a vestan fyri Hetland, so er greitt, at dagurin 26. november fer í søguna, sum tann, ið loysti upp fyri nógvum. Tá kundu tey mongu fólkini, sum hava verið við í oljuleitingini her, kenna seg løtt um hjartað [...] týdning fyri framtíðar samvinnuna millum bæði londini, at vit fáa eitt sakligt og rímuligt úrslit burtur úr marknasamráðingunum. Tað sær ikki mætari út enn, at okkurt heilt serligt skal til fyri at sleppast [...] hósdagin varð fyrsta oljan pumpað umborð á stóra flótandi oljuskipið Petrojarl Foinaven, sum liggur fyri akkerði bert fáar fjórðingar frá føroyska fiskimarkinum. So nær er skipið, at føroysk fiskiskip, sum
at skapa eina kreppu fyri at fáa »fjalla-apurnar« at skilja álvaran. HENDA væl tilrættislagda verkætlan sýnir ein vanvirðisligan hugburð ímóti føroysku tjóðini, sum ikki sømir seg einum rættarsamfelagi [...] hevur samtykt at virka fyri eini sjálvstýrislóg. JAVNAÐARFLOKKURIN hevur ikki samtykt, at hann er sinnaður at loysa frá Danmark, og tað vóru ikki nøkur tandur, sum samtyktu at virka fyri nýggjum sáttmála við [...] orðaskiftinum um tjóðskaparspurningin, enn at sleingja um seg við ósannindum, vísir einaferð afturat, at Dimmalætting og Sambandsflokkurin ganga við bindi fyri eyguni og har er sama hugsjónarloysi sum allar dagar
seminar hevur verið hildið fyri politikarunum. Eisini hevur verið nakað av orðaskifti, tó at hetta ikki hevur verið nógv. EINGIN ivi er um, at oljulóggávan fer at hava stóran týdning fyri framtíðina hjá hesum [...] týdningarmikið, at okkara politikarar kunna seg væl við allar tættir í málinum og virka út frá hesum. Her skulu leggjast lunnar undir framtíð okkara og fyri okkara eftirkomarar. Tí hvílir stór ábyrgd á [...] teim ymsum pørtunum í lógini einaferð ov nógv enn einaferð ov lítið. Hetta er einª so stór avbjóðing fyri okkara lítla samfelag, at vit mugu brúka ta tíð, sum er neyðug. Men harfyri er ikki sagt, at nøkur
hvat vit hava at takka grønlendingum fyri, tá tað snýr seg um at troyta teirra fiskigrunnar. SÍÐANI virksemið í Føroyingahavnini datt niðurfyri og einki útlit var fyri at menna hetta av nýggjum hevur tað [...] nógv at læra hvør av øðrum. Okkara lutur sum smátjóðir, ið vilja verja mál, mentan og sereyðkenni fyri ikki at tosa um náttúruna og umhvørvi annars, er at hittast oftari til at tosa um viðurskiftini. Bert [...] minst taka útgangsstøði í tí menniskjansliga og umhvørvinum. Tað er hetta, sum skapar fortreytina fyri øllum øðrum, nettup hetta at vit eru serstøk fólk við egnari mentan, máli og livihátti. Væl skulu
flogvøllinum! Hvussu við undirsjóvartunnlinum! Hvussu við Skotlandssiglingini og hvussu vit tippingini fyri bert at taka nøkur av málunum fram. TAÐ er einki dulsmál, at løgmaður ikki er lættur hjá føroysku [...] honum spurningar, so virkar demokratiið ikki. Sosialurin hevur m.a. roynt at fáa løgmann at úttala seg um flogvallarmálið tvs. ætlaðu útbyggingina av flogvøllinum í Vágum. Tað hevur ikki eydnast okkum at [...] til, at einki hendur í spurninginum um ætlaðu leingingina av flogvøllinum! Danir hava jú sagt gott fyri eini útbygging, sum teir sjálvir gjalda. Men bíðað verður eftir løgmanni, sum yvirtók málið eftir
fara at vísa seg sum góð umboð fyri Føroya land. Hóast tað er farið, so ber eisini til at minna bretar á leiklut føroyinga undir seinna heimsbardaga. Hví ikki bjóða Blair til Føroya fyri tað! [...] Við øðrum orðum biðjur løgmaður starvsfelaga sín í Danmark um at seta seg í samband við Tony Blair, forsætisráðharra í Bretlandi fyri at fáa hann at taka málið upp. ÆTLANIN er so, at teir tríggir skulu hittast [...] til at fingið góð viðurskifti við Føroyar við tí fyri eygað at bæði londini so avgjørt hava nógv at samvinna um bæði í sambandi við olju og aðra vinnu. Fyri ikki at tosa um mentanligar økið. Hví ikki í andanum
og umboð fyri Fíggingargrunnin, sum vitjar í Føroyum, hava í kvittanum. Tað má so vera okkara vón, at formaðurin í Fíggingargrunninum, sum annars er slektaður úr Bø og higartil hevur víst seg at hava eina [...] londini. OG Knud Heinesen veit, hvat rørir seg í føroyska samfelagnum. Hann veit eisini, at hóast nógvir danir halda, at føroyingar bara vilja geva Danmark skyldina fyri støðuna í Føroyum, so er hetta ikki allur [...] framtíðini - um ikki teir seku í Danmark, tað verið seg banki ella politikarar vísa angur í orðum og verki. VIT teljast millum teirra, sum bera ótta fyri, at alt hetta skal detta á gólvið. Vit kenna okkum
hugsan uttan at skula ?útlevera? seg sjálvan er einasta høvið hjá tí meiniga manninum at kunna seta seg upp ímóti órættvísi, eru vit ikki samd. Uppá longri sikt er tað best fyri allar partar, at tann, sum hevur [...] taka hetta stigið fult út. Frá í dag verða dulnevnd lesarabrøv ikki longur at síggja í Sosialinum. Fyri at fáa brøv ella viðmerkingar við í blaðið skal fult navn undir. ViÐ hesi avgerð bróta vit ein aldargamlan [...] hetta stigið. Vit kunnu so bert vóna, at onnur fylgja í hesi slóð. VIT gera hetta fyrst og fremst fyri at hækka støðið í bløðunum. Hetta fer so eisini at gera tað almenna orðaskiftið meira sakligt. Nógv
skuldu brúkast sum partur av valstríðnum. Altavgerandi fyri løgmann hevur verið at seta upp leikir fyri og eftir landsfundin í sínum egna flokki. Fyri loksins at enda við dómadagsdegnum, 30. apríl. Tá gongur [...] dag. Ta søguna skulu vit lata liggja her. Hana kenna við til fulnar. LØGMAÐUR kundi fyri langari tíð havt skipað fyri orðaskifti í løgtinginum um bankamálið. Men honum líkt hevur hann hildið lágan ella [...] Føroyum. Tað er væl tí, at tit eru í landsstýri saman, ella hevur tykkara landsstýrisarbeiði bara seg seg um at fáa sum mest burtur úr til fólkaflokkin og sektina á Føroyar? Hví hava tit fólkafloksmenn ikki
at løgmaður kendi seg illa við, at hann tók seg aftur og fjaldi seg. Men hvat ger hann. Jú nú dittar sami maður, sum segði seg frá sum samráðingarleiðara, tá óstóð, at proklamera seg av nýggjum sum sa [...] okkara fyrimun, og sleppur landsstýrið framat og kortini einki fær burtur úr fyri valið, so fær aftur andstøðan skyldina fyri at hava forplumrað málið. Og sjálvandi fær javnaðarflokkurin høvuðsábyrgdina [...] tveir flokkar kunnu vera so ?skrupulleysir? og so ábyrgdarleysir - soleiðis sum teir í løtuni bera seg at í banka- og skuldarmálinum - tað hevði fáur torað at droymt um. TAÐ var einaferð ein løgmaður, sum