hevur ongantíð verið um lógarbrot hjá løgtingsformanninum, men heldur um etiskt brot á avtalu. Eg eri í iva, um tað tænir gevandi endamáli at halda fram við verandi blaðkjaki um okkara løgtingsvalskipan [...] annan hátt forbrýtir seg, um hann leggur uppskotið um eitt valdømi fram” og víðari “....Sambært §22 í stýrisskipanarógini, hevur hvør einstakur limur rætt at leggja fram uppskot um løgtingslóg....”. Hetta [...] kunnugt. Sjálvur havi eg ikki sæð nakran tosa um “lógarbrot” í hesum viðfangi, men at løgtingsformaðurin uttan nakað, og uttan at samgongufundur hevur verið um eitt so tíðandi og viðbrekið mál, vitandi, at stórur
leggja síni krøv fram, og eftir tað fær advokaturin hjá KÍ væntandi ein mánað ella so at svara í, so veruliga rættarmálið verður neyvan tikið upp fyrr enn um smáar tveir mánaðir. Um so semja fæst í málinum [...] ikki til at meta um. Men hugsandi er, at saksøkjarin fær viðhald, og so er spurningurin, hvussu pengakassin hjá KÍ fer at klára eina slíka uppgávu. Men fyribils sleppur Tony Paris so undan at stilla eina [...] somuleiðis greitt, at hetta krav skal setast fram á fyrsta rættarfundi, og tað varð tað ikki. Advokaturin hjá Tony Paris, Jens Wang, førdi eisini hetta fram á fyrireikandi rættarfundinum í morgun, og dómarin
eisini er um útidyst móti Mjølni, so hóast grundspælið ikki hilnaðist heilt so væl, sum sørvingar annars høvdu ætlað, so er teirra leiklutur langt ífrá liðugur. Ikki minst, tá hugsað verður um, at teir [...] endaði við, at Fram brádliga hevði sníkt seg fram á oddasessin. Um tað skal eydnast SÍ at sníkja seg í oddin í ár, skulu vit lata vera ósagt, men enn hava teir ikki heilt slept endanum, og so leingi vónin [...] teir sær at vinna. Hóast munurin í tølum kanska ikki var so sjónligur, so hekk spælið hjá sørvingum betri saman, og tað tóktist heldur ikki, sum um havnarmenninir høvdu nakað mótvápn, tá teir í løtum vórðu
og sjálvur hevur hann so ikki vilja skapt nakran illvilja við hesum. - Fyrst og fremst, so er eitt formligt mistak farið fram, tí undirskriftin hjá dómaranum er ikki á skjalinum um dystarflyting, og tað [...] játtan um at flyta dystin, áðrenn eg gav boð um at spæla sunnudag, men tað hevði so sínar orsøkir, sum annars eru óviðkomandi. - Hartil skal tó eisini sigast, at á fundi við feløgini var semja um, at so [...] avgerðin varð send víðari, so eg haldi ikki, at málið skal verða orsøk til so øgiliga øsing sigur Karl Vidtfeldt at enda. Um dystin er annars at siga, at báðir partar eru á leið so væl fyri, sum tilber. Hjá
varð ynski sett fram um, at hava familjuterapi eisini, so her eru fleiri viðurskifti, sum eiga at verða tikin upp til kjak, heldur landsstýrismaðurin. Frætta niðurstøðu Í sambandi við málið um unga drongin [...] hálvum øðrum mánaði síðani ella so vóru fólk frá almanna- og heilsumálastýrinum á vitjan á Heilbrigdinum, har endamálið var at fáa eina kunning um virksemið, sum fer fram á stovninum. Ætlanin er somuleiðis [...] og kjakast um í longri tíð, og vil eg undirstrika, at onki av hesum er íkomið av málinum um sorgarleikin á Heilbrigdinum í 1997, sigur landsstýrismaðurin. Ákoyringar hava verið frammi fyrr um, at viðge
betri enn Fram í dag. Síðsta vikuskiftið vunnu vit á ÍF, og í dag vinna vit á Fram, so um vit halda fram við hesum, so kann tað røkka heilt langt hjá okkum í ár. Vit eru longu í steypafinaluni, so málið hjá [...] halda ikki avtalurnar Vit fingu eisini orðið á hevaran hjá Fram, Hans Fróða Jensen. Hann var ikki nøgdur við innsatsin ímóti Mjølnir og helt, at Fram tapti fyri einum betri liðið henda dagin. - Okkara avtalur
Hesum er Reimund Langgaard samdur í. - Um løgmaður lýgur kann hann ikki halda fram sum løgmaður. Tí mugu vit fáa staðfest um tað er rætt sum Rúni Joensen førir fram, sigur Reimund Langgaard. Reimund heldur [...] - Tað er als ikki nøktandi um løgmaður lýgur, og kanningarstjórin eigur at framskunda avhoyringina av løgmanni, so vit kunnu fáa greiðu á hesum málið. Ósvarað kann tað so ikki standa, sigur Reimund Langgaard [...] samfelagið kann ikki bíða inntil august/september eftir at frætta, um løgmaður veruliga hevur logið, eins og Rúni Joensen førdi fram í dag í Føroya Rætti.
Javnaðarflokkurin, sum nú leggur uppskot fram um málið. Talan er um sama uppskot, sum fall fyri einum ári síðani, men Javnaðarflokkurin leggur tað nú fram einaferð aftrat, so allar manningar á føroyskum skipum [...] føroyskum sáttmála. Tað ætlar Javnaðarflokkurin at tryggja við eini broyting í lógini um vinnuligan fiskiskap, so treytin fyri at fáa og varðveita fiskiloyvi er, at manningin verður lønt eftir teimum sáttmálum
frammi um einar tríggjar vikur ella so. Tó so, onkuntíð gongur ikki eftir vild og tað gjørdi tað ikki seinast ÍF a og Fram hittust. Tað var í Eysturskúlanum fyri góðum tveimum vikum síðani, tá Fram vann [...] tað var Fram, sum læt seg ávirka mest. So var at halda fast Triðja sett endaði við sama settúrslitið, sum annað sett. Fuglfirðingar byrjaðu best, men Fram kláraði betur at fylgja við í byrjanini. So kom stígur [...] dystin 3-0, men settini vóru ikki so ójøvn kortini. 16-14, 15-10 og 15-10 vóru settúrslitini og sum tað skilst, so var tað rættiliga javnt. Sum tað sæst á tølunum omanfyri, so var tað sera javnt í fyrsta setti
er væl hugsandi, at hann ikki fær hildið fram. Um so er, so er spurningurin, um Víkingur framvegis verður einasta Formula-felagið við útlendskum venjata, ella um felagið finnur sær eina føroyska loysn. [...] enjari, so gongst illa at fáa rætta stemplið á pappírini. Enn er tó meira enn eitt samdøgur, til pappírini skulu latast inn, og tá fæst at vita, um venjarin kann halda fram. Men sum skilst, so hevur venjarin [...] fótbóltsfeløgini lata FSF váttan um, at øll ásett krøv til feløgini eru lokin. Millum hesi pappír skal váttan um UEFA A-lisens hjá Formula-venjarum eisini vera, men spurningurin er, um GÍ megnar at koma við rætta