bita í hálsin, skrivar ein viðmerkjari. Miðlahúsið viðgjørdi fyrr í ár, um tað er rætt at selja grind ella ikki. Her eru nakrar av greinunum, vit høvdu tá. Les eisini Fara altíð at selja grind í handlunum [...] fest av álvara eld í sosialu miðlarnar, tá ein maður í summar seldi springaratvøst fyri 675 krónur fyri kilo. Les eisini Seldi tvøst fyri 675 krónur kilo Atfinningarnar kundu býtast í tveir partar, tey [...] handlunum Les eisini Einasti møguleiki hjá nógvum at fáa grind
. Vit hava rætt at drepa grind, og landsstýrið fer at halda fast í hesum rætti. Vit liva í eini alheimsgjørdari tíð, har tíðindi ferðast frá einum heraðshorni til eitt annað í eini handavending. Tí skulu [...] Føroyskir myndugleikar fingu í fjør ábreiðslu fyri ikki at vera nóg sjónligir á sosialu miðlunum í samband við ágangin móti grindadrápi. Nú hevur Løgmansskrivstovan tó tikið ávís stig. Í dag er www.whaling.fo [...] fo almannakunngjørd í nýggjum hami. Nýggja síðan er ein liður í at styrkja um almennu kunningina um grindadráp. Gongdin seinastu árini hevur verið, at grindamótmæli hava flutt seg yvir á sosialar miðlar
Ein lítil grind legði beinini í Sandágerði í gjárkvøldið. Kvart skinn varð í part. Um 8-tíðina í gjárkvøldið sóu nólsoyingar grind í fjørðinum suðuri móti Tjørnunesi. Einir fýra bátar vóru skjótt hjá grindini [...] in, sum í hesum førinum fór til Nólsoyar. Seðlarnir komu út klokkan trý í nátt, og tíðliga í morgun var alt longu fingið til høldar. Hetta er fyrsta grindin í Sandágerði, síðani 14.september í fjør. [...] vera við í drápinum, og tá avtornaði var ikki so lítið av fólki í Sandágerði. Jens Marius Poulsen, býarstjóri, upplýsti, at talan gjørdist um 30 hval, sum vóru merktir til 242 skinn. Býtt varð í 564 drápspartar
Um hálvgum trý tíðina seinnapartin í gjár vóru grindaboð í Suðuroynni, og var talan um eina grind uppá kanska einar hundrað hval, sum lá okkurt um ein hálvan fjórðing eystur úr Skarvatanga. Sýslumaðurin [...] góðkendu hvalvágunum verða avbyrgd, tá grind er, og tað royndist væl í gjár, sigur Jaspur Vang, sýslumaður. Tá sagt verður grindaøki, so meinast tað við sandin, har grind vanliga verður hildin til, umframt [...] teir skuldu royna at halda grindini til, og í samstarvi við grindaformenn og politi var síðani farið undir at skipa fyri tí, sum skuldi gerast. – Við heimild í grindareglugerðini hava sýslumenninir gjørt
nakað ljóð frá hvali við útgerðini. Tá Sosialurin í gjár tosaði við Paul Watson lá hann í ein útnyrðing úr Vágum við Ocean Warrior og leitaði eftir grind. Hann lá tá innanfyri territorialmarkið. Hann lá [...] so leingi Føroyingar fremja brotsverkið at drepa grind. Paul Watson æltaði sær í gjár ikki til lands nakrastaðni, uttan talan var um at fylgja eini grind ella at seta fólk av. [...] lurtiútgerð, ið kann staðfesta, hvar grindhvalir ferðast í stórari fjarstøðu. Paul Watson sigur útgerðina vera so góða, at hann, tá hann liggur í Nólsoyarfirði kann hoyra hvalir kring allar Føroyar, undantikið
- Nýggja tilmæli um at halda uppat at eta grind yvirhøvur, má takast í álvara. Tað heldur Kaj Leo Johannesen, løgmaður. Hann vísir á, at hetta tilmælið kemur frá okkara fremsta læknafrøðiliga serkunnleika [...] bannað at drepa grind og kanska er hetta eitt høvi hjá okkum at endurskoða okkara aldargomlu matmentan, leggur hann afturat Hann sigur, at hann fer nú at taka málið upp til politiska viðgerð í samgonguni, [...] og tí er hetta eitt áhugavert tilmæli, sum politiski myndugleikin ikki kann lata vera við at taka í álvara. Hann sigur, at helst fer hetta at broyta okkara matmentan, men hann vil ikki siga nakað sum
Í morgun varð boðað frá Grind í Haraldssundi, norðanfyri byrgingina við Svartadal á Strond. Grindin verður mett at vera millum 100 og 150 hvalir, men tað gongur illa at fáa rakstur á hana, sigur sýslumaðurin [...] sýslumaðurin, Karl haldansen Johansen. Ætlanin er at reka hana á Hvannasund og ein grind nú, kemur væl við hjá klaksvíkingum, sigur sýslumaðurin. Trýst á pílin undir myndini og hoyr tað nýggjasta um grindina
verið tey seinastu 40 árini viðvíkjandi dálkingarevni í grind. Nógv hevur verið kunnað um vandan við dálkingarevnum í grind, serliga síðani 80’ini. Síðst í 70’unum kom fyrsta grindatilmælið frá heilsumyndugleikunum [...] eisini knýttir at verkætlanini. Elsa er cand.san í Heilsufremjan frá Roskilde Universitet. Tað skrivar Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í tíðindaskrivi í morgun. Endamálið við verkætlanini er at eftirmeta [...] gleikunum, tí kanningar vístu, at kyksilvurinnihaldið í grind var høgt. Síðani tá eru tilmælini herd fleiri ferðir. Í 2008 varð tilmælið enn einaferð hert, og hesaferð varð mælt frá at nýta grindahval
Stutt fyri klokkan 19.00 í kvøld fekk løgreglan boð um, at ein grind varð sædd sunnanfyri Mykines. Løgreglan boðaði síðani grindaformonnunum frá, og eftir at hava rikið grindina fleiri tímar, og ligið [...] av fólki komið saman, til reiðar at taka ímóti grindini. Grindaformaðurin í Bø, Gutti Guttesen sigur, at tað er ein lítil grind - áleið 50 hvalir og at nakað um 15 bátar hava rikið grindina til Bíggjar
Fyrr í kvøld fann ein bátur grind útfyri Víkarbyrgi. Hildið varð ikki, at talan var um stóra grind, kanska 50 hval, og hildið varð eisini, at springarar vóru í millum, men teir lótu menn sleppa. Nakrir [...] var at fáa rakstur á grindina. Men um 21 tíðina kom ferð á, og nakað fyri klokkan 22 í kvøld varð grindin hildin til í Vági. Drápið gekk skjótt og væl, og grindin er helst nakað størri, enn mett varð fr