eru til viðgerðar í Løgtinginum í løtuni. Kunnu gera avtalur Men eftir verður so tað stóra takið at fáa úgerð og útbúnað til tann nýggja bygningin so at hann kann takast í nýtslu. Í tí sambandi hevur Bill [...] takast í nýtslu 23. februar. Tað er ikki av tilvild, at 23. februar er valdur er valdur til hendan merkisdag, tí júst hendan dagin fyllir Landssjúkrahúsið 80 ár og tað halda tey er ein hóskandi dagur at gera [...] tað kann verða leverað beinanvegin í tí nýggja árinum. Bill Justinussen sigur, at tað er rættiliga long leveringstíð uppá sumt av útbúnaðinum, heilt upp í fýra mánaðir í summum førum. ? Tí er tað neyðugt
ár seinni Fjóðra sunnudag í advent 1999, sum nú var tann 19. desember, varð 25 ára dagur kirkjunnar hátíðarhildin. Til hátíðarguðstænastuna sunnudagin vóru prestarnir fimm í tali, og vóru teir Hans Jacob [...] handaði teimum fýra heiðursgávuna, ið var ein minnispláta úr gróti við motivi av kirkju- og missiónshúsinum grivnum í. Hennig Mortensen nýtti høvið at tríva í aftur orðini, Jákup Joensen, fyrrverandi [...] Fjóðra sunnudag í advent í 1974, sum tá var 22. desember, hoyrdist fyrstu ferð kirkjuklokka kalla saman til halgiløtu á Argjum. Tað var Eivindur Vilhelm, varabispur, sum hendan hendan góðveðursdagin við
Málið á breddanum í føroyska ítróttaheiminum hesa seinastu góðu vikuna hevur fyrst og fremst verið útlendingamálið. Valla er dagur farin framvið, uttan at okkurt nýtt hevur verið frammi í málinum, og tó at [...] dagarnar. Í týsdagsútgávu okkara skrivaðu vit, at Torbjørn Jacobsen hevði biðið um fund við Bertel Haarder um málið, og mánakvøldið kundi Sjónvarpið so boðað frá, at ein loysn nú tykist vera ávegis í málinum [...] líkt er tó til, at í hesum førinum verður talan ikki um serliga langa tíð. Føroyski fólkatingslimurin segði nevnliga eisini, at danir longu hava verið í sambandi við Løgmálaráðið, og at ein avtala eftir ætlan
mjøl í munninum-nevniliga at koyra bátar í annan bólk enn tann, sum teir skuldu verið í eftir støddini. ? Upprunaliga vóru útróðrarbátarnir bólkaðir sundur í bólkar, har allir undir 20 tons vóru í einum [...] ? Tí hetta er als ikki ikki eindømi í Føroyum. ? Og hetta er í veruleikanum bara ein náttúrlig avleiðng av lógini um vinnuligan fiskiskap. Essa Petersen, formaður í Landsfelag Vinnurekandi Útróðrarmanna [...] nýtt í Føroyum, at skip verða koyrd í bólk saman við útróðrarbátum, hóast tey eftir stødd áttu at verið í einum øðrum bólki. ? So at onkur bátur kemur afturat, havi eg bara bíðað eftir. Formaðurin í LVÚ
skrivað ein jólasjónleik, sum var væl móttikin í nunnuskúlanum nakrar dagar frammanundan. Jólamansbúnin var eisini í viðførinum. Hann ætlaði eg mær í umborð á Ternuni, fyri at gleða børnini í grannalagnum [...] Slættanes frá. Hon hevur verið lærari í Sankta Frans skúla í meiri enn ein mansaldur. – Vit fara so við bussinum niðan eftir Oyggjarvegnum, sum gjørt varð tá, niðan í kuldan. Hálkan kom sum eitt skot. Eingin [...] sótu høgru megin í bussinum, maður mín, Steinbjørn, við Súsonnu dúrandi í fanginum. Páll sat vinstrumegin. Hvat hendir nú? Í útvarpinum vóru hugnaligir jólasálmar frá eini gudstænastu – í menniskjum var
havt størst týdning fyri vinnulívið í Klaksvík. Hann bygdi í tíð síni eina vinnufyritøku upp, hvørs stødd og styrki var ómetalig í mun til ta samlaðu framleiðsluna í samtíðarsamfelagnum. Týdningurin av [...] býin. Fleiri av fyritøkunum í býnum bera enn navn hansara, og er tað felag, hann bygdi upp, framvegis størsta vinnufyritøkan í býnum. Kjølbro var eisini ein av teimum, sum í 1919 tók stig til at seta á [...] Ellingsgaard Klaksvík: Sunnudagin upprann endiliga løtan, tá fyrsta standmyndin í Klaksvík varð avdúkað. Hetta var ein søguligur dagur fyri býin, og tað vísti talið á uppmøttu fólkamongdini eisini. Veðrið var
League Hetta er somuleiðis fyrstu ferð, at tvey ensk lið møtast í hálvfinaluni í Champions League. Í fjør møttust Arsenal og Chelsea, men tað var í fjórðingsfinaluni. Juventus var stórfavorittur at vinna seinnu [...] Juventus skapti bert ein opnan málmøguleika í øllum dystinum, og tað er at kalla óhoyrt fyri ?ta gomlu damuna?. Størsta møguleikan hjá Juventus hevði Zlatan Ibrahimovic tíðliga í dystinum, tá hann fekk [...] vegna frustratión. Camoranesi, ið er ein kvikur og vandamikil offensivur leikari, fekk heldur einki burturúr mikukvøldið. Spurningurin er so, um tað var ein off-dagur hjá Juventus, ella um vit skulu geva
prát. Vit høvdu ein góðan dag saman við tær á tínum 75 ára føðingardegi - ein dagur, sum eg veit, tú vart sera glað fyri. Sum tú gjørdist eldri, gjørdist tað torførari hjá tær at klára teg í egnum heimi, [...] hava tað gott leingi, men so breyt sjúkan út aftur. Tú komst tí at búleikast skiftivís í Danmark og í heiminum í Nólsoy, saman við pápa tínum og beiggjanum. Tá psykiatrusku deildirnar komu her heima, slapst [...] tú føldi, at lívið var trupult og tú ikki orkaði meir og lívið gjørdist ein kampur fyri at vera fræls. Tú vart komin soleiðis fyri í samfelagnum, at tú mátti flyta aftur og fram millum heimið og psykiatrisku
Føroyum. Hetta verður bæði gjørt við fólki til gongu og í bilum. Soleiðis fer løgreglan at vera munandi meira sjónlig í føroyska landslagnu í vikuni, tá Føroyar og Týskland hittast á Tórsvølli. Løgreglan fer [...] ongantíð verður aftur í Føroyum, varð sagt á tíðindafundinum. Men trygdartiltøkini eru herd munandi, og hetta skulu fólk hava virðing fyri, um dysturin skal gerast ein uppliving. Ein annar munur verður eisini [...] FÒTBÒLTUR Mikudagurin 11. juni verður eftir øllum at døma ein serligur dagur. Tá fer føroyska A-landsliðið hjá monnum á Tórsvøll at spæla móti Týsklandi. Og hetta fer at merkjast. Trygdartiltøkini vera
Hetta er ein vanligur dagur inni í Dalabúðini í Skálavík. Seinnapartur týsdagin hin 24. januar 2006. Ein eldri maður úr Skálavík er farin til handils. Hann setur prutlið frá sær og fer so innar í handilin [...] henda dagin. Í dag er tað ikki tað stóra innkeypið ein pakki av mjólk, ein posi av eplum og okkurt afturvið einum drekkamunni. Hann rindar fyri vøruna, og ger seg til at fara. Tá kemur ein annar maður [...] tað sera avstressandi at búgva her, sigur 69 ára gamli havnarmaðurin í Skálavík. Ein faktorur í tí at trívast á einum staði er, at ein hevur okkurt at takast við. Og tað hevur Áslakkur eisini. Eg arbeiði