hava ráð at seta búgv? At eiga sín egna bústað er størsta íløga og harvið størsta kapitaluppsparing fyri fólk flest ( Sí stutt video ). At hava møguleikan at seta búgv hevur verið ein grundleggjandi rættur [...] skulu tey, sum seta búgv nú, brúka nógv meir av síni tøku inntøku til bústað, enn tey, sum settu búgv fyri 10 árum síðani. Lønin er ikki tvífaldað síðstu 10 árini. Hetta gevur eina fíggjarliga ójavnvág sum [...] l til “the usual suspects”? Bústaðir – okkara almenna felag við leiguíbúðum – varð sett í verðina fyri at fáa fjøllbroyttari bústaðarmarknað. Hugsanin var at skapa dynamikk, m.a. soleiðis at eldri fólk
møguleikar fyri vandamiklum støðum og málmøguleikum við sær, men Teitur Martas Gestsson í HB málinum fekk seg ongantíð av álvara royndan. HB spælararnir vóru lættir, tá ið Dagfinn Forná bríkslaði fyri síðstu [...] nógv fyri, og at ætlanin var at skora fleiri mál og harvið beinanvegin at punktera dystin. Tað vóru onkrar spentar støður, og eitt nú bjargaði Tórður Thomsen meistarliga, tá ið Mikkel Dahl royndi seg úr [...] var hálvrunnið vóru tað tekin í sól og mánað um, at toftamenn ikki høvdu ætlanir um at leggja seg niður fyri at avmarka tapið. B68 bjóðaði av í álopspartinum, og sum seinni hálvleikur leið, so vóru gestirnir
stórur familjudagur fyri tey, har eisini ommu- og abbaørnini vóru við, saman við hópin av øðrum fólki. Eisini var snotiliga og prýðiliga snekkjan, Christian í Grótinum víst fram fyri fólki á sjómannadegnum [...] tí avbera væl smakkandi makrelinum. Grillmeistari er Poul Huus eina mest, sum rættiliga hevur lagt seg eftir at roykja makrel og aðrar fiskavørur. Men Kristian Martin dámar sanniliga væl at hava ein fingur [...] Jú, hetta er sanniliga ein stórur dagur hjá Kristian Martin og konuni, sum duga at seta øll segl fyri, at alt eydnast væl – og tað gjørdi tað sanniliga. Tey meta, at eini 4000 portiónir av makreli og
Brandur H. Olsen fekk 35 minuttir á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir í Fredrikstad vóru fyri stórtapi 0-4 móti Brann Bergen frammanfyri 9.147 áskoðarum á leikvøllinum í Fredrikstad. Undan dagsins dysti [...] 16 mál í 18 dystum í deildini, men í dag skrædnaði tað seinastu 20 minuttirnar. Brann Bergen legði seg á odda 1-0 beint undan steðginum, og í seinna hálvleiki skutu bergensarnir trý mál upp á 14 minuttir [...] síggja hæddarpunktini frá norska TV2 frá dystinum. Fredrikstad er nummar fimm í deildini við 31 stigum fyri 19 dystir. Molde á fjórða plássinum hevur eisini 31 stig, so Fredrikstad er ikki langt burtur frá
og har savnast stór fjøld – ja, so stór, at ein ikki skuldi hildið, at rúm var fyri teimum, men hjá Sævari er altíð rúm fyri einum afturat. Millum Sjónvørp, sundurtikin radio, antennur og loddi-aparat, hugna [...] góð orð og tryggleika, eisini hava fingið førleika í guitarspæli. Samkoman lýsir seg sjálvan við hesum orðum: Vit brenna fyri at møta tí einstaka menniskjanum og verða stuðlandi, hjálpsom og vegleiðandi og [...] arbeiðið, ið Sævar her hevur lagt í VB, kann ein ikki metast nóg høgt. Evnini at savna fólk kring seg og harvið at skapa, hevur altíð klári og hjálpsami sølumaðurin og radiomekanikarin eisini víst á verkstaði
hjá 20 ára gamla Emil Weihe Joensen í ár. Fyri tveimum árum síðani var hann ein av stuðulsspælarunum á Skála. Úrslitið ber við sær, at EB/Streymur lyftir seg upp á 13 stig. Tað er eitt stig fram til Skála
september fer B36 at spæla á heimavølli ímóti NSÍ. Úrslitið í tí dystinum fer at hava stóran týdning fyri, um tað verður B36 ella NSÍ, sum fer at enda á fjórða plássi. Í dag var B36 greitt omaná í Fløtugerði [...] legði heimaliðið undir trýst. ÍF vardi heilt aftarlaga, og tí var tað torført hjá heimaliðnum at vinna seg í álopsstøðu. B36 fekk bara eitt mál úr stóru yvirvágini í fyrra hálvleiki. Tað skoraði miðvallarin
Úrslitið av grannauppgerðini við Margáir í dag kann fara at vísa seg at vera avgerandi fyri, hvussu tað verður við lívinum hjá EB/Streymi og Skála í bestu deildini. Skála hevur 14 stig og er fýra stig [...] við í dag. Hann hevur ikki verið við fleiri tær seinastu ferðirnar, tí hann er fluttur av landinum. Fyri EB/Streym er tað smeitur, at miðvallarin Virgar Jónsson er so mikið skaðadarvaður, at hann er á beinkinum
Tað hendir í kjalarvørrinum á, at smitta nú breiðir seg til lond uttan fyri Afrika, eitt nú til Svøríkis, har ein tilburður varð staðfestur í vikuni, skrivar Heilsustýrið. WHO heitir tí á heimsins lond [...] at vera á varðhaldi og herja eftirlitið við mpox-smittuni, umframt at samstarva við at deila dátur fyri at fáa eina fatan av smittuspjaðingini. Mpox er ein virussjúka, ið er tætt skyld við pokur, sum vóru [...] Klade I, sum er hin álvarsligara smittan, er í Miðafrika, og klade II í Vesturafrika. Smittutølini fyri báðar sjúkurnar eru í løtuni vaksandi, og er tað serliga støðan við klade I í Lýðveldinum Kongo, sum
síðan ukrainskar herdeildir tóku seg inn í Kursk-landslutin í Russlandi. - Brúgvar verða oyðilagdar fyri at forða russum í at flyta nýggjar herdeildir til økið og fyri at oyðileggja russiskar veitingarleiðir [...] russiskur bloggari í gjár legði út myndir, sum at síggja til eru av somu brúgv, sum ukrainar siga seg hava oyðilagt. Bloggarin sigur einki um, hvør brúgv talan er um í hesum føri, men sambært NTB sær hetta