ikki fyri, at hann heldur at vit eiga at gera nýggjan flogvøll í Føroyum. Og tað skal gerast, áðrenn støða verður tikin til málið um at byggja flogvøllin í Vágum út. Ein ítøkilig ætlan er um at leingja [...] árini. Eg haldi, at vit sakna tað kjakið í Tinginum. Og tað kjakið skuldi verið tikið upp, áðrenn støða verður tikin til at leingja flogvølli í Vágum. Fer býráðið at royna at fáa tingið at taka málið upp [...] ta niðurstøðu, at vit eiga at royna at fáa málið reist í tinginum. Flogvøllurin skal vera 1.800 metrar Leivur Hansen heldur ikki, at flogvøllurin í Vágum fer at nøkta framtíðartørvin á flogvølli í Føroyum
tí hava at vita frá Bárði Nielsen, um hann heldur, at tað er í samsvari við ætlanina hjá Løgtinginum, at tað soleiðis verður vikið frá reglunum. Hann vildi eisini hava at vita, hvat ætlanin er at gera, fyri [...] uttanfyri landskassan. Hann duldi ikki fyri, at hann stúrdi fyri gongdini, tí virksemið er stórt og tað almenna hevur eftir øllum at døma verið noytt at lænt pening fyri at fylla á tangan eftir, sum hann tók til [...] samgongan hevur samtykt at fíggja skúladepil í Marknagili uttanfyri fíggjarlógina. Desperat eftir at selja Tórbjørn Jacobsen ásannaði, at ongin lóg er brotin, men tað er ein áseting um, at 15% av bruttotjóð
gur. Men tað er ikki víst, at tað tá fer at verða talan um toppuppgerð. Tað er møguleiki fyri, at alt tá fer at líkjast sær sjálvum soleiðis at skilja, at bygdirnar fara at líta upp til høvuðsstaðin. [...] so nógv, sum hann slapp at gera. Tað er væl skiljandi, at HB og VB royndu at spæla í Vági, og tað er væl skiljandi, at TB og NSÍ royndu at spæla í Runavík. Tað hevði kenst tungt at verið ávikavíst sunnanfyri [...] var tað ikki so galið, at tað bar til at spæla. Men spurningurin er, um tað ikki átti at havt verið eitt sindur lagaligari. Hetta skal skiljast soleiðis, at tað var harmuligt, at vindurin skuldi darva so
krónum. Hann sigur, at hetta er nú vent á høvdið, so at summi hava ført fram, at vit lækka skattin fyri at stimbra vinnulívið. ? Tað er akkurát øvugt. Vit ætla at stimbra vinnulívið fyri at skapa vøkstur. Tá [...] kemur hann ikki at kosta, sigur Bárður Nielsen. Hann sigur, at samgongan hevur gjørt av, at skattalættin skal ikki kosta meiri enn 60 milliónir um árið. Vísa útrokningar, at ætlaði lættin fer at kosta meiri [...] vit at stimbra vinnulívið við øðrum tiltøkum, men fyri at tryggja vinnulívinum arbeiðsmegi, lækka vit skattin. Natúrlig gongd Annars skilst á Bárði Nielsen, at hann heldur, at tað er natúrligt, at tey
síðani kortini at taka til takka við tí minst rotna kálinum uttan at klaga hart og týðiliga á rætta stað. List og handverk Hanus Kamban vísti á, at listarliga umhvørvið í Føroyum er so lítið, at tað illa slepst [...] altíð fleiri mátar at gera tað. Og sambært Hanus má fyrsta kravið til ein ummælara vera, at hann hevur evni til at seta seg inn í ein øðrvísi hugsunarhátt, enn sín egna, fyri á tann hátt at koma í dialog við [...] ofta helst ber seg undan at vera heilt erligt, fírir tað sum oftast ikki fyri, at vevja alt møguliga annað inn, kanska nettup fyri at fjala út yvir sítt manglandi dirvið til at siga tað, sum skal sigast
møguleiki at lata inn umsóknir til at leita eftir olju við Føroyar, til 2. rundu. Torført fyri ikki at siga ómøguligt er at fáa nakað at vita, hvørji feløg fara at søkja, men tað skilst, at fleiri feløg [...] at søkja, nú tey eru her frammanudan, og nú tað ikki er nakað krav at binda seg til at bora brunn. Hesi eru: Shell og Anadarco. Triði bólkur eru so tey feløg, sum beinleiðis hava úttalað seg um, at tey [...] Norðurlandahúsinum fyrr í ár, er tann,at tað tykist sum um, at eingin kappi ella tak er í møguligum oljugoymslum. Tvs. at oljan er guvað ella runnin burtur. Metingarnar eru nú, at slíkir kappar ella tak eru meira
og hann stríðist enn ? við at koma fyri seg aftur, eftir at tað var neyðugt at skurðviðgera krossbandið. Hjá Jón Róa hevði skaðin við sær, at hann ikki slapp at halda fram at spæla fótbólt í Brøndby. Hvørjar [...] felagnum hildu, at hetta var ov leingi at bíða. Teir ynsktu, at tað varð skundað undir viðgerðina. Tí sendu teir meg til privat sjúkrahús í Kolding. Har var tað, at teir týsdagin staðfestu, at talan als ikki [...] Hvørjar avleiðingar skaðin hjá Christian Høgna fer at hava við sær, ber ikki til at siga nakað um enn. Men tað sigur seg sjálvt, at álvarsami skaðin fer at hava avleiðingar fyri fótbóltsframtíðina, sum annars
fer at halla, vísir tað seg, at samlaða rokningin fyri at senda føroyingar til viðgerð uttanlanda kemur upp á 80 milliónir krónur. Bill Justinussen vísir á, at sjúkrahúslógin heimilar yvirlæknum at senda [...] hildin. Bill Justinussen ásannar tó, at tíðun kann vera trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, neyvt at áseta eina játtan til hetta øki. - Tað fer altíð at vera trupult at halda seg til játtanina, tí her er [...] kortini ikki, at hansara ætlan beinleiðis fer at lækka tænastustøði, ið føroyska heilsuverkið bjóðar fólkinum. - Tað er ein spurningur um at leggja eitt støði fyri, hvat vit megna at gjalda. Av tí at nýggj v
fyri Sosialinum, at teir í løtuni arbeiða við hesum. Víðari segði hann, at ein møgulig endurfígging, ella umlegging, krevur, at føroysku kommunurnar sýna neyðugt samhaldsfesti, soleiðis, at eisini tær kommunur [...] Samstundis vísti hann á, at Havnin ikki hevði fyri neyðini at vera við, tá kommunuavtalan varð undirskrivað á heysti 1995, men at teir kortini gjørdist partur av ætlanini, til tess at føroysku kommunurnar [...] lánsskjølunum. Leivur Hansen leggur tó dent á, at allir lánveitarar tó hava givið til kennar, at teir ikki hava ætlanir um at nýta gamla rentusatsin, og at tað tískil ikki skuldi verið neyðugt við eini
starvast innan eldraøkið fyri at fáa sær starvsroyndir. Tað er sera umráðandi at skapa karmar fyri, at hesi starvsfólk, sum ynskja at arbeiða innan eldraøkið, fáa møguleika til at nema sær útbúgving. Heilt [...] til Suðuroyar at nema sær útbúgving. Tí er eyðsæð, at skulu vit gera okkum vónir um at fáa útbúgvið fleiri starvsfólk innan røktaryrkið, so er neyðugt at finna aðrar møguleikar eisini, fyri at røkka tí samlaða [...] fleiri til at tikið útbúgvingina. Uttan mun til alt annað standa vit í teirri støðu, at alt ov fá taka útbúgving innan økið. Nøkur fáa útbúgving í Suðuroy og helst ber til at fáa enn fleiri at taka útbúgvingina