altíð tí, sum fólk søgdu og trúði á, at verðin var eitt gott stað. Hann bleiv skuffaður av og á, men hesi evnini gjørdu hann føran fyri av nýggjum at hava álit á øðrum, og á hendan hátt at halda áfram. Eg [...] sera væl tónleikin. Í ?95 fór tú á háskúla í Danmark, har tú valdi tónleikin sum sergrein. Heimafturkomin fór tú aftur til skips, men fyri uml. tveimum árum síðan fór tú á Skála Skipasmiðju at arbeiða. Tá [...] sigur tað okkum meir um Hannus, enn okkara orð kunnu. Sangurin er bygdur á filmin, sum er gjørdur yvir kríggið í Vietnam, har ein maður gerst lamin. Brotið er umsett úr enskum »Nógv fólk doyðu; nógv fólk mistu
er 17.50 og eg havi sett meg upp á Viking Club at festa hesar reglur á blað. Túrurin á marknaðinum - gloymdi at spyrja hvussu marknaðurin nevndist, men vit vildu sleppa á marknað, har keypandi var - eydnaðist [...] sleppur at liggja uttan á HMS Belfast. Men 2-mans rúmini er nakað lítil til so nógvar dagar. Tú fært ikki arbeitt inni á rúminum, sum t.d. skriva á telduna, tí so sleppur hin ikki inn á wc, og tá ið tú skalt [...] tekstur eftir Signar á Brúnni við myndum sum Willy Jan Feilberg tók). Seinnapartin var farið á Madame Toussaud og Camden Market (eg haldi vit broyttu marknað), men lat meg fyrst siga, at á marknaðinum var dýrt
Sosialurin loddaði dýpið á Gamla Apoteki: Helena Dam á Neystabø, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, peikaði á Anfinn Kallsberg sum samráðingarleiðara. Tjóðveldisflokkurin peikaði á Høgna Hoydal, og tað gjørdi [...] hvønn floksformannin at tosa við tingformannin á tinghúsloftinum. Tað var kortini ikki torført at meta um, nær næsti maður hevði tørn, tí í vindeyganum á Gamla Apoteki sæst beint niðan í tingið, har ein [...] og hava nú ein møguleika at lata tey standa sína roynd, sigur Helena Dam á Neystabø, sum leggur dent á, at hervið er ikki peikað á nakað ávíst løgmansevni, men bert ein samgonguleiðara, sum er royndur politikari
Jørgin Enghamar á Bjarka Hansen, báðir úr HBF. Í 1. umfari vann Erland Poulsen á Petur Hansen, Heðin Joensen vann á Rana í Líð, Súni Davidsen vann á Jørgin Enghamar, og Gunnar Gregoriussen vann á Aksel Poulsen [...] Jacobsen á Anniku Godtfred og Gurið Poulsen, meðan Elsa og Kristianna Thorkildshøj vunnu á Karin Hansen og Hjørdis Klein. Og í finaluumfarinum vunnu Annika Berg og Guðrun Jacobsen tryggan sigur á systrunum [...] vann Erland Poulsen 15-11, 15-11 á Heðin Joensen, meðan Súni Davidsen vann 15-9, 18-15 á Gunnar Gregoriussen, og endiliga vann Erland Poulsen finaluna 15-8, 11-15, 15-5 á Súna Davidsen. Blandað Í blandaðum
mentamálaráðharri tá, og vit báðir sótu undir liðini á hvørjum øðrum á tí fundinum, minnist fyrrverandi landsstýrismaðurin á Velbastað. Hetta málið var so á skránni, og eg royndi at viðmæla sum frægast og [...] úr rúgvuni m.a. aftur á »Skeyk« í fjør, »Antigone« og »Eitt dukkuheim« eftir Ibsen í 1984, ið bæði varð spældur á føroyskum og íslendskum. Føroyingar fáa stutt sagt roynt seg upp á ein heilt annan máta [...] trúgvi ikki, at eitt einasta norðurlendskt ráð av nøkrum slag hevði persónar á so høgum støði, sum Norðurlandahúsið hevði. Á tann hátt var Húsið óvanliga væl fyri, heldur Dánjal Pauli Danielsen fyri. So
umsitið í framtíðini er sjálvandi ilt at spáa um, men Ólavur setur sítt álit á teir nýggju ungu politikararnar, sum nú trína fram á pallin. ? Eg vóni at teir fara at gera tær neyðugu broytingarnar til tær [...] bæði um at gera barnið, ikki so, spyr hann. Ætlar ikki at gevast á hondum Hóast tað er tógvið stríð, so ætlar Ólavur í Beiti ikki at gevast á hondum. ? Tað verður hetta, sum skriving mín í høvuðsheitum fer [...] Føroyum - mamman, sum hevur foreldramynduleikan yvir barninum. Mammuni berst frá og dótturin verður send á Barnaheimið, uttan at pápin verður spurdur, um ikki hann kann hava dóttrina til umstøðurnar gerast betri
av Jarnskor-brøðrunum á GÍ-liðnum í dag. GÍ hevur so at siga alt fólkið klárt til dystin ? um einki óheppið hendi í steypadystinum móti NSÍ í gjár ? á Svangaskarði. Einasti maður, ivi er um, er Svend Olsen [...] runavíkingar skuldu spæla fjórðingsfinalu í steypakappingini í gjárkvøldið. NSÍ er á odda í 1. deild eftir 3-1 sigurin á GÍ seinasta sunnudag. Eitt 1. pláss eftir at bert eitt umfar er spælt í landskappingini [...] vunnið landskappingardyst móti VB í Vági. Í 1995 vann NSÍ 3-1 á Sumba/VB, sum høvdu eitt felagslið í 1. deild tað árið, men móti VB vesturi á Eiðinum hevur NSÍ enn ongantíð verið omaná. Gert Langgaard breyt
verið strævið altíð at fara upp á hálvari nátt? ? Í grundini trongdi eg ikki so nógvan svøvn. Tá ið eg onkutíð merkti, at eg var troyttur, legði eg meg á ein mjølsekk á gólvinum. Eg sovnaði beinavegin [...] langabbabørn og 2 oldurabbabørn. Flestu teirra hava eitt pláss á vegginum í stovuni og óivað eisini í hjartanum hjá hesum føroyinginum, sum á ein hátt ikki hevur øðrvísi lívssøgu enn nógvir av hansara javnaldrum [...] mánaðin, sigur Martin og smílist. Ein króna um dagin. Ja, hugsa tær. Ein av mansskapinum á Smyrli skaffaði Martini pláss á skipskokkaskúla í Keypmannahavn, og har var hann eitt ár. Komin heimaftur fekk hann
viðurskiftini, men at hon kortini vil halda fast um eitt ávíst støði, m.a. í heilsuverkinum á sosiala økinum og á íløguøkinum, Somuleiðis er tað eisini sera positivt, at samgonguflokkarnir ikki eru farnir [...] Føroyar. Jógvan Sundstein, fyrrverandi topp- politikari í 24 ár dylir ikki fyri, at hann er ein glaður maður í dag. Vit hava spurt hann, hvat hann heldur um nýggja samgonguskjali. Og hesin gamli revurin í føroyskum [...] veljarans, tí fingu hesir flokkarnir ta undirtøku, teir fingu. Hann sigur eisini, at hevur týðiliga merkt á fólki, at tey eru glað um tað, sum er hent og at tað hevur breitt seg eitt bjartskygni ímillum fólk
Jónsveini, Birgiri, Hans Jákup og Eivindi er á skránni og eisini fer Magni Christiansen at syngja onkran sangin. Leygardagurin endar við dansi í bygdahúsinum á Strondum, har Countrybólkurin úr Klaksvík fer at [...] er komið. Bygdastevnan á Skála hevur verið fastur táttur í nógv ár og serliga kappróðurin hevur havt góða undirtøku. Tað er heldur ikki heilt uttan orsøk, tí millum bygdastevnuna á Skála og fyrstu »rættiligu« [...] ikil partur undir ítróttarfelagnum á Skála. Tiltøkini hava umframt kappróður, verið fóltbóltur, hondbóltur, tivoli og ymiskt annað. Men í ár ætlar ítróttarfelagið á Skála at størri breidd skal koma í tiltakið