4. oktober. Franciscus, deyður í 1226. Sonur ein keypmann í Assisi í Italiu. Hann stovnaði munkaskipan, sum legði størsta dentin á fátækdømi og gjørdist tann best kenda munkaskipanin. Norðurlanda ápostul [...] úr Assisi varð skýrdur halgimenni longu í 1228. Navnið merkir tann franski. 5. oktober. Placidus, deyður í umleið 550. Tá ið Bænadikt úr Nurcia bygdi kleystrið Monte Cassino, fekk hann jørð at byggja á [...] á Sikiloy. Kleystrið varð rænt og lagt í oyði av sjórænarum og Placidus dripin. Rasmus Rasmussen deyður hendan dagin í 1962. 6. oktober. Broderus. Ókent halgimenni. .
1. oktober. Remigius, deyður í 533. Galliskur aðalsmaður, sum longu 22 ára gamal varð valdur til biskup í Reims. Kristnaði Chlodovech kong, sum var langabbi Karlamagnus. Remigius doyði 96 ára gamal.
30. september. Hieronymus, deyður í 420. Tann lærdi kirkjulærarin, sum var komin úr Stridon í Bosnia. Í Róm var hann skrivari hjá pávanum Damasusi Fyrsta, sum setti hann at týða bíbliuna av nýggjum. Úrslitið
27. september. Kosmus (eisini skrivaður Cosmas), deyður í umleið ár 300. Tikin av døgum undir Diocletianus keisara. 28. september. Venceslaus, deyður í 935. Sonur hertogan Vratislav í Bøhmerlandi. Av øvund [...] Venceslaus Ulricus Hammershaimb (1819-1909). Navnið er slaviskt og merkir hin heiðurskrýndi. Lucas Debes deyður hendan dagin í 1675, 52 ára gamal. 29. september. Mikkjalsmessa. Dagur hildin høvuðseinglinum Mikael
26. september. Adolf, deyður í umleið 824. Sonur muslimskan pápa og kristna móður í Sevilla. Flutti til Cordoba í vón um at hava kristnu trúgv sína í friði, men varð klagaður og tikin av døgum. Týskt navn
23. september. Linus, deyður í árinum 79. Var fyrsti eftirmaður Pæturs á pávastóli í Róm. Halgisøgur siga, at hetta er tann Linus, sum nevndur er í 2. Tim. 4, 21, men tað vita teir so ikki við vissu. Dagurin
Kongurin á Etiopiu læt hann taka av døgum. Bíbilska navnið merkir Guðs gáva. 22. september. Mauritius, deyður í umleið 300. Rómverskur herhøvdingi, sum saman við 6666 hermonnum í liði sínum (tebansku legiónini)
verður hann førdur til Yucca Valley sjúkrahúsið, har tey einans kunnu staðfesta, at Gram Parsons er deyður, 26 ára gamal av hjartatilburði. Líkskoðarin skrivaði í frágreiðingina "Drug toxicity, days, due
17. september. Lambertus, deyður í umleið 705. Biskupur í Maastricht í Hálandi. Varð dripin av aðalsmonnum, tí at hann setti at teimum fyri ólevnað.
13. september. Cyprianus, deyður í 258. Hann var sakførari og lærari í Kartago, men 45 ára gamal gjørdist hann kristin og varð tvey ár seinni valdur til biskup. Skrivaði nógvar lærubøkur og søgubøkur,