valevni til forsetavalið í Zimbabwe, ið verður fríggjadagin. Høvuðsorsøkina sigur hann vera, at tað ber ikki til at fáa eitt rættvíst valúrslit. -Vit í andstøðuflokkinum kunnu ikki biðja fólk fara á val tann [...] juni, tá vit vita, at tað kann kosta teimum lívið. Vit fara ikki at taka lut í einum vali, sum er merkt av harðskapi, og sum í veruleikanum ikki er nakað val, segði Morgan Tsvangirai. Samstundis bað hann [...] So seint sum í gjár lupu umleið túsund viðhaldsfólk hjá Mugabe á fólk, sum vóru komin á valfund hjá andstøðuni. Bangin fyri at tapa Zimbabwiska stjórnin segði í morgun, at hon hevði ikki fingið nakra formliga
eg havi næstan ikki vant í sjey vikur, sigur Johan. ? Læknin gav mær forboð at spæla av tí at tað var vandi fyri kroniskari høvuðpínu, men tá Kyndil tapti í Vestmanna, tá kundi eg ikki halda mær longur [...] tríggjar bóltar í heysin leygardagin, sigur Johan Danielsen, sum tó kortini leggur afturat, at hann ikki enn hevur fingið høvuðpínu av tí, og tí heldur ikki roknar við, at on kemur. ? Men í løtuni leggið [...] og tað var júst í tí løtuni, Kyndil var á veg uppaftur. Men stóð tað til læknan, so spældi Johan als ikki seinastu dystirnar við strandingum. ? Eg havi fingið tveir heilaskjálvtar í ár og tað hevur gjørt
Støðan hevur verið serliga spent í fimm bygdum, og herurin hevur boðað frá, at hann fer ikki at senda hermenn hagar í fyrsta umfari. Tað eru tó ikki bara niðursetufólk í teimum fimm bygdunum, tí sambært [...] stjórnini um at flyta, áðrenn freistin rennur út á midnátt í kvøld. Tey, sum ikki eru farin tá, verða flutt við makt. Vit vænta, at helvtin av fólkinum í Gush Katif og hinum bygdunum eru eftir, tá freistin rennur [...] vildi ikki siga, hvussu herurin fer at bera seg at við at fáa tey seinastu avstað, men longu í gjár gingu løgreglumenn og hermenn hús úr húsi og kannaðu, um fólk vóru farin. Myndugleikarnir hava ikki dult
eigarafelagið í økinum hevur sent skriv í hvørt hús, har heitt verður á íbúgvarnar um at hava hundarnar í bandi Eitt ótal av klagum um hundaóskil hevur fingið Eigarafelagið á Hamrinum at senda skriv í hvørt hús [...] hava hundin í bandi. Sambært kunngerðini verður eigarin revsaður við bót, um kunngerðin ikki verður fylgd.« Joel undir Leitinum er ein nevndarlimunum í Eigarfelagnum á Hamrinum. Hann heldur ikki, at trupulleikin [...] skyna á, hvar er rætt at drýta og ikki. Lat hann tí ikki ganga einsamallan, tak ábyrgd av honum og hav hann í bandi. Tann, sum gongur túr við hundi, eigur at taka lortin upp eftir honum. Hetta kann gerast við
spældu føroysku U-landsliðini í Aberdeen finaludystir í altjóða fótbóltskappingini, sum hevur verið har seinastu dystirnar. Hjá dreingjum vóru bæði liðini við í finalunum, og í báðum førum gjørdist talan [...] javnaði Dundee, men Føroyar fullu ikki í fátt, og tíggju minuttir fyri leiklok avgjørdi Heini Vatnsdal dystin. Ikki loyvi til finalu Eisini hevur U17-liðið hjá kvinnum tikið lut í kappingini. Her stóð tó greitt [...] greitt undan kappingini, at talan ikki skuldi verða um finaludyst, tí føroyska liðið hevði onkrar spælarar, sum ikki luku aldursmarkið í kappingini. Tað forðaði tó ikki fyri fleiri góðum venjingardystum,
verða løgd, verður fiskur ikki keyptur til flakavirkið á Tvøroyri. ? Vit kunnu ikki keypa fisk at arbeiða, tá ið vandi er fyri, at vit ikki sleppa av aftur við hann, sigur stjórin í Fiskavirking. Hann sigur [...] fiskivinnuni í Suðuroy, einsvæl og aðrastaðni í landinum. ? Tað er ivaleysa tungt frammanundan, so afturvendandi ósemjunum á arbeiðsmarknaðinum, hava vit avgjørt ikki brúk fyri, sigur hann. Í hesum sambandi [...] loysa í Havn, eru limir í Havnar Arbeiðsmannafelag. Hvørja ferð okkurt av hesum fimm fakfeløgunum er uppi í eini ósemju á arbeiðsmarknaðinum, er Smyril hóttur við verkfalli. Soleiðis eru tað ikki tríggjar
við valið í 1998 ikki vóru nógvir, ið fingu omanfyri 800 persónligar atkvøður, so heldur Johannes Martin Olsen seg ikki til at stilla upp hesuferð. Hann hevur í fleiri ár verið fastbúgvandi í Danmark, og [...] Hann hevur ikki verið so nógv at hoyrt og sæð til, men hann sigur seg framvegis fylgja við í føroyskum viðurskiftum. Johannes Martin er so við og við komin upp í árini, og hann ætlar sær ikki at stilla [...] og hann býr í dag í Randers, sum liggur á eystursíðuni av Jútlandi. Hann royndi fyri nøkrum árum síðani at gerast formaður í Sambandsflokkinum, men tapti formansvalið móti táverandi formanninum, Edmundi
Tíverri fingu vit ikki at vita, hvussu nógv Mýlingur hevði hendan túrin. Nakað av útróðrarfiski kemur uppá land í Skopun, tá ið viðrar, men fiskiskapurin er ikki tann sami nú, sum fyrr í vár. - Í dag er eingin [...] goymslurnar á virkinum á Sandi og í Skopun ikki gerast fullar, nú verkfall er, og eingin fiskur verður fluttur um Skopunarfjørð. Farmaskipið, Lómur hjá Skipafelag Føroya, var á Sandi í síðstu viku eftir fiskavørum [...] sum frá líður. Í Skopun siga tey, at tað plagar at koma væl við hjá Sandoy Seafood at kunna keypa tað á gólvinum, sum restar í fyri at fáa arbeiði at hanga saman, men hesin møguleiki er ikki til staðar, nú
luni skyldina. ? Í hesum føri hevur Strandferðslan onki val, uttan at seta Dugvuna í Sigling. Gjørdi hon ikki tað, var onki skip yvirhøvur. ? Strandferðslan kann ikki lastast fyri óskilið. Tað er einans [...] Løgtingið vil ikki játta Strandferðsluni nóg mikið av pengum rættstundis. ?Javnaðarflokkurin skeyt í fjør upp at keypa eitt avloysaraskip, men t að fall í Løgtinginum. Hann sigur, at tað er ikki, fyrrenn á [...] Løgtingið ikki kendi trupulleikan. ? Tað var longu í september, at Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, gjørdi vart við trupulleikan, men kortini vildi meirilutin av Føroya Løgtingið ikki taka
koyrdu ikki. Skúlar í Suðuroy lýstu við, at eingin skúlagongd var, og tað gjørdi Sandoyar Meginskúli eisini. Koyrandi var ikki til eysturbygdirnar í Sandoynni, ikki á vestmannavegnum og heldur ikki var koyrandi [...] á virkinum. Fiskavirking í Saltangará hevur annars keypt nakað av fiski í Sørvági, men mánamorgunin var ikki koyrandi á vestmannavegnum, so hendan fiskin høvdu tey ikki fingið í hús, tá ið vit frætti. [...] flakavirkjum verða turr í dag ella í morgin. So, tá fáa nøkur fólk, sum starvast á hesum virkjum, ivaleyst eina fríløtu við hús. Skansatangi og Research lógu landingarklárir í Saltangará mánamorgunin;