uttan eftir, og ikki minst varnast fólk við, at tað fer at verða nógv, nógv verri. Øll vita vit eisini hví: alheimsgerðin. Av hesum sama koma til okkara nútímans tól og hugsanir, ið føroyskt, eins og onnur [...] august. Í 2005 skrivaði eg ritgerð um føroyskt mál og støðu tess. Eins og í kanningini hjá í Lon Jacobsen, fann eg svar, ið peika í báðar ættir: tvs. bæði fyri og ikki-fyri purismu. Eg havi gjørt mær heiti [...] einki um Málnevndina og søgdu seg ikki kunna siga nakað um hana og arbeið hennara av tí sama. Og tað haldi eg, at vit eiga at gera okkurt við! Nógv fólk varnast soleiðis við málið og sterka árinið, ið hevur
Vági, fór longu í 1945 til Íslands at arbeiða og fall hann sera væl til har. Seinni fór hann aftur til Føroyar og fann sær konu úr Hovi, Maria. Stutt eftir fluttu tey til Íslands og settu búgv í Kópavogi [...] skip, serliga føroysk, við andaligum tilfari og í tí stilla lagt eftir seg ein vitnisburð um sín Harra. Á møtunum, ið eru á Sjómansheiminum hvørja viku, hevur hann havt sítt fasta pláss, og sum oftast tekur [...] kenna, og tað eru vit sera takksom fyri. Vit ynskja tær hjartaliga tillukku á 90 ára degnum og Guds ríku signing framyvir. Takk fyri títt trúfesti øll hesi mongu árini og tað tú hevur lagt eftir teg til
handrit liggja eftir Bruun Eftir at Gudmundur Bruun var deyður, skrivaði kona hansara Edel Bruun til mín, at eftir Gudmund Bruun lá m.a. ein týðing til føroyskt: »Kristi eftirfylging«, eftir týska prestin [...] bumbaðu sundur og saman. Heima sótu vit við ótta og vistu ikki, um Jóhan var livandi ella deyður. At týskararnir løgdu á at bumba Kristiansund var tí, at Hákun, kongur og fylgi hansara flýddu og krógvaðu seg [...] Føroya at vitja eftir krígslok 1945. Føroyingar í Danmark høvdu sent hann heim. Teir hildu, at hann átti at søkja prestaembætið í Suðurstreymoy, sum tá var leyst, og verða próstur í Føroyum eftir J.Dahl, sum
varð studentur í Høng 1922. Hon tók seinni keypmansskúlaprógv í týskum og enskum og handilsháskúlaprógv í enskum. Árið eftir, 1923, tók Hjørdis Djurhuus, dóttir Janusar, studentsprógv í N. Zahles skúla [...] við novemberskipinum og var soljóðandi, at Elinborg skuldi sleppa at ganga til timar og njóta somu rættindi sum aðrir næmingar og hava somu skyldur. Hon tók fegin móti tilboðnum og fór at ganga til tímar [...] máli; og har er sanniliga nógv at gera; tygum nevna eina ABC-bók, ja hon er púra neyðug, um ein vil hava ávirkan á tey ungu, og tey gomlu høvdu eisini havt gott av at lært seg at lisið føroyskt eftir einari
frægd at lurta eftir rødd og framburi hansara. Hetta eru tali- og ræddarvenjingar í praksis. Lurtið eftir hvussu hann framber spanskt-klingandi ?d? í Madrid! Runt, bleytt og deiligt. Nasalt og elegant eisini [...] karmar og sangir at halda seg til. Og hartil eru fleiri av sangunum kendir og vælumtóktir. Eitt nú ?Juanita?. Ein sangur sum kann verða kollveltandi og spanskt-klingandi, men eisini tannleysur og lítið [...] tónleikur og samanspæl. So nógv er kínt fyri ljóðinum, frábrigdum og smálutum, at ein má nýta orð sum ljóðmynd og kanska ljóðlandslag. Hetta er ein karmur máldur upp av sonnum arkitektum og landslagsmálarum
innan úr Heiðunum og Kristian Djurhuus, sum m.a. var løgmaður Føroya 1950?59. 13. januar andaðist Johan Frits Djurhuus. Í hjúnalagnum hjá Esther og Johan eru børnini Helena, Kristian, Høgni og Elin. Við Johan [...] tíðarbilum sera strævið og krevjandi, tí hetta eru málsøki, sum mangan hava gjørt næturnar langar og dagarnar í so strævnar fyri at fáa tingini at rigga. Ofta var læknatrotið ovurstórt og ferðasambandið hartil [...] greitt og snøgt. Tá Johan í 1987 legði frá sær sum skrivstovustjóri og tók sær meira av løttum, hóast hann støðugt hevði onkrar uppgávur, var hann meira enn so at síggja í bønum í vásaklæðum, og tá tyktist
hittast føroyingar til álvara og gaman. Har gista skúlanæmingar, sjómenn, og annars vitjandi úr nógvum londum. Vetrarhálvárið er friðaligt, við nøkrum fastbúgvandi næmingum, og annars vitjandi, sum tørva [...] áhugaðir í føroyskum politikki, og serliga í spurninginum um samband ella loysing. Høvuðsgrundin var, at fleiri av teimum uml. 300 føroyingunum sum búgva í Reykjavík og har umleiðir, eru áhugaðir í føroyskum [...] limir. Har kunnaðu tey m.a. um, at undirritaði skuldi vitja og hava møtir. Samstundis boðaðu tey frá, at valkvøldið skipaði føroyingafelagið og sjómansheimið fyri hugna á heiminum, har fylgjast skuldi við
øll meira og minni samd um, at so uppøstur og ógvisligur sum politiski terror-stemningurin varð blivin í sambandi við tey hatsku álopini á Danmark og føroysk samríkisfólk, var valla ivi um, at hetta var [...] tigandi drýpa høvur og minnast! Hetta kann fáa uppvaksandi ættarlið at hugsa seg um, og erkenna, hvussu spinkult demokratiið er, og hvussu skaðilig politisk fanatisma, einoygd fundamentalisma og totaliterir [...] stutt niðanfyri fundarhøli javnaðarmanna! Hetta hendi stutt eftir, at Petur Mohr Dam og aðrir leiðandi javnaðarmenn høvdu sitið í fundarhølinum og arbeitt. Tað var eitt Guds undur, at eingin mannskaði hendi
í samfelagið. Her hugsi eg fyrst og fremst um miðvísa undirvísing í máli, mentan og samfelagi. Kvinnurnar mugu læra eitt líkinda føroyskt, læra um føroyskar normar og virði, læra um hvussu føroyska samfelagið [...] vera á breddanum hjá Javnstøðunevndini og øðrum, ið vara av socialari og kynsligari javnstøðu í Føroyum. Hugskot úr salinum eftir fyrilesturin Eftir framløguna komu nógv áhugaverd sjónarmið frá áhoyrarunum [...] Norðurlond, og her eru menn í yvirtali seinnu árini. Serliga er talan um fólk frá eystureuropeiskum londum, ið flyta til Føroyar, tó at Stórabretland eisini er væl umboðað. Eisini úr Afrika og Amerika er
eru 13 ár. Og hví skulu tey tað, tá tey ikki gera tað í enskum ella donskum? Tað er ótrúliga ræðandi at hugsa sær, at vit geva børnunum eina fatan av, at tað er føroyskt og ikki danskt og enskt, sum er [...] tímdu at lesa: Frændaleysur og Krypilin minnist eg sum bøkur, sum vit klandraðust um og lósu upp í saman, tí ongar aðrar vóru. Vit lærdu skjótt, at danskt var kul, og føroyskt stinkaði. Í kanning, sum júst [...] børnini og teirra fatan av føroyskum sum lærugrein og máli, at tey lesa gamalt tilfar?. Tannáringar flestir seta spurnartekin við tilveruna, mørk skulu roynast og toyggjast. Sambandið við vinir og hitt kynið