tóku undir við tí, tí teir eru í samgongu, sigur Elin Olsen, formaður í Felagnum hjá foreldrum at smábørnum í Havn. ? Hvør so skal ansa hesum góða barni, hvørs foreldur ikki nýtast at vera heima hjá, er [...] verður veruleiki, samgongan í býráðnum atkvøddi fyri og andstøðan ímóti. Hóast býráðslimir hava funnist at mannagongdini í málinum, hevur endaliga samtyktin við sær, at foreldrini ikki nýtast at vera heima hjá [...] skipaður við tí endamáli at veita fíggjarligan stuðul til børn, sum ikki eru í kommunalu ansingarskipanini, tí kommunan er ikki før fyri at útvega ansingarpláss til øll børn, sum standa á bíðilista. Av tí
Valdið yvir náttúruni í Føroyum skal liggja hjá Føroya fólki. Tí skal tað ikki vera SEV, men Føroya Løgting, ið setur yvirskipaða orkupolitikkin út í kortið. Enn fleiri áir verða turrlagdar. Árini á náttúruna [...] sær fyri at fáa veruliga valdið á náttúru- og umhvørvispolitikkinum til Føroya Løgting, har tað hoyrir heima. Tað skal vera Føroya Løgting, ið ger av, hvussu býtið skal vera millum orkukeldurnar í Føroyum [...] alt vald. Fyri tað, er tað ikki vist, at fólkini í SEV eru serstakliga órein og ómøgulig. Tað er bara ongin, sum setur teimum mørk. Náttúruvernd, umhvørvis- og orkupolitikkur, er nakað, sum politikararnir
fíggjarætlanin fyri næsta ár er samtykt, er so ætlanin at grava út fyri barnagarðinum næsta ár. Men borgarstjórin sigur, at enn er óvist akkurát nær barnagarðurin verður gjørdur. - Vit ætla ikki at leypa framav [...] men vit ætla at kanna væl og virðiliga, hvussu hann skal gerast, og, hvussu stórur hann skal vera, sigur borgarstjórin. Sostatt dugir hann heldur ikki at siga um tað eisini verður næsta ár, at farið verður [...] Nú fá eisini hvalbingar barnagarð. Bygdaráðið hevur samtykt at gera banragarð í bygdini og tað verður eisini tann næsta, stóra íløgan hjá kommununi, sigur Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri. Kommunan hevur
Í nátt verður skift frá vetrartíð til summartíð. Fleiri hava trupult við at minnast, hvønn veg klokkan skal flytast, men ráð eru fyri tí: Um summarið taka vit havamøblarnar fram, meðan um veturin verða [...] summartíð, sum er ónatúrlig. Summartíð bleiv upprunaliga tikin í brúk fyri at spara orku, og mann so vítt møguligt royndi at brúka dagsljósið. Ikki øll lond brúka summartíð, og harafturat er eisini ymisk, nær [...] summarið og flyta hana aftur um veturin. Tá klokkan er 01 sunnunáttina, skal hon flytast fram til 02. Sambært wikipedia.dk er ikki rætt at brúka heitið vetrartíð. Ístaðin átti heitið at verið normaltíð
ruskinnsavnari í Havn ikki færri enn átta leysar knívar í ruskposa, sum hann skuldi bera. Tórshavnar Kommnuna skrivar á heimasíðu sínari, at tað kemur javnan fyri, at hvassir lutir og annað, ið ikki skal vera í [...] liggja leysir í posanum. Samskiparin hjá ruskinnsavningin upplýsir, at tá tílíkt hendir, so venda tey sær vanliga til tey, sum eiga ruskposan, og geva teimum eina vegleiðing um, hvat skal í vanliga ruskposan [...] í ruskposanum, kortini eru at finna. Hetta kann verða vandamikið, tí ruskinnsavnarar kunnu illa verja seg fyri skaðum av slíkum lutum. Eitt nú verður posin ofta tikin á ryggin, og tá kann álvarsligur skaði
Tað verður ikki fólkatingaval á hesum sinni, tí stjórnin og Danski Fólkaflokkurin samdust í kvøld um skattalættan Semjan ber í sær, at millumskatturin hvørvur, tí markið fyri, nær ein skal rinda millumskatt [...] hækkar upp í 360.000 krónur um árið. Hinvegin fellur uppskotið hjá stjórnini um at hækka markið fyri toppskatt burtur, men partarnir eru samdir um, at talið á teimum, sum rinda toppskatt, skal ikki veksa. [...] Fólkaflokkin, er væl nøgdur við úrslitið, og hann heldur semjuna vera skilagóða. Politiskir eygleiðarar í Keypmannahavn siga, at tað er Konservativi Fólkaflokkurin, sum hevur slakað, men Bendt Bendtsen, fl
Hatta má vera skemt, hatta ber ikki til. Álvaratos, eg haldi ikki, at borgastjórin tekur borgararnar í álvara. Tað heldur Tummas Hanus Dam, handilsmaður í miðbýnum í Havn, tá vit spyrja hann, hvat [...] kanst standa í 15 minuttir. Eg haldi ikki, at eg fari skeivur um eg sigi, at seinastu 10-15 árini eru ikki skapt fleiri enn eini 10 - 15 slík parkeringspláss í miðbýnum, so tá man nú skal fara at taka [...] burtur av hesum til borgarstjóran, fyri at hann skal sleppa undan at ganga í 45 sekund úr Tórsgøtu niðan á Vaglið, tá haldi eg ikki, at man tekur borgaran í álvara, sigur hann. Tummas Hanus Dam
ynski eg í hvussu er at royna at fáa í lag, tí eg veit at skipanin, vit hava í dag, hevur so grundleggjandi manglar uppá menniskja áskoðan, og hettar kann eg ikki standa tigandi og síggja til. Í stevnuskránni [...] Tað skal heldur stuðlast. Sum støðan er í dag, skal ein avvarðandi, sum er tekur sær av barninum í longri tíð, og sum fegin vil menna seg fyri einaferð at koma út á arbeiðsmarknaðin aftur, eftir at hava [...] so sum bíðilistar og skrivstovuveldi forða fyri at man kemur víðari, ger at familjan er avmarkað í tí dagliga , tí at skipanirnarvirka ikki nøktandi. Tað má ikki vera soleiðis, at foreldur og avvarandi verða
Hann skal sora høvdið á tær, men tú skalt høgga Hann í hælin." 1. Mós. 3,14-15. Longu her lovar Gud, at ein frelsari skal koma, sum skal sora høvur ormsins. Hann sigur, at Hann (avkom kvinnunar) skal sora [...] ið Eg skal vísa tær! Eg skal gera teg til stórt fólk; Eg skal signa teg og gera navn títt stórt, og tú skalt verða signing. Eg skal signa tey, ið signa teg, og tann, ið tær bannar, honum skal Eg banna; [...] skriva, sum teir hava skrivað, fyri at einki skal vera at ivast um, um so er, at tað skjótt kann blandast kanska í hebraiskum. Sum sagt tað kann eg ikki trætast um, tí eg dugi ikki hebraiskt, men um ein tekur
eisini í yvirførdum týdningi, við at kloyva fólkið í tvey. Tey sum eru fyri bondska og víttgangandi framferðarháttinum hjá Landsstýrinum og tey mongu, sum ynskja eina aðra kós fyri Føroyar. Fyri fiskiv [...] óggávu. Har vendist ikki aftur. Jacob Vestergaard er nú komin alment fram við sínum ætlanunum um, at fiskivinnan í Føroyum endaliga skal privatiserast. Her eru nakrir megintættir í uppskotinum frá lan [...] tey ikki kunnu viðtaka mál um tjóðarognir, uttan at fólkið sleppur til orðanna. Vit, fólkið í Føroyum, hava eisini uppiborið at verða spurd um hvussu vit ynskja at skipa fiskivinnuna í framtíðini. í Havn