halda minningardag fyri øll, sum farin vóru, og ikki bara fyri halgimennini. 3. november. Hubertus, deyður ár 727. Var biskupur í Maastricht eftir Lambertus. Var tiltikin veiðimaður og gjørdist verndarhalgimenni
18. november. Hesychius, deyður umleið ár 300. Heryvirmaður í Antiokia, tá ið keisarin Diocletianus ráddi. Varð tikin av døgum fyri trúar sakir.
29. oktober. Narcissus, deyður í 222. Hevur helst verið av grikskari ætt og gjørdist 30. biskpurin í Jerúsalem. Hann segðist at vera 116 ár, tá ið hann doyði.
12. desember. Epimachus, deyður umleið ár 250. Kristin maður í Aleksandriu, sum varð tikin av døgum, tá ið Decius keisari ráddi.
Nicolai Mohr var føddur hendan dagin í 1742. 23. november. Klæmintsmessa. Vit vita, at hesin Clemens (deyður umleið ár 107) livdi í Róm, tá ápostulin Pætur var á døgum, og gjørdist triði maður í stóli hansara [...] Klement monne os vinteren bringe. Latínska navnið Clemens merkir hin mildi. 24. november. Chrysogenos, deyður umleið ár 300. Halgisøgur siga, at hann var kristin einabúgvi, sum varð tikin av døgum meðan Diocletianus
14. oktober. Kalixtus, deyður í umleið ár 222. Trælur, sum gjørdist diakonur hjá pávanum og fekk um hendur at standa fyri jarðarferðum teirra kristnu. Summar av katakombunum bera navn hansara. Veturnætur
23. oktober. Severinus, deyður umleið ár 400. Biskupur í Køln. Í Danmark er hann komin í bland við tann halga mannin Sørin í Ry í Jútlandi. Latínskt navn, ið merkir tann strangi ella álvarsami.
24. oktober. Proklus, deyður í 443. Var næmingur hjá Chrysostomosi og endaði sum biskupur í Konstantinopel. Nógvar av prædikum hansara eru varðveittar. Sameindu tjóðirnar samtyktu skipan sína í mai-juni
17. oktober. Florentinus, deyður umleið 1525. Biskupur í Orange í Fraklandi; kendur úr søguni av fleiri kirkjufundum, har hann hevur verið við, men annars vita teir einki um hann at siga. Mikkjal á Ryggi
11. desember. Damasus, deyður í 384. Diakonur hjá pávanum Liberiusi og varð sjálvur valdur til pávu eftir hann. Er fyrst og fremst kendur sum tann, ið álegði Hieronymusi at týða bíbliuna av nýggjum.