betri, enn teir so oftani áður hava gjørt. Liðið er í løtuni á fimta plássið, og tað sum betri er, er at tað í løtuni eru heili niggju stig niður til sessirnar, sum innibera vanda fyri niðurflyting. Leygardagin [...] eru leirvíkingar nú bert eitt pláss framman fyri sandoyingar, so í løtuni líkist tað einum dysti fyri at sleppa úr niðurflytingarvandanum, tá B71 kemur á vitjan seinast í mánaðinum, og tað mundu tað ikki
rættiligur tungvektari og lýsir Trónd bæði sum listarmann og sum menniskja. Hon fylgir Tróndi frá tí at hann byrjaði sum listarmaður og fram til dagin í dag. Hon viðger fyrst og fremst listina men fer eisini [...] bókaútgávuna bjóðar Listasavn Føroya almenninginum inn á gólvið í dag millum kl. 18 og 20. Tróndur fer tá at signera bókina. Listasavnið bjóðar henda dagin bókina til ein serprís, 325 kr. Vanligi útsøluprísurin
og norðurlendskan kórtónleik við á skránni. Gösta Petersen er eisini tónaskald, og fara vit eisini at hoyra løg, sum hann sjálvur hevur skrivað. Midnattskören kemur týsdagin 27. mai og fer avstað aftur [...] í Útvarpinum og bløðunum. Fríggjadagin 30. mai kl. 20:00 fara Midnattskören og Fuglafjarðar sangkór at hava konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Leygardagin 31. mai kl. 19:00 hevur kórið konsert í K
m um t.d. Nato og ES. Frá 1989-94 læs hann búskaparfrøði við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Eftir at hava fingið prógv sum búskaparfrøðingur í 1994, var hann lærari á Kambsdali í eitt ár. 1. november [...] Hann hevur birt lív í mangt kjakið, ofta um evnir sum annars verða tagd burtur. Hann dugir sera væl at leggja síni sjónarmið fram. Hermann er giftur við Onnu Mariu, f. Nielsen, úr Havn. Børnini hjá teimum
sonur Katrin á Dul og Arna Jacobsen. Av foreldrunum hjá teimum, verður tað bert Annufía, sum kemur at uppliva henda dag. Lív og Dánial eiga børnini Arna og Ann Gvøðny. Ann Gvøðny er gift við Johannes Ólavsson [...] Heygskróki. Dýrabiðidag 16. mai, verður silvurbrúdleypsveitsla og vælsignilsi. Henda dagin ætla tey at halda soleiðis: kl. 15.00 vælsignilsi í Evangeliihúsinum - 16.30 veitsla fyri innbodnum børnum á Hotel
- Eg skuldi verið ein Citroén 2 CV. 23. Hvør skuldi so sloppið at koyrt teg og hvør skuldi als ikki? - Ein taxaførari hevði sloppið at koyrt meg, men Eyðun Nolsøe hevði ikki sloppið.
grípandi skrivað minningarorð í bløðunum um Bobby. Betri og vakrari kundi tað ikki verið sagt. Frá tí at familjan Brockie kom til Føroyar í 1934 gjørdust Bobby og tann, sum hetta skrivar, vinmenn: hann búsettur [...] setti móti sær sjálvum. Árini úti í tinganesi settu djúp og góð spor eftir sær, men ætlanin er ikki her at fara aftur í minnini um Bobby frá okkara barna- og ungdómsárum. Bert hesi fáu orð við djúpastu samkenslu
aftur við starvi sum lærari í Runavík, og nú fór hann inn á ta leið, sum hann síðani hevur gingið: at arbeiða við menningartarnaðum. Í 5 ár var hann lærari í Runavík, partvíst sum sjónráðgevari. 1985-88 [...] Danmarks Lærerhøjskole í søgu, støddfrøði og føroyskum. Hann var aftur á skeiði í 1973-74 í ráðgeving í at undirvísa sjónbrekaðum. 1984-86 var hann á skeiði fyri serlærarar, sum Danmarks Lærerhøjskole skipaði
fleiri túrar við ferðafólki til og frá flogvøllinum. Fasta sambandið ger tað nevniliga munandi bíligari at leiga sær ein hýruvogn, t.d. úr Havn vestur á flogvøllin ella hinvegin. Ein hýruvognur úr Havn á flogvøllin [...] vestur í Vágar, nú fasta sambandið er veruleiki. Á báðum støðum hava hýruvognsførarirnir eisini tosað um at fáa sær sonevnda kubban í bilin, tí so gerst túrurin undir Sundið væl bíligari.
bassi og trummum, men ongum sangara. Síðani bólkurin var stovnaður havi ikki verið góðar umstøður at venja í. Leitað hevur verið eftir høli í fleiri ár til í 2002, tá ið aftur var byrjað í kjallaranum [...] bassspælaranum. Tað gekk ikki leingi við tí larminum, men tað skilja teir væl. Síðani var aftur farið at leita, teir gingu inn allastaðni, men eingin eydna. Ikki fyrr en guitarspælarin ein dagin kom heim