løgmanni fyri at hava tikið upp táttin at vera við til at marknaðarføra føroyskt vinnulív, men vit mugu so í sama viðfangi viðganga, at í hesum máli hevur hann ikki megnað at fáa síni landsstýrisfólk at skilja [...] skilja, at tey kunnu ikki arbeiða í sjálvdrátti í málum, sum skaða sama vinnulív, ið løgmaður roynir at hjálpa og stuðla. Vit kunnu so bara vóna, at bæði løgmaður og landsstýrisfólk læra av hesum. Tvs. at l [...] kollveltandi avgerð sum at steðga søluni av øllum tollfríum sigarettum. Sjálvandi eigur hann at spyrja hana um tær avleiðingar hetta fær fyri hennara málsøki. Tað hevur einki at gera við tann heilsupolitikk
vendir kanónunum móti løgmanni við tað, at flokkurin krevur, at eisini verður kannað, hvørt løgmaður hevur forsømt sínar skyldur at samskipa landsstýrið og áhaldandi at kunna Føroya Løgting um støðu landsins [...] Sjálvstýrisfloksins plagar at ávara ímóti, nevniliga at gera politikk til jura, so her eiga tingmenn at hugsa seg væl um. Hinvegin halda vit tað sum nevnt tað vera rætt at lata kanningarstjóra útgreina [...] er nú vorðið so brunnið, at almenningurin hevur krav uppá, at hetta mál verður lýst út í æsur. Øll gongdin eigur at verða kortløgd og politiska og embætisliga ábyrgdin eigur at verða staðfest. Verður hetta
frá. Hann leggur tó afturat, at teir ikki fara at blaka handklæði í ringin. Jóannes Eidesgaard sigur, at hendan støðan hongur saman við Íslandssáttmálanum, og at hetta ger, at íslendskar og føroyskar fyritøkur [...] hann vónar, at føroyingar verða við í arbeiðinum við Landssjúkrahúsinum, og at soleiðis var støðan við Hovstunlinum eisini. Geva útlendingum arbeiði - Tað er løgi, at mann ger so nógv fyri at halda íløgukarminum [...] øllum arbeiðunum, sigur Jón Danielsen. Hann leggur afturat, at mann skjótt fer at síggja, at føroyingar fara at standa á síðulinjuni, tí kostnaðarstøðið hjá íslendingum er so nógv lægri enn í Føroyum. -
langt úti at byrja at skatta fólk fyri at eiga nakað. Peningurin, ið er nýttur at keypa hús fyri er longu skattaður, og hann verður aftur skattaður tá hann verður nýttur, so tað er púra burturvið at skatta [...] greiðir víðari frá, at tann dagin, tað ikki loysir seg at eiga nakað, so verður mann eggjaður til at gerast leigutrælur, sum hann nevnir tað. Trygd í húsum Jørgen Niclasen metir somuleiðis, at tað er ein ávís [...] heldur enn at eiga. - Tað gevur onga meining at tvinga fólk at flyta fólk út úr sínum húsum. Fólk hava sjálvi goldið fyri tey og stríðst fyri at fáa tey, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum. Hann leggur
viðgjørdu vit í gjár. Hinvegin loyva vit okkum at staðfesta, at tað er í tøkum tíma, at landsstýrismaðurin meldar út í hesum máli. Í øðrum lagi kann staðfestast, at samgongan hevur fingið enn ein álvarsaman [...] formaður Miðfloksins nýtir høvið at stinga landsstýrismanninum skør, heldur enn jaliga at medvirka til at finna haldgóðar loysnir. Løgmaður kann ikki loyva sær at sita hendur í favn, meðan formaður í samgonguflokki [...] er talan um eitt so álvarsamt mál, at spurningurin er, um ikki løgmaður skal nýta hetta til Ólavsøku at umhugsa aðrar samgongumøguleikar. Hann eigur at hugsa um, at samfelagið, sum støðan er, illa tolir
royna at órudda sum minst, ella at hava óruddið innandura. Tey viðurskiftini kundu verið betri á smoltstøðini við Gjógv, bæði nú og ta tíðina, tá eg hevði nakað við hana at gera! At enda haldi eg, at vit [...] verið við at fáa ruddingardagar sum fastan tátt í nógvum kommunum, og eg ivist ikki í, at hetta tiltakið hjá Sosialinum eisini fer at flyta okkum rættan veg í hesum spurninginum. Heldur enn bara at finnast [...] Fyri at byrja við endanum, so hevði grein mín onki við kommunuval at gera, men vildi bert vísa á, at myndarøðin hjá Sosialinum er á rættiliga góðari leið, hvat óruddi viðvíkur, eisini hvat viðvíkur teimum
undir kommunurnar at umsita, er ongin orsøk at skunda sær at taka støðu til kommunusamanlegging, var eitt sjónarmið á bygdaráðsfundinum í Sørvági. Tað varð eisini hildið at vera skeivt at blanda eina fólkaatkvøðu [...] skeivt at vevja alt saman. Bygaráðslimir í Sørvági halda eisini, at tað verður bara eitt eljustríð at tosa um fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging mitt í jólamánaðinum. - Tað er eisini skeivt at halda [...] er nú greitt, at tað verður ongin fólkaatkvøða í Sørvági um at leggja kommunurnar í Vágum saman. Tað er greitt eftir bygdaráðsfund í Sørvági í gjárkvøldið, har tað varð einmælt samtykt, at tað skal ongin
sum Anfinn Kallsberg og Poul Nyrup Rasmussen avtalaðu, eftir at tað var greitt, at tað ikki bar til hjá donsku stjórini at koma til Føroya at samráðast. Embætismannaverkið á løgmansskrivstovuni hevur havt [...] forsætisráðið, og væntar sær í dag ella í morgin at fáa at vita, nær tað ber til hjá danska løgmálaráðharranum at koma til Føroya. Økið skal avgreiðast Uppskotið, um at ávegis samráðingarfundir skuldu haldast áðrenn [...] skjýtur hann upp í brævi til løgmans 21. juli, tá hann sigur løgmanni, at tað ikki ber til hjá donsku stjórnini at koma til Føroya at samráðast. Í brævi til danska forsætisráðharran 5. september tekur løgmaður
í brummuna at sova rúsin út ella at fáa full fólk heim til hús at sova. Heldur ikki væntar hann, at tað slepst undan at taka onkran rúsdrekkaávirkaðan bilførara. Hann vísir nevniliga á, at hóast stevnurnar [...] sigur, at seinastu Norðoyastevnurnar hava verið stak friðarligar, og væntar hann ikki, at hendan fer at gerast verri enn hinar. Tó roknar Hans Djurhuus ikki við, at tað slepst undan hjá løgregluni at taka [...] brummuna at sova rúsin út, merkir hetta ikki, at slíkt ikki kemur fyri á einari slíkari stevnu. Stak hampulig fólk Tað kemur viðhvørt fyri, at løgreglan noyðist at taka fólk inn í brummuna at sova rúsin
Føroyum, - herundir at fáa danskar politikkarar at skilja, at Føroyar ikki kunnu stjórnast úr Keypmannahavn at leggja dønum eina við, at Danmark sambært ST-reglum hevur skyldu at at stuðla føroyskari s [...] kunnu fara at vera rættiliga tógvar. Tí er tað um at gera, at ikki bara vit, men eisini danir hava sakliga og gjølliga vitan um føroyska ynskið um føroyskan sjálvsavgerðarrætt. Tað paradoksala er, at á fól [...] Ikki tær at siga, so talar Tjóðveldisflokkurin fyri, at Føroyar fáa politiskt fullveldi. Tað er ein avgerandi fortreyt fyri, at føroyingar sjálvir leggja alla orku í eina samfelagsliga eginmenning. So