verður helst leingi framyvir ein stórur partur í virðisketuni, tá vit tosa um framleiðslu av battaríum, vindmyllum, sólpanelum og so framvegis. Tí kunnu vit ikki steðga frá degi til dags og banna alt og øll [...] ella arabiskari orkuveiting. Nei, vit mugu heldur menna okkara førleikar við eitt nú power x og økja um goymslukapasitetin við millum annað pump storage og vetni. Tað kunnu vit gera við at stuðla viðkomandi [...] víðgongd sum summi, ella kanska fleiri, á vinstragrøna vonginum eru. Vit mugu fara skynsamt og hóvliga fram, uttan at seta okkara vælferð og fíggjarstøðu upp á spæl, fyri at tekkjast eini moralskari elitu,
krossur, sum skal setast. Men felagsskapir, har børn, ung og vaksin læra um samavgerð, samábyrgd, skyldur og fólkaræði. Hetta fer fram í øllum ítróttarfeløgum í landinum. Væl stuðlað av sersambondunum og [...] og gevur okkum stoltleika sum tjóð. Ítrótturin er heilsufremjandi, bæði sálarliga og kropsliga. Og so er ítróttur við til at fyribyrgja, at okkara ungdómur endar í óføri. Ítrótturin er eisini vinnufremjandi
upp til, um veljarin vísir okkum álit á løgtingsvalinum. Tjóðveldi hevur ongar trupulleikar við javnstøðu á tingi, og tískil hevur veljarin her ein gyltan møguleika, nú feðgarnir bjóða seg fram at umboða [...] Tað er mín vón, at so nógvar atkvøður sum gjørligt verða brúktar í sýsluni á løgtingsvalinum – og ikki verða fluttar úr økinum á valdegum. Økið hjá okkum er avmarkað, og vit eru ikki so fjølment. Tískil [...] Tjóðveldi. ##med2## Lesið eisini: "At verja umhvørvið snýr seg um eina hugburðsbroyting" https://in.fo/news-detail/at-verja-umhvoervid-snyr-seg-um-eina-hugburdsbroyting "Okkara ríku Føroyar skulu ríka bæði
valdur inn á løgting í 2019, men vit kunnu í dag fegnast um, at tað er eydnast okkum at fáa verkætlanina av bakkastokki og neyðugu fíggingina játtaða, so hesin vistarskúlin kann fáa virðiligar umstøður, sum [...] sum hevur fingið navnið Skálagarður, fer at rúma umleið 15 íbúðir, har málbólkurin savnar seg mest um fólk við heilaskaða, sum her kunnu fáa gleði av hvørjum øðrum, samstundis sum tað gevur meining fyri [...] vit málinum av álvara. Ein arkitekta-kapping varð liðug í ár, har fleiri vøkur uppskot vórðu løgd fram, og nú er næsta stigið at projektera og fyrireika sjálva byggingina. ##med5## Mynd: Norðlýsið Eg kundi
Tað er norska kringvarpið, NRK, sum í kvøld skrivar um hesar bumbur, nevndar GLSDB, ið hava verið undir menning síðan 2014, og nú eru so neyvar, at tær kunnu raka mál við einum skeivleika á bert ein metur [...] rakettirnar eru skotnar, "glíða" tær fram til málið, og tær eru eitt nú gps-stýrdar. Tá rakettmotorurin er útbrendur, skilir hann seg frá bumbuni, sum síðan heldur leiðina fram móti málinum. Ukrainar siga, at [...] eydnaðist ukrainska herinum at reka russisku deildirnar úr Kherson. Ukrainar hava ferð eftir ferð biðið um at fingið rakettskipanina, Atacms, sum vesturheimurin eigur stórar goymslur av. Men, tað eru politiskar
tíðina fer hann, undir øllum umstøðum, at taka starvið sum borgarstjóri fram um. Hann sigur, at ta støðuna hevur hann longu tikið, men so fer tíðin at vísa, hvussu tað verður í longdini. Hann sigur, at hann [...] borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen. Men verður hann valdur á Løgting, skal hann velja ímillum at halda fram sum borgarstjóri, ella at taka við sætinum á Løgtingi. Javnaðarflokkurin hevur nevniliga samtykt, [...] flokkinum kunnu ikki verða borgarstjórar fulla tíð, samstundis sum tey eru løgtingslimir. Men er talan um eina kommunu við færri enn 500 fólkum, er tað loyvt at vera borgarstjóri og løgtingslimur ísenn. Heðin
og taka avgerð um til dømis at draga Merkið niður ein ávísan dag og vinda eitt annað flagg upp í flaggstengurnar á Norðurlandahúsinum. – Tað er ikki í lagi, segði Jenis av Rana. – Og so fáa vit at vita [...] Norðurlandahúsið at gera, tí tað verður stýrt úr Nordisk Råd. Og tá vit hyggja at játtanini, so er tað eisini so. Hann sum rinda, hann valdar, segði Jenis av Rana, sum kundi staðfesta, at Føroyar bara gjalda [...] húsið flaggar við. Tað segði Jenis av Rana á tíðindafundinum í dag, tá valskrá Miðfloksins varð løgd fram. Hann sipaði beinleiðis til, at Norðurlandahúsið flaggar við LGBT flaggi í ælaboðalitum, tá Faroe
Lailu, Angelu, Jórunn og Bárð.Eg eri eisini so heppin at eiga tvey abbabørn og triða er ávegs. Tá ið konan og eg vóru 26 ára gomul, áttu vit longu fýra børn, so eg veit væl, hvat ein barnafamilja krevur [...] síðani siglt sum skipari og stýrimaður í so at siga allari vinnuni: partrolara, rækjutrolara, líniskipum, garnaskipi, útróður og farmaskipum. Eg havi siglt og fiska um alt Norðuratlanshavið. Eg eigi eitt HAV [...] fyri alt Føroya land, og at samstarvið ikki kann kvettast.. Ein so týðandi vinna eigur ikki at vera partur av einum valstríði. Tá ið vit tosa um fiskuvinnuna í Føroyum, er tað sera umráðandi, at vinnan sjálv
fund við psykiatara 14. hvønn dag. Um ein mamma við fyrstu kanning skoraði í hægra lagi, setti heilsufrøðingur fyrst inn við tveimum eykavitjanum, men varð ongin bati, so varð mamman ávíst til kommunulækna [...] internationalt góðtiknum spurnarblaði (EPDS), stendur fyri kanningini. Tað er týdningarmikið at fáa fram, at vit kanna ikki mammurnar fyri at finna eina diagnosu, tí barnsburðartunglyndi, hóast tað kann [...] fyri at fáa barnsburðartunglyndi og eru í eini støðu, har tær ikki trívast, tí er trivnaðurin hóttur, so mugu vit gera nakað. Manglandi trivnaður hjá mammuni ávirkar nevniliga ikki bara hana, men alla familjuna
Um tú leitaði upp á orð í sambandi við mótmælini á fleiri kinesiskum sosialum miðlum, so fanst tú millum lítið og einki um hendingarnar seinastu dagarnar. Í Beijing og Shanghai vóru nógv fólk savnað, sum [...] vóru fráboðanir um mótmælistiltøk. Løgregla og mótmælisfólk rendu saman fleiri staðnis. Á kinesiska Weibo, sum minnir um Twitter, var annars sambært AFP einki at síggja til mótmælini, um tú leitaði eftir [...] eftir Liangma-ánni, har mótmæli vóru í Beijing. Heldur ikki um tú leitaði eftir navninum á vegnum í Shanghai, har mótmæli vóru, kom nakað fram um hendingarnar. /ritzau/AFP ##med2## ##med3## ##med4## ##med5##