Lugano hevur bara upptøkur tøkar av báðum málunum teir skutu í dystinum við Djúpumýru í Klaksvík. Tíverri hava teir ikki málini hjá NSÍ við í videobrotinum. HER eru málini NSÍ fekk ímóti sær í dystinum [...] nýggja kappingarárið hjá FC Lugano fór í gongd hava teir spælt sjey kappingardystir. Fýra í Conference League og tríggjar í bestu sveisisku fótbóltsdeildini. FC Lugano hevur vunnið seks av hesum sjey dystunum [...] javnleikurin móti NSÍ í triðja undanumfarinum í Conference League, ið tó gevur FC Lugano ein samlaðan 4-2 sigur. Men higartil er NSÍ einasta liðið, ið hevur megnað javnleik móti FC Lugano í hesum kappingarárinum
Grønlands Politi sigur, at leiting í gjár varð sett í verk eftir trimum fólkum í einum øki umleið 70 kilometrar sunnanfyri Paamiut. - Trý fólk vóru saknað, men í gjárkvøldið varð hin eini funnin aftur [...] fortaldi, at tey trý á túrinum høvdu siglt á eitt ísstykkið, og øll endaðu í sjónum. - Maðurin er nú á sjúkrahúsi í Paamiut og hevur tað eftir umstøðunum gott. Lagt verður aftrat, at nú verður leitað eftir [...] afturíaftur. Nakað soleiðis segði vaktleiðarin hjá Grønlands Politi, Hans-Peter Berthelsen, við Sermitsiaq í dag. Tey trý fólkini, sum vóru farin á reinsdjóraveiði, skuldu eftir ætlan verið komin aftur mánadagin
Tríggir menn í trimum ymiskum statum í USA eru avrættaðir í dag, og tað er ikki hent í USA síðan 2010, at trý fólk eru avrættað sama dag. Ein maður í Tennessee er avrættaður fyri at hava dripið eina reingerðarkvinnu [...] motelli í 1985. Ein er avrættaður í Oklahoma fyri at hava dripið unnustu sína í 2003, og at enda skal ein maður avrættast í Alabama fyri at hava neyðtikið og dripið eina fimm ára gamla gentu í 2021. Útlendskir [...] miðlar vita í dag at siga, at tað er av tilvild, at menninir verða avrættaðir sama dag. Tó vísir hetta eina gongd, har USA seinastu árini hevur framt fleiri og fleiri avrættingar. Sagt verður, at í ellivu
var føddur og uppvaksin í Vági. Hann var ein íðin og áhugaður samlari, sum gjøgnum eitt langt lív savnaði eina fjølbroytta og áhugaverda mongd av lutum og listaverkum. Petur hevur latið vágbingum grunn, [...] onnur Rutt Smith, William Smith, Sámal Joensen-Mikines og William Heinesen. Nú hevur almenningurin høvi til at kaga inn í henda fjølbroytta heim og síggja ein part av tí list, sum Petur Nolsø savnaði. [...] sínum áhuga og forvitni var við til at varðveita lutir og søgur fyri komandi ættarlið. Framsýningin er í Miðlatúni og er opin soleiðis: Leygardagin frá kl 13.00-17.00 Sunnudagin frá kl 14.00-17.00 Ókeypis
Leikluturin hjá NSÍ í europeiskum fótbólti er av á hesum sinni. Tað varð staðfest í Klaksvík í kvøld, tá ið NSÍ hevði vitjan av sveisiska Lugano. Í Sveis vann Lugano í 33 hitastigum 2-0. Í kvøld vóru tað eini [...] tá ið álop í vinstru, har vongverjin Filip Drinic eisini var uppií, endaði við, at Sammy Skytte stakk bóltin fram í vinstru, har sera eyðsýndi Petur Knudsen rann frá verjuni og sendi bóltin í málið. Og [...] fótbólt, tí tað var stilt, og tað bilti einki, at tað meiri enn so kendist úr honum. Úrslitið í kvøld var 2-2. Eina løtu var NSÍ frammanfyri 2-0, og tá var tað heilt spennandi. Liðið hjá Lugano er væl hægri
senda eina kærleiksávaring til fólk okkara um at taka við ávaring. Tað, sum vit velja her í lívinum, fer at avgera, hvar vit verða í ævinleikanum – heima í Himli ella í fortapilsinum. Gud hevur gjørt alt [...] at Gud skapti okkum við øllum hesum áðurnevnda, sum býr í okkum í dag? Nei, tá ið Gud skapti menniskjuna, búði einki slíkt í henni, tí vit lesa í 1. Mós. 1,31: ”Og Gud sá alt tað, ið Hann hevði gjørt – [...] til og liva alt tað út, sum í okkum býr, og umbera okkum við, at ”soleiðis eri eg skaptur”? Eingin fer niður í eldsjógvin ”Í Guds ríki eiga øll rúm, og nei, ongin fer niður í eldsjógvin til illamann.” (Ó
vakurleiki, sum her ræður. Alt í javnvági. Eitt øki sum fær teg hugsa góðar tankar. Ikki løgið, at meginskaldið, Hans A. Djurhuus yrkti "Meg minnist eina mynd" eftir at hava spákað í Trøðum á Sandi. Vatnsoyran [...] skapanarverkið sum júst nú stendur í fullum blóma. Vit hoyrdu vakrar sálmar av Mikkjali á Ryggi, Brorson og øðrum skaldum - øll við íblástri úr náttúruni, ”Upp alt sum Harrin hevur gjørt”, sanniliga ein góð byrjan [...] hava ans fyri náttúruni. Í sínum lestrum kom prestur eisni inn á, at vit eins og blóman einaferð fara at følna. So er, og soleiðis skal tað verða. Men, hvussu leingi var Adam í Paradísi? Tað er veruliga
ð rykt undan teimum. Hetta er ein skipan, sum hevur virkað stak illa, og sum fullkomiliga hevur tikið pressufrælsið frá privatu miðlunum. Harafturat hevur skipanin eisini virkað illa á tann hátt, at m [...] miðlastuðulsnevndin fyri ein stóran part hevur verið óarbeiðsfør. Eitt nú hevur Dimmalætting ikki fingið stuðul fyri verkætlanir, sum vórðu skrivaðar í 2023, ella fyri trimum árum síðani. Avleiðingin er [...] við Bárð á Lakjuni, men tað sær ikki út til, at hann hevur áhuga at tosa við okkum. Í øllum førum eru boðini, at verandi skipan verður ikki broytt í ár, og tí skulu privatu miðlarnir framvegis vera undir
800 hitatengd andlát vóru í Týsklandi fram til og við viku 29 í 2026 - ikki serliga hugaligt. Trý stig - tað ljóðar ikki av nógvum Í summar havi eg sett meg eitt sindur inn í tað, sum týski klimagranskarin [...] Joachim Schellnhuber vísir á. Hann stóð í mong ár á odda fyri viðurkenda Potsdam-stovninum fyri veðurlagsgransking. Í einari samrøðu við eysturríksku tíðindasendingina ZIB2 í desember 2023 lýsti hann støðuna [...] sindur ógvusligt. Og trý stig ljóða í sjálvum sær ikki av so nógvum. Í Føroyum kann hitin broytast meira enn tað, tað lítlu løtuna tú brúkar at bera ruskposan út í ruskspannina. Men her er ikki talan um
India var á veg úr Phuket í Tailandi til Delhi í India við 137 ferðafólkum umborð. Flogfarið misti brádliga umleið 300 føtur – góðar 90 metrar – í hædd, og 17 fólk fingu skaða. Í fyrstu atløgu varð eisini [...] Bureau d’Enquêtes et d’Analyses, tekur lut í kanningini, tí Airbus hevur høvuðssæti í Fraklandi. Kanningin verður væntandi serliga vend móti teknisku skipanunum í flogfarinum, flogdátum og upptøkum úr stýrhúsinum [...] indiskum miðlum kann talan hava verið um brek í øllum trimum hydraulisku skipanunum í flogfarinum. Keldur við kunnleika til málið hava upplýst, at fleiri brek í hydraulikkinum og stýriskipanunum komu fyri