Eysturoy. Annars kann Scot Christensen ikki verða almennur føroyameistari í tennis. ÍSF-reglurnar siga, at spælari sum ikki hevur búð fast í Føroyum í minsta lagið 2 samanhangandi ár, ikki kann gerast almennur [...] reglur galdandi fyri útlendingar. Tennisfelagið hevur ikki sjálvt slíkar reglur, og hava tí avgjørt at finna alemenna føroyameistaran í næsta kappingini hjá felagnum, Niels L. Arge Open. Tekning til næstu
Orsøkin var at Gunnar Guttesen og Hans Justinussen, vanliga nevndur Hassi, høvdu arbeitt hjá býraðnum í yvir 40 ár. Gunnar Guttesen, ið er 65 ára gamal, er føddur og uppvaksin í Havn. Sum ungur arbeiddi [...] tíðina koyrdi hann eina maskinu í grótbrotinum undir Varða. Síðan 1964 hevur hann havt sum fast starv at koyra lastbil hjá býráðnum. Gunnar er giftur við Ragnfríð, f. Samuelsen, úr Klaksvík og eiga tey sjey
droymandi. Á veg heim ígjøgnum gøturnar í Havn, fara Oscar og Guðrun inn í Reyðukiosk at keypa tað longsta bommið, sum er at fáa. Meðan Oscar tosar við eina konu, stendur knappliga ein lítil maður framman fyri
himmalsins fuglar reiður, men menniskjasonurin eigur ikki so mikið sum hann kann leggja høvur sítt at. Tað einasta sum Jesus átti av týdningi var ein kyrtil, men hvussu hann hevði fingið hann, vita vit [...] langafríggjadag kundi ein syndari fara heim frá Golgatha ílætin Jesu kyrtil. Nú er tað ikki frelsa at hava borið Jesu kyrtil. Men hann er eitt bílæt upp á tann klædning sum tú mást eiga, um tú skal verða
halda gullbrúdleyp. Elisabeth er fødd Fredriksberg og ættað av Strondum. Sum ung kom hon til Havnar at tæna og arbeiddi síðani á telefonstøðini eitt skifti. Alt teirria lív saman, hava tey fingist við [...] heim hevur altíð verið opið fyri bæði kendum og ókendum. Tey eru sera umhugsin fólk og ganga høgt uppí at gleða fólk til føðingardagar og merkisdagar. Eyðkent fyri tey er teirra hjartalag fyri teimum, sum
tað fyri gott. Sjálvur havi eg siglt sum skipari við frakt til Føroyar og lastaðu vit altíð soleiðis, at vit kundu avskipa í teimum havnum, vørðan var til. Nú skal alt avskipast í Havn og síðani koyrast runt [...] skal. Fiskaflutningur er nógvur, og skuldi skip verið til henda flutning »ikki passagerskip«. Hopi at hoyra onkra viðmerking, so mann kanska sær eina meining í tí, sum nú fer fram.
Danska meistarafelagið, Brøndby, boðaði mánadagin frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við svenska landsliðsleikaran, Andreas Jacobsson. Sviin er verjuleikari, og verður tí ein av kappingarneytunum hjá [...] smáskaddur, og hevur tí ikki luttikið í venjingunum seinastu dagarnar. Hann er tó blivin so mikið frægur, at hann leikti annan hálvleik ímóti koreanska liðnum. Málið hjá Brøndby skeyt ungi Jonas Kamper.
Fiskivinna At kapping er um fiskin, sæst á øllum uttanlandssølunum seinastu tíðina. Skip sigla á útlendska marknaðin, og fiskur verður landaður í Føroyum og sendur av landinum. Summi skip leggja ein part [...] part av veiðini upp í Føroyum og fara at landinum við tí partinum, tey vænta loysir seg best. Línuskipið, Jógvan Norði, landaði fríggjadagin eini 50.000 pund av eitt nú toski og brosmu í Saltangará, men
kappingini varð mett sum veikasta liðið í kappingini. Tað tók heldur ikki langa tíð hjá Azzuri at sannføra um, at hetta var ein løtt uppgáva fyri teirra viðkomandi. Stóri maðurin var sum ikki eina ferð Christian
20 listarfólk, ið hava fingið játtað starvsløn í ymisk tíðarskeið. Geografiskt kann ein róliga siga, at starvslønirnar eru flest allar endaðar í høvuðsstaðarøkinum. 13 av teimum 20 starvslønunum eru endaðar [...] endaðar í Havnini, meðan fýra eru latnar listarfólkum í Keypmannahavn. Tað sigur so mikið sum tað, at bert tríggjar starvslønir eru latnar listarfólki á bygd, og er tað ávíkavist í Kaldbak, Klaksvík og Saltangará