tjaldursparið hevði valt sær asfaltið sum reiður. - Hetta er neyðugt, og vit taka hetta í álvara. Vit eru greið yvir, at eru eggini fyrst vorpin her á asfaltinum, kunnu tey ikki flytast, sigur hon við heimasíðuna [...] Á heimasíðuni hjá NRK - norska kringvarpinum - er í dag stór grein, ið snýr seg um eitt tjaldursreiður, ið gjørdi, at eitt lutfalsliga stórt asfaltarbeiði, sum var í gongd, steðgaði. Byggileiðarin tók
Í kvøld klokkan 20 er startskotið til EM-endaspælið í fótbólti. Tá møtast vertstjóðin, Týskland og Skotland í dysti í bólki A á Allianz Arena leikvøllinum í München. Týskland er stórur favorittur, og søguligu [...] tað málmunurin, ið feldi skotar. Hjá altjóða veddingarfyritøkum er Týskland risastórur favorittur til at vinna setanardystin í kvøld. HER eru oddsini: ##med2## ##med3##
kann broyta viðurskiftini í oynni, er fast samband. - Sandoyartunnilin er komin, men framvegis skilir Skúvoyarfjørður okkum frá meginlandinum og so leingi, sum fjørðurin er við teimum avbjóðingum, sum hetta [...] bygdin út og fellur í órøkt, tí her verður eingin eftir at røkja tað, sum er. Tað sigur 82 ára gamli, Meinhard Hentze, sum vit hittu mánadagin í hesi vikuni, tá vit bankaðu á dyrnar hjá honum í Skúvoy. - [...] tekur til. - Men, her hoyrist ikki eitt einasta orð til suðuroyingar, og tað undrar meg, at teir ikki gera vart við viðurskifti sum hesi, nú ein Suðuroyartunnil eftir øllum at døma er í stoypiskeiðini.
bygd, sum Skúvoy er, er meira enn ein handil, og her koma eisini fólk, sum seta seg niður at práta eina løtu. Soleiðis er handilin eisini ein partur av sosiala lívinum í bygdini. - Her kemur altíð onkur [...] maður Tá var meira lív í bygdini, enn tað er í dag. Her búðu eini 100 fólk, og nógv fólk komu á gátt í handlinum. Skjótt sá hann, at tá nógv vøra fer út, er eisini neyðugt at fylla uppaftur. - Jú, dagurin [...] sosiala Tað er nógv broytt í Skúvoy hesa skjótt hálvu øldina, síðan Meinhard læt handilin upp á fyrsta sinni. - Ja, tá vóru vit eini 100 fólk her úti; nú eru vit kanska eini 12-15, sum eru her burturav.
eina stolta fótbóltssøgu, men tað er eftirhondini langt síðani, at Ungarn var at rokna sum ein faktorur í evropeiskum fótbólti. Tað er í holt við at broytast. Liðið er ikki sett saman av heimsstjørnum, [...] burturúr síni yrkisleið. Eitt dømi er fyrrverandi eykamálverjin hjá Liverpool, Peter Gulacsi. Hann er í dag fyrstaval hjá RB Leipzig. Liðfelagin og miðverjin, Willi Orban, er ein spælari á veg fram. Upptakt: [...] spennandi hvørja ferð. Besta úrslitið er ein vælspældur málleysur javnleikur í 2016. Hinar dystirnar hevur Ungarn vunnið við einum máli. Eisini er familjan Géza kend her á landið. Géza Tamás Turi kom við familju
hann. Tað er í góðum veðri, og fólk hoyggja, og tað er oftast í góðum veðri, at ferðslan í Saksunardali er størst. Skelti við vegin Borgarstjórin sigur, at vegurin gjøgnum Saksunardal bæði er smalur og [...] staðnum. Síðan kemur ferðavinnan í aðru ella triðju røð, men vit viðurkenna, at ferðavinnan er her, og at hon er komin fyri at vera. Tað sigur Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu. Hann vísir á, at [...] kennast strævið. - Eftir vegnum gjøgnum Saksunardal er eingin vegøksl, og her kann vera skjótt at fara út av vegnum, um tú ikki ert ansin og árvakin, og her eru fleiri bilar farnir út av millum ár og dag.
Teljingar av ferðsluni, sum Landsverk ger, vísa, at ferðslan á Saksunarvegum er størst í juni, juli og august, sum eisini er háarstíð í ferðavinnuni. Fara vit aftur um koronu-tíðina, sæst, at bæði í 2018 [...] til ávísar hagar og økir. Í summum førum er gjaldið bara galdandi fyri útlendsk ferðafólk, men í øðrum førum fyri øll ferðandi. Í Saksun hevur eisini verið er eitt gjaldsportur, har øll, sum ætlaðu sær [...] Myndatekstur: (Stór mynd úr Saksun... ) Í Saksun er neyðugt við skeltum og vegleiðingum um at virða privatlívið hjá fólki og virksemið á staðnum Sitat... “Tørvur er á einum tíðarhóskandi lógarverki um ná
oyggjarnar og smáu bygdirnar, er neyðugt at liva seg eitt sindur inn í tað, tú fæst við. Annars kann tað vera trupult at gera sær eina mynd av staðnum. Hin spurningurin er so, um tað er neyðugt at gera sær eina [...] verður altíð tað mesta av søguni og gerandislívinum á staðnum, sum verður ósagt. Soleiðis eisini her, nú Saksun er á breddanum í dag. Abbin var hin fyrsti Vit høvdu ætlað okkum at skift orð við Páll Svartá í [...] víðari, sum ber umleið 180 áseyðir. Sjálvur heldur Símun fyri, at 180 áseyðir er ikki nóg mikið hjá nøkrum at liva av, men hetta er ivaleysa nógv til at gera tað strævið at sita við einum festi. - Jú, sjálvandi
Her niðri millum fjøll og hamrar og niðast í langa Saksunardali er serstakliga vøkur náttúra. Saksun er bara Saksun, og tá tú sært myndir ella málningar av tí, sum eyðkennir staðið, ert tú ongantíð í iva
planerað í Saksun. Øll grundstykkini eru seld, men her er eingin bygging í gongd enn. Sum skilst á borgarstjóranum í Sunda kommunu, sum Saksun er partur av, er ikki væntandi, at húsini verða bygd av fólk, sum [...] hjá sitandi samgongu er ymiskt á pappírinum, sum kundi bent á, at ætlanin er at skipa slík viðurskiftini betri og greiðari. - Eitt er spurningurin um bústaðarskyldu, og annað er, hvat vit sum kommuna [...] grundstykkini liggja, soleiðis at her kann farast víðari við ávísari bygging. Borgarstjórin sigur, at lendið, sum liggur uppat grundstykkjunum í Saksun, sum eru planerað, er vælegnað til nøkur fleiri grundstykki