kanningarnar vísa? -Eg meini, at tað er ikki ein spurningur um at góðtaka fullveldi. Tað er ein spurningur um at hava ein málsetning at arbeiða fram móti einum fullveldi og at gera tær útgreiningar, sum liggja [...] Anfinn Kallberg heldur, at tíðin hevur tað við sær, at man hevur fingið ta neyðugu debattina í gongd um framtíðar støðu okkara. -Tað einasta eg fýlist á er, at man krevur at fáa eitt svar uppá spurningarnar [...] grundarlag undir støðutakan, tí dámar mær ikki at fara inn at tosa um hetta ella hatta modellið. -Sigur tú harvið, at tú eisini skilur javnaðarflokkin, tá hann sigur, at hann ikki vil góðkenna fullveldismodellið
sum um at tað fer at gerast kaldari og at vindurin fer at minka nakað, men tað merkir nokk ikki, at kavin hvørvur fyri tað. - Í fyrsta umfari verður kavin liggjandi í eina tíð, og eg vænti ikki, at hann [...] torir ikki at siga hvussu leingi vánaliga veðrið fer at standa við. - Kavin verður eftir øllum at døma liggjandi í nakrar dagar í hvussu er, men eg tori ikki at siga hvussu leingi hetta veðrið fer at standa [...] Skeel. Veðurfrøðingurin sigur, at tað er sera torført at spáa fleiri dagar fram í tíðina og at tað vil hann ikki gera. - Men eftir forsøgnunum hjá BBC, so sær út til at tað verður betri veður í dag og
Norðurkorea, og sambært Reuter vísa myndirnar, at støðin er til reiðar at royna eina rakett. Summir eygleiðarar halda, at Norðurnorea fer at nýta høvi til at royna ta nýggju rakettina, nú altjóða samfelagið [...] í gjár. Hann sýtti tó fyri at siga, hvørji stig kunnu koma upp á tal, men japanskir embætismenn hava sagt, at tað kann koma upp á tal at kalla trygdarráðið hjá ST saman at umrøða málið. Norðurkorea skelkaði [...] eru norðurkoreanar lidnir við at lata brennievni á eina langtberandi rakett, men vánaligt veður hevur forðað teimum at royna hana. Men sambært veðurmonnunum fara líkindini at batna mitt í vikuni. USA, Japan
verið fyri stórum úr umheiminum, sum vil hava Hamas at leggja vápnini og at viðurkenna ísraelska ríkið. Ísraelska stjórnin hevur kunngjørt, at hon fer ikki at tingast við nakra palestinska stjórn, sum Hamas [...] - Er Ísrael sinnað at viðurkenna okkara rættindi og at taka seg aftur úr teimum hersettu økjunum, fara Hamas og palestinska fólkið at gevast við vápnaða stríðnum. Tað sigur leiðarin í Hamas, Khaled Meshaal [...] Nezavisimaya Gazeta. Orðini eru tekin um, at Hamas leggur á annan bógv, eftir at felagsskapurin vann palestinska tjóðartingsvalið tann 25. januar og nú fyrireikar seg til at skipa stjórn. Síðani valið hevur f
vísti, at hesaferð eru vónir um, at nakað munagott fer at spyrjast burturúr. - Eftir okkara tykki er tað týdningarmikið, at vit kunnu taka samráðingarnar uppaftur, men tað týdningarmesta er, at vit kunnu [...] er sinnað at tingast við landið um trygdarviðurskiftini við tí fyri eyga at beina øll kjarnorkuvápn burtur. - Kjarnorkuvápn fara ikki at gera Norðurkorea tryggari. Tvørturímóti fara tey bara at økja spenningin [...] reiðar at gera tað sama, segði norðurkoreanski samráðingarleiðarin Kim Kye-Gwam, tá tann fyrsti fundurin í Beijing byrjaði. Hann legði afturat, at vísa allir partar samarbeiðsvilja, ber tað til at røkka
BP í Føroyum sigur við Portalin, at teir hava eina vón um, at tað skal fara at bera til at byrja hesa spennandi boringina um einar tveir mánaðir. Hann leggur tó dent á, at gongur alt ikki sum ætlað hinumegin [...] Tað gongur væl at bora hjá Transocean Rather hinumegin markið, og møguliga fær BP pallin at bora Williambrunnin á landgrunninum í oktober Tað hevur ljóðað, at BP fer ikki at bora Williambrunnin á landgrunninum [...] seinkað. Nevnt hevur verið, at BP møguliga ikki fór at bora fyrr enn í næsta ár. Portalurin skilur nú, at BP, um alt gongur sum ætlað, fer at seta borin í undirgrundina í oktober. Hjarnar Djurhuus, stjóri
trupulleiki. Men eg ætli mær at geva ungu leikarunum álit, og so vóni eg, at tær klára at halda eitt høgt støði alla kappingina. Hann leggur afturat, at tað er av týdningi, at man ikki leggur ov stórt trýst [...] í hitan í besta deildini. Mugu royna at steðga Stjørnuni At enda sigur hann seg vóna, at Neistin fær eitt gott úrslit í ár. Hann vísir tó á, at tað verður ringt at steðga Stjørnuni. - Stjørnan hevur eitt [...] føroyskan hondbólt, men sigur, at málið hjá honum og Neistanum er at enda millum oddaliðini. Mugu nýta ungu leikararnar Hann ásannar tó, at tað kann gerast ein trupulleiki, at fleiri av royndu kreftunum eru
sjónvarpsstøðina, at tey vita ikki annað at gera enn at fáa dómsvaldið at noyða stjórnina í London at fáa viðurskiftini í floghavnunum í rættlag. Eftirlitsmyndugleikarnir hava svarað, at teir gera alt, sum [...] Bretlandi avdúkaðu ætlaðu atsóknirnar at ferðamannaflogførum, eru trygdartiltøkini í fleiri floghavnum herd munandi. Tað hevur havt við sær, at ferðafólk noyðast at standa leingi í bíðirøð, fleiri rutur [...] gjørt av at leiga flutningsflogfør til at flyta tey nógvu kuffertini ril Bretlands. Ferðafólk og ferðaskrivstovur eru sera misnøgd við framferðina hjá bretsku eftirlitsmyndugleikunum. Sagt verður, at mynd
Frakland og Bretland av at viðmæla trygdarráðnum hjá ST at umrøða, hvat skal gerast fyri at noyða Iran at gevast við sínari kjarnokruverkætlan. USA boðaði alt fyri eitt frá, at tað tekur undir við tilmælinum [...] sýtt fyri at steðfesta avtaluna. Tingið og stjórnin halda uppá, at landið ætlar einans at brúka kjarnorkuna til friðarlig endamál, men bæði Vesturheimurin og Russland stúra fyri, at Iran ætlar at útvea sær [...] ávaraði tey evropeisku londini ímóti at taka nakað stig, sum kann forða Iran at samstarva við IAEA. Við almennu iransku tíðindastovuna segði Mottaki, at stjórnin fer at halda ein lóg, sum tjóðartingið samtykti
formaðurin sigur, at fremsta uppgávan hjá sær verður at fáa felagið at standa saman. -Vit eru 23 feløg í MBF, og tí eru ofta 23 meiningar um ymisk øki. Høvuðsuppgávan hjá mær verður at fáa felagið at tosa við eini [...] noydd at tillaga seg til. -At eg siti í koyristóli verður heilt avgjørt øðrvísi hjá nevndini. Tey verða noydd at ráðleggja øðrvísi, tí eg sleppi ikki fram at allastaðni, sigur Leila Solmunde at enda [...] styrki hjá mær, at eg havi verið formaðurin í einum feløgunum undir MBF. Eg veit, hvat tey hugsa og vænta av einum formanni, tí eg havi roynt at sitið hinumegin borðið, og hetta átti at komið mær til góðar