Kringvarpið, at landsstýrið ásannar, at neyðugt er at gera eitthvørt við ferðslutrupulleikarnar í høvuðsstaðnum. Hon sipaði m.a. til ætlanirnar at byggja Skálafjarðartunnilin og segði, at ætlanirnar hjá [...] lag Tað kann ikki koma upp á tal, at landskassin í hesum døgum skal byggja ringveg í Havnini! Fyri at nýta orð bóndans á Viðareiði, so eru bleyt virði eftir øllum at døma ikki tað sama, um tú býrt í Havn [...] hjá Innlendismálaráðnum vóru at gera ein ringveg. Tað má sigast, at tað rann kalt niðureftir rygginum at hoyra slíkt, tá ein hugsar um hvørja viðferð eitt nú tunnlarnir norður um Fjall og vegurin í Lorvík
skúlan at greiða frá. Ráðið fyri ferðslutrygd tók fult undir við, at promillumarkið varð lækkað niður í 0,2. - Tað hevur elvt til, at tað loysir seg als ikki at spekulera í, hvussu nógv mann tolir at drekka [...] um at talið á teimum, sum verða tikin fyri rúsdrekkakoyring, er minkandi. Hann heldur avgjørt, at yvirhøvur eru fólk meiri tilvitað um, at tað verður ikki góðtikið at koyrt verður við kenning. - At tað [...] tað skal vera sosialt forboðið, merkir, at fólk sjálvi er tilvitað um, at tað er skeivt at koyra við kenning og at tey tí lata vera. Men tað merkir eisini, at fólk ansa eftir hvørjum øðrum og steðga onkrum
viðmerkingar til einstøk valevni. Hinvegin staðfestir hon, at Demokratia minnir aftur í morgun á, hvussu stór ójavnin ímillum kynini er í politikki og at hetta eru viðurskifti, sum mugu fáast í rættlag. - Tað [...] einaferð í morgum á flokkarnar um at tryggja javnvág ímillum kynini á listunum. Um tað er av tilvild ella ikki, skal vera ósagt, men áheitanin kemur beint í kjalarvørrinum á, at Sjálvstýrisflokkurin hevur kunngjørt [...] ans, at einsamalla kvinnan á Sjálvstýrislistanum er enntá ongin annar enn sjálv forkvinnan í Javnstøðunevndini, Kristianna Winther Poulsen. Vit spurdu Anniku Sølvará, nevndarlim í Demokratia, hvussu veljarin
sigur tað seg sjálvt, at tað eru oljuprísirnir, sum avgera, hvussu nógv tað kostar at framleiða el-orku. Tað nyttar lítið, at fólk seta elektriskar hitapumpur upp á húsaveggirnar, fyri at spara olju, um el-orkan [...] fara streymprísirnir at fylgja oljuprísunum, sum tíverri altíð eru á veg upp eftir (sæð yvir eitt longri tíðarskeið). Tí er umráðandi, at SEV sleppur at halda fram við arbeiðinum at leggja um til varandi [...] svarar tað stórtsæð til at flyta oljutangan. Kemur el-orkan harafturímóti frá varandi orkukeldum, so er nógv vunnið. Hvussu nógv SEV kann gera við at menna varandi orkukeldur, uttan at hækka prísirnar, veit
henni í at trívast. Harafturat fingu tey kunnleika um rottueitur og rottufellur. Tey fingu eisini at vita, hvussu ein bygningur kann tryggjast ímóti at rotta sleppur inn, og tey lærdu eisini at finna feilir [...] okkara skylda at gera okkara ítasta fyri at forða rottuni at fáa fótin fyri seg í hesum oyggjum, og at minka um rottuna mest møguligt, har hon longu er, sigur Umhvørvisstovan. Tey siga, at nú umboð fyri [...] skeiði um at fyribyrgja og týna rottu. Umhvørvisstovan sigur, at á skeiðnum fingu tey holla vitan um rottu, bæði lívfrøðina og livihátt og um at finna fram til, hvar hon heldur til, og hvussu vit forða
og fer at raka Suðuroynna serliga hart. Ein príshækking fer at ávirka kappingarførið hjá vinnulívinum í Suðuroynni negativt, sigur andstøðan. Tey halda, at samgongan átti heldur at roynt at bøtt um [...] ætlanin at útvega eitt eykaskip til Suðuroyarsiglingina og tað fer at kosta 23 milliónir um árið, og endamálið var, at tær fimm milliónirnar, Strandferðslan fær í eykainntøkum, skulu brúkast til at fíggja [...] Løgtingið um at játta Strandferðsluni fimm milliónir afturat so at tað slepst undan príshækkingum. Samgongan mælir frá, at tað verður samtykt. Sum vit skrivaðu í áðni, er tað ein spurningur, hvussu verður við
upptikið í Montenegro, har tað endaði við 2-0 sigri, og hvussu nógv HB verður upptikið næstu vikurnar og kanska mánaðirnar valdast um, hvussu tað fer at laga seg á útivølli og so á heimavølli ímóti ísraelska [...] og ivaleyst fer tað at síggjast á uppstillingini seinnapartin, at Kevin Schindler disponerar við atliti til uppgávuna hósdagin. Hjá 07 Vestur var tað stórt vónbrot á heimavølli at missa á stokkinum ímóti [...] og úrslitini seinastu tíðina hava boðað frá, at HB er flúgvandi. Kevin Schindler hevur av álvara blást lív í aftur, og nú er dagsskráin í landskappingini at vinna seg alt nærri KÍ, sum HB skal spæla tvær
num (plagdi tað at vera) at hita røddirnar upp til sangin undir Tinghúsinum. Aftaná út í Tinganes at syngja víðari, og so plagdu vit at fara haðani og niðan til Essabar upp á loftið at syngja enn meira [...] ikki hvussu alt verður í ár. Hvat er tað besta við ólavsøku? – Tað besta við ólavsøkuni er sangløtan undir Tinghúsinum. At síggja út yvir ta pyntaðu mannfjøldina, har vit við sangi savnast um at vera [...] ólavsøku? – Eg veit ikki, um eg vil hava nakað at vera øðrvísi. Alt broytist við árunum. Og tó, so minnist eg, tá fólk savnaðust uttanfyri hjá Hjalmar Jacobsen at syngja føroyskar sangir, og fólk savnaðust
stívliga 400. Kristian Martin sigur, at upp á sikt eru hesir 400 dagarnir ikki nóg mikið til lønandi rakstur. - So, vit fara at arbeiða við ymiskum møguleikum. Ein er, at vit møguliga kunnu útvega okkum eyka [...] Navaran og Borgaran, skiltist, at Føroya Banki samstundis seldi felagnum TG Fish fiskidagarnar hjá einum skipi aftrat. Kristian Martin Rasmussen, reiðari, vil ikki upplýsa, hvussu nógv teir hava keypt teir [...] teir fýra ísfiskatrolararnar fyri. Hann ásannar kortini, at skipini eru keypt nóg dýr, sum hann tekur til. Spurdur, hvussu nógvar fiskidagar hesi fýra skipini eiga tilsamans, sigur reiðarin: - Talan er um
týdning tað hevur at seta tíð av til konuna. Og sum trúgvandi maður veit eg eisini, at eg havi brúk fyri at seta tíð av til Gud. - Honum leingist eftir at júst tú skalt siga við hann, at tú eisini elskar [...] ferð at Trev vitjaði í Føroyum, men boðskapur hansara er kortini hin sami: Hvussu kristinlívið skal livast. Hesaferð byrjaði hann við einum ungdómsmøti at tosa um viðurskiftini við Gud og um, hvussu týd [...] føroyingar lut. Trev hevur síðan verið biðin at koma til Føroya í fleiri umførum. Tey, ið vóru til hesi møtini kundu enn einaferð staðfesta, at Trev hevur nógvar royndir at tala og dugir serliga væl við ungdómi