sigur at tá gav hann skarvin yvir. Men hann helt kortini, at tað kundi verið at onkur í Eysturoy veruliga fekk brúk fyri lækna og tí helt hann, at tað var rættast at gera vart við støðuna so at rættlag [...] heldur, at tað eigur og má ikki koma fyri, at tað ikki ber til at fáa fatur á kommunulæknanum uttan fyri vanliga viðtalutíð. - Skuldi eg havt fatur á lækna hendan leygardagin, var einasti møguleika at ringja [...] gjørdi hon tað, hon kundi fyri at hjálpa mær og var bæði hjálpsom og blíð, tað skal hon eiga. Hann sigur, at hann hevur tosað við fólk um hendingina og hann hevur fingið at vita, at hetta er ikki eitt eindømi
fyri. Eg haldi eisini, at tað er positivt, at seks kommunur í Suðuroynni eru sinnaðar at tosa við landsstýrið um ætlanina. ? Men tíverri samtykti ein meirluti av Vágs Býráð at nokta at tosa við landsstýrið [...] hesum. Ingeborg Vinther sigur, at tað er harðliga brúk fyri almennum størvum í Suðuroynni. Tí heldur hon avgjørt, at tað er positivt, at landsstýrið hevur reist málið um bæði at byggja skúlar og røktarheim [...] leggur stóran dent á, at hon leggur seg ikki út í, hvar skúlar í Suðuroynni verða bygdir, heldur ikki miðnámsskúlin. ? Men eg haldi at meirilutin í Vágs Býráði, sum samtykti at nokta fyri at tosa við landsstýrið
tápuligt. Bygdaráðslimir í Hvalba halda, at hetta, sum Tvøroyrar Býráð hevur gjørt, tænir ongum endamáli . Tað einasta, sum fer at koma burturúr hesum er at tað fer at skapa øsing og rumbul, bæði í Suðuroynni [...] hetta ber ikki boð um at ætlanin er at menna samstarvið í Suðuroy. Skulu vit gera okkum vónir um at leggja alla Suðuroy saman í eina kommunu, men Tvøroyrar Kommuna halda uppat at arbeiða í sjálvdrátti [...] talan vera um at menna samstarvið í Suðuroy, mugu tey á Tvøroyri halda uppat at spæla fyrstiviolin alla tíðina. Hann ásannar, at tað hevur gingið ómetaliga illa hjá kommununum í Suðuroy at samstarva um
heldur ikki væntast at minka í næstum. Alt hetta ger tað sera trupult at kappast hjá føroysku rækjuvinnuni. Tað er tí neyðugt at leggja sær í geyma: 1)At onki bendir á, at rækjuflotin fer at klára seg fíggjarliga [...] Grundgevingar fyri ikki at uppraðfesta hesi øki eru, at landið ikki hevur ráð - verður sagt - men talan er heldur um manglandi áhuga fyri at raðfesta hesi øki, tí ráð eru eftir øllum at døma at raðfesta onnur øki [...] 20 mió. kr. í studningi afturat. 2) At sera ivasamt er, um møguligt verður aftur at fáa berandi rakstur við at nýta "søguligu rættindini" at royna eftir rækjum. 3) At føroyska rækjuvinnan ikki er ein vinna
í andstøðu við at taka upp stórmál, so sum at taka løgmann og landsstýrismannin í fíggjarmálum í at pella ella at gera ov nógv av og krevja av teimum, at teir alment skulu lova ikki at gera grin burtur [...] og tað var at sáa misálit á ríkisveitingina og bera so nógv ilt fyri henni, at danir skuldu halda, at hetta var almenna hugsanin í Føroyum, og at danir sjálvir skuldu fáast at taka stig til at skerja og [...] ið ein ikki fær parlamentarismuna at makka ræt. Tað er ein ivingarsom søk, at fullveldisfólkini nú eru farin at brúka loysunarorðið, sum verður heft at jesuittunum, at endamálið halgar gerðina. Hetta er
eftir øllum at døma á einum máli um, at lógin um umlegging av lánum til fjarfiskiflotan eigur at verða broytt. Løgtingslimir, ið vóru við til at samtykkja lógina í 1997 hava alment boðað frá, at lógin í sínari [...] Heygum hevur alment víst á, at hann heldur, at núverandi lóggáva er stak óheppin, tí hon er ófullfíggjað. ? Tað er einki at dylja yvir, at núverandi lóg er ófullfíggjað, og at hon ikki tekur fyrilit fyri [...] Reiðaríið eigur at disponera yvir núverandi lóggávu, og eftir henni er einki, ið forðar teimum at flagga út. Hvørjar broytingar verða framdar við nýggju lóggávuni er ilt at meta um, men hugsast kann, at møguleikarnir
høvuðsuppgáva hjá tjóðveldisflokkinum verður at vísa á, at sjálvstýristilgongdin eigur at halda fram. Men hon eisini, at sosialmál og vinnumál fara at fáa ein týðandi leiklut í valstríðnum. Annars tók Annlis [...] umhugsaði at melda seg úr tjóðveldisflokkinum. Hon váttar, at hon var so ónøgd við framferðina hjá tjóðveldisflokkinum í sambandi við samgongukreppuna, sum førdi til nývalið, at tankin um at melda seg [...] helt, at flokkurin hevði handfarið samgongukreppuna, ið tók seg upp, eftir at bókin, ?Skjót journalistin? kom út. ? Fólkaflokkurin royndi at spæla bóltin yvir til tjóðveldisflokkin og eg haldi, at tjóð
er óvanligt, at vit í einum so stórum máli sum hesum, bert høvdu 21 tímar at umráða okkum í. At Heðin Mortensen ? sum einasti limur í nevndini - sýtti at møta og bað um at fáa 18 tímar til at umhugsa seg [...] ómansligt bert at liggja í eini afturundirgerð og bíða eftir at persónar skulu gera okkurt skeivt ella taka onkra ivasama avgerð, fyri síðani at taka hetta upp. Nakrir politikarar eru føddir til at skapa meðan [...] ikki visti, hvussu hann skuldi bera seg at, er kanska heldur einki at siga hann ringan fyri. - Hinvegin mugu vit minnast til, at amerikumenn høvdu ikki tíð til at bíða, inntil Heðin Mortensen limur í U
Uttanlandssamstarv ?Tað tykist sum um at partapolitikkur er einasta orsøk til, at Høgni Hoydal ætlar at forbjóða Elektron at samstarva við ein tænastustovn í Danmark og. Og tað er ikki ein saklig orsøk [...] Niðurstøðan hjá landsstýrismanninum er, at tað er Løgtingsins vilji, at slíkar upplýsingar, ið talan er um, ikki skulu av landinum, og at hann vil gera tað, ið er neyðugt fyri at steðga hesum virkseminum hjá Elektron [...] Hoydal hevur tískil boðað frá, at hann ætlar at koma við nýggjari kunngerð, ið ger hetta púra greitt. Kristian Magnussen sigur, at hann var ein av teimum, sum var til at samtykkja lógina um viðgerð av
seinast. Mikkjal sigur, at sjálvur var hann ikki so hart ímóti samanlegging, at hann hevði farið runt í bygdini at savnað inn undirskriftir, um ein meiriluti av fólkinum avgjørdi at fara upp í Sunda kommunu [...] haldi eg, at framferðin er púrasta forkastilig og andstyggilig. Eftir at úrslitið fyrilág, fóru fólk runt í bygdini at savna inn undirskriftir, sum um talan var um undantaksstøðu. Hann vísir á, at tað er [...] er ikki loyvt at ganga runt og selja uttan við loyvi, og hann heldur ikki, at tað skuldi verið loyvt at gingið runt og savnað inn undirskriftir á henda hátt, har fólk verða biðin um at skriva undir, tí nú