matarstøðum, ið hava opið seint. Drive-in lúkan hjá Burger King í SMS er eitt slíkt stað, har fólk kunnu fara at keypa sær mat á náttartíð. Men við Burger King drive-in lúkuna er ikki nokk bert at hava hungur [...] lúkuni og hava sagt hvat tey ynskja sær til matna. Men arbeiðsfólki innanfyri hevur bert hugt at hesum svongu fólkum, sum ongan bil hava, og ryst við høvdinum. ?Tú mást fyrst og fremst hava ein bil, síðani
16. mars kunnu omma og abbi okkara halda teirra 60-ára brúdleypsdag. Fyri okkum ommu- og abbabørnum sýnast hesi 60 árini nærum óverulig, tí í okkara eygum sæst aldur als ikki á teimum. Hetta er jú ikki [...] mangan um í gerandisdegi okkara, og hava tey eina stóra tøkk uppibornað. Góða omman og abbin, við hesum orðum vilja vit fegin ynskja tykkum hjartaliga til lukku á diamantbrúdleypsdegnum, og Guds signing
Skandinaviksa Barnamissiónin heitti á hana. Bosse Wallenberg og onnur frá felagskapinum vitja í Føroyum í hesum døgum. Angela Petersen og Jákup Jacobsen vera frásøgufólk á konsertini. - Har fái eg høvi at siga [...] ynskt, at tey fingu hjálp, sigur Angela við álvara í røddini. Og hon leggur afturat: - Og um vit ikki kunnu gera tað nú her hjá okkum, hvør skal so? Tí vit merkja ikki, um vit lata eina lítla upphædd, kanska
ymisk øki sum til ber, men har vit eru við eru vit eisini við fullari styrki sigur hann og sipar við hesum til, at felagið hevur bygt upp eina ekspertisu á flestu økjum innan oljuleiting, og tað er henda [...] meta oljufeløgini framvegis, at tað finnast stórar olju- og gassgoymslur í undirgrundini. Og hesar kunnu so eftir øllum at døma eisini føroysk oljuáhugamál vera partur av. Sera virkið felag Nú føroyska
flyta til í dag enn fyrr. - Tørvurin á at koma í føroyingahúsið at frætta tíðindi er ikki tann sami í hesum tøkniligu døgum, sigur Jákup Sverri Kass og av tí sama verður tilknýtið millum føroyingarnir minni [...] hátt skal tað bera til hjá føroyskum fyritøkum at finna møgulig framtíðar starvsfólk, sum tey so kunnu seta seg í samband við. Hendan ætlanin er tó ikki komin so langt enn. Venja seg við frástøðuna Í Føroyum
fjølbroytta úrvali av klæðum eins væl og gerandisvørum mundi verða væl kend butikk kring alt landið. Í hesum handli er Haldor enn virkin, hóast meira enn ein hálv øld nú er runnin. Haldor var ein teirra, sum [...] Hon kemur uttan fyrivarni ella uttanumtos. Men hóast politisku og samfelagsligu viðmerkingarnar kunnu vera hvassar og viðhvørt mestsum ov beinraknar, hevur tað ongantíð eydnast Haldori at gera seg til
dyst millum B68, ÍF og VB/Sumba. Av hesum trimum eru suðuroyingarnir teir, sum í løtuni standa nógv veikastir, og stóri spurningurin hjá teimum verður, um teir kunnu venda byttuni, tá B68 kemur á vitjan
gildi. Vit vita, at alt tos hjá løgmanni um EFTA og altjóðagerð í dag verður forðað av júst hesum sambandslógunum, sum vórðu skrumblaðar ígjøgnum løgtingið á miðjari nátt. Kongeriget Danmark for [...] Danmark for så vidt angår Færøerne at vit bert eru húskallar og fulltrúar hjá Danmark. At vit ikki kunnu gera avtalur við onnur lond, um tað gongur ímóti donskum áhugamálum og at Danmark hevur evsta valdið
kommunur fyri hópin av útreiðslum fyri millumannað barnagarðspláss, sum jú ikki hanga á trøunum í hesum døgum. Eg dugi ikki í mínum villasta fantasi at síggja, hví uppskoti já Finni og Anitu er so ringt [...] bæði einum og øðrum, so tað er ikki lukkuligt at traðka teir ov fast á tærnar. Ja, sjálvt løgregluna kunnu teir biðja ríða og reisa, um hon skuldi komið á gátt. Tosað hevur verið nógv um at liva rætt og at
flestu foreldur hugsa. Men bara við at hyggja at vørulýsingini, sæst ein annar sannleiki. Afturat hesum vísur ein kanning hjá danska brúkarablaðnum Tænk (www.taenk.dk), at teir vátu papírsklútarnir innihalda [...] skaðilig evni verða blandaði í sápuna. Millum annað Parabenir, litevni, parfuma og ymisk haldevni, ið kunnu elva til ovurviðkvæmi. Kortini breggja tey sær í marknaðarføringini av tí skjalprógvaða mildni, ið