiðið verður liðugt í komandi viku, siga [...] bátaeigarar venda sær til Klaksvíkar Havn fyri at fáa eitt loyniorð til skipanina. - Haraftrat ber eisini til at fáa vegleiðing og hjálp til skipanina, og vegleiðing sæst eisini um heimasíðuna - www.klaksvik
hesum høpi hevur tað stóran týdning at menna ungar kokkar og geva teimum møguleika at royna seg í einum fakligum og altjóða umhvørvi. AYC gevur teimum bæði fakligar avbjóðingar og íblástur og samstundis møguleikan [...] Har møtir hann vinnarunum úr Íslandi, Norra og Grønlandi. Tað verður spennandi at fylgja Lassa víðari í AYC og síggja, hvussu hann fer at umboða Føroyar og føroyskar rávørur á altjóða pallinum í Íslandi [...] savnaðir og arbeiddu undir stórum trýsti, meðan spentir áskoðarar sluppu heilt nær at køkunum. Til høvið vóru bygdir serstakir køkar til kappingina og gjørdist tað ein serlig uppliving hjá áskoðarunum at kunna
ítøkiligt stig í arbeiðinum at styrkja føroysku tilbúgvingina á rúsevnaøkinum. Tað snýr seg fyrst og fremst um heilsu og trygd og um, at vit skulu kunna handla, tá nýggj og vandamikil evni vísa seg, sigur [...] Hetta merkir, at tað kann taka drúgva tíð at fáa nýggj rúsandi evni sett á føroyska listan yvir evni, sum einans kunnu nýtast til medisinsk og vísindalig endamál. – Tað er ikki nøktandi, at eitt rúsandi [...] Arbeiðið við at yvirtaka málsøkið rúsandi evni er komið so væl áleiðis, at lógaruppskotini verða løgd fyri Løgtingið í morgin – fríggjadagin 28. august 2026. Endamálið við yvirtøkuni er, at føroyskir m
gransking og at byggja upp eitt sjálvstøðugt granskingarumhvørvi. Limirnir í metingarnevndini vóru samdir um, at akademisku og starvsligu avrikini luku allar akademiskar treytir og mæltu til, at Jóhannus [...] hjá Jóhannusi, tá tað ræður um gransking, undirvísing og akademiskt virksemi. Hansara vísindaliga arbeiði fevnir um hav, luft og umhvørvi. Hann hevur eisini víst, at hann er førur fyri at fáa uttanhýsis stuðul [...] fleiri fakum í KT og verkfrøði, og somnuleiðis hevur hann havt ábyrgdina av fleiri bachelor- og masterskeiðum. Í desember 2025 varð hann tilnevndur útbúgvingarleiðari í maskinfrøði og el-verkfrøði á Setrinum
hølunum og fekk høvi at seta spurningar og tosa við leiðarar og starvsfólk. Á rundvísingini sá landsstýriskvinnan millum annað venjingarhølini, sum verða nýtt til endur- og viðlíkahaldsvenjing og samski [...] gav mær eitt gott innlit í tað fjølbroytta og týdningarmikla arbeiðið, sum Almannaverkið ger. Tað var serliga gagnligt at hoyra frá teimum, sum arbeiða við tænastunum í gerandisdegnum, og at síggja, hvussu [...] nýggja bygnaðin og tær ætlanir og mál, sum eru fyri framman. Síðani fekk landsstýriskvinnan høvi at hoyra nærri um virksemið á deildunum Arbeiðsbúgving, Hjálpartól og Tulking og Venjing og Samskiftismenning
sinni. Tað er greitt, nú síðsta bríksl hevur verið í Riga, og máltalvan vísir 2-1. Tað er einki at undrast á, at klaksvíkingar eru ógvuliga vónbrotnir, tí sum seinni hálvleikur leið, sá tað út til, at KÍ hevði [...] mistak, og so skoraði undirmannaða heimaliðið til 2-1. Síðstu minuttirnar spenti KÍ álopsbogan í botn, men tað eydnaðist ikki at vinna upplagda málmøguleikan og at javna. Riga vann 2-1, og nú verður tað Riga [...] Juan Carlos og upplegg frá Árna Frederiksberg, og tá ið heimaliðið so lítla løtu seinni misti ein mann fyri hevnisøku, so var lagt upp til, at tað fór at enda við longdari leiktíð, um tað ikki eydnaðist
sum kommunan hevur at bjóða. Vit gleða okkum at bjóða tykkum á Vestmannadagar og hava roynt at sett eina so fjølbroytta og spennandi skrá saman sum til ber. Við ídnum borgarum og einum virknum vinnulívi [...] geva sítt íkast og taka lut í døgunum, kunnu vit aftur í ár bjóða eina spennandi og rúgvusmikla skrá. Dagarnir verða skotnir í gongd mikudagin 2. september við sangi og litrenning, og hildið verður fram [...] stór og smá. Bakkavegur verður fyri tað mesta karmur um Vestmannadagarnar, har m.a. konsertir, framsýningar, kappingar og framløgur verða á skránni. Tó verður hildið fast í siðvenjuni, har vinnan og aðrir
Mentamálanevndini komandi mikudag, at skjóta upp, at Tórshavnar kommuna saman við fjallasúkklarum og sersambandinum fyri súkkling og triathlon fer at endurskoða ætlanina og kanna, hvørjir møguleikar eru. Hetta [...] fylgjandi býráð hava samtykt at arbeiða við at fáa eina súkklubreyt til fjallasúkkling við Vesturvarða, og hóast peningur er játtaður til verkætlanina, so er tað vorðið greitt, at meiriluti ikki longur er [...] náttúrugøtum, ið kommunan hevur gjørt í og kring býin. Nú undirtøka ikki longur er fyri verandi uppskoti, fer mentamálanevndin og býráðið at endurskoða ætlanina og kanna, hvørjir aðrir møguleikar eru. ##med3##
funnu fakta fram og tordu at standa á odda fyri at verja eitt stað, vit elska. Og tað er júst tað, sum er styrkin í einum fólkaræði: At vit ikki bara góðtaka, men tora at spyrja – og halda fast. Tí tá [...] síggja brikkarnar. Og vit síggja fleiri leikir fram. So til okkum, sum hava staðið saman og torað at verja Vesturvarða: Túsund takk – og takk fyri, at vit stóðu saman, tá harðast leikaði á. Og kanska er hetta [...] ein góður møguleiki at læra av. Mín vón er at Tórshavnar Kommuna framyvir bjóðar borgarum og feløgum við, áðrenn verkætlanir verða gjørdar, samtyktar og pengar játtaðir. Borgarafundir og veruligt samskifti