Hammershaimb átti Skansagarð í 1784, og at einkjan Johanne Hammershaimb, sum búði á Skansagarði, doyði 14. oktober 1791, 67 ára gomul. Hon var tann fyrsta, sum varð jarðað í nýggja kirkjugarðinum á Bryggjubakka [...] . Jens Davidsen gekk í skúla hjá Jens Cristian Svabo. Har fekk hann so góðan lærdóm, at hann longu 14 ára gamal fekk starv hjá amtmanninum, og hann starvaðist á amtsskrivstovuni í 62 ár. Jens Davidsen [...] einari fyrrverandi Skálatrøð og fyrrverandi Lítluvík, sum hvurvu fyri nógvum árum síðani, er nú ein 100 ára gamal Østrøm-handil sprottin í gomlum hami. Tað var annars har, at tey østrømsku hildu tað kenda