spakuliga fingu tær eisini yvirvág í spæli. Tað eydnaðist teimum eisini at vinna seg upp á javnt nakað fyri hálvleik við einum máli frá altíð vandamiklu Halldóru Joensen, og um miðjan seinna hálvleik komu tær [...] vardi tó ikki leingi, tí bert ein minutt seinni hevði Vivian Thorleifsson javnað, og eitt lítið korter fyri leiklok fekk HB sigursmálið, ið tó var eitt sjálvmál frá VB. Landskappingin útsett Hin dysturin í [...] annars ábendingar um, at B36 møguliga er í ferð við at reisa seg eftir ein laka byrjan. KÍ vann dystin 2-0, men munurin hesa ferð var als ikki so stórur, sum hann var, tá liðini hittust í fyrsta umfarinum í
Listamaðurin Tróndur Patursson úr Kirkjubø stendur fyri tí størstu avbjóðingini nakrantíð í hansara lívi sum listamaður. Hann hevur fingið innbjóðing til eina stóra listaframsýning í franska høvuðsstaðnum [...] fígging. Tróndur sigur tó, at um listaverkið ikki verður selt frammanundan, so er góður møguleiki fyri at selja tað á sjálvari framsýningini í París. ? Hetta er tann størsta og mest spennandi uppgávan [...] taka støðu. Tróndur hevur fingið pláss í C2 deildini á flogvøllinum, har eitt stórt vindeyga, sum er 20 ferðir 7 metrar til víddar, har sett av til hansara. Verður avgerð tikin um, at listaverkið hjá Tróndi
framvegis hevði ein dag leikbann, tá føroyska liðið fór til Luksemburg, og tí ikki kundi taka lut í 2-0 sigrinum. Ongar bonuspengar FSF sigur nevnliga, at tá leikari ikki er við á dómaraseðlinum, hevur hesin [...] liggja eftir. Sjálvur sigur Pól, at hann ikki varnaðist hetta, fyrr enn hann fekk avrokningina frá FSF fyri ferðina. - Tá eg fekk avrokningina, setti eg meg beinan vegin í samband við Jens Martin, sum er u [...] ikki var við í Luksemburg, men ístaðin bert fór til Russlands. At tað skal vera somikið avgerandi fyri FSF, um teir rinda bonus til 17 ella 18 leikarar, dugi eg als ikki at skilja, sigur Pól, sum eisini
11.a4 h6 12.b3 Ne7 (Vanligur leikur, við ætlanini Ng6 og møguliga Nf4. Eisini gevur leikurin pláss fyri c8-bispinum) 13.Bb2 Ng6 14.Rad1 Bb4 15.Nd4 Bc5 16.Ne4 Bxd4 17.Bxd4? [17.Rxd4 Bf5 18.g4 Bxe4 19.Rxe4 [...] verja riddaran) 18...Rd8 (Og Flóvin tykist at hava javnað út) 19.Bc3 Rd5! (Har stendur rókurin sterkt) 20.f4 h5 21.Re2 h4 22.Bb2 [22.e6 f6! og e-finnan verður søga] 22...b6 23.Rf3 Ke7 24.Kf2 Rhd8 (Svarta støðan [...] saman) 25.g4 hxg3+ 26.Kxg3? [betri hevði verið: 26.Nxg3 Bxc2 27.Rxc2 Rd2+ er ikki beinleiðis tapt fyri hvítan, men stendur sanniliga í undirkantinum] 26...Rd1! 27.Rff2 Rh8 28.Ng5 Rh4 29.Bc3 Rg1+ 30.Kh2
tóku teir eisini nógv nýggj áskoðarapláss í nýtslu, men har var ikki so nógv at rópa hurrá fyri hjá heimaliðnum. Fyri Silkeborg og teirra viðhaldsfólk var tað stórt vónbrot, at tað ikki fekst meiri burturúr [...] var ímóti AB, og hann var sera undirhaldandi. Brøndby vann 4?2, eftir at teir høvdu verið á odda 2?0, og eftir at AB í fyrsta minuttinum eftir steðgin hevði javnað til 2?2. At Martin Johansen hjá AB,
Petersen sigur, at tann nýggja fólkaskúlalógin krevur einar 50 nýggjar lærarar. ? Tað hevði kostað um 18- 20 milliónir. Men tað er minni enn tær 23 milliónirnar, sum landsstýrið stjól frá okkum í fjør, sigur [...] Men hon leggur afturat, at lærarafelagið hevur skotið upp, at tað verður sett í verk yvir tvey ár fyri at gera tað lættari at fíggja. Men fíggjarmálastýrið er hvørki at høgga ella stinga í og tí ligga [...] Og formaðurin í lærarafelagnum sigur, at partarnir eru ero langt frá vørjum øðrum, at hon fryktar fyri drúgvum arbeiðssteðgi.
Fríði Johannesen var púra leysur mitt fyri málinum, tá hann við høvdinum stýrdi bóltinum í kassan. 24 minuttir vóru farnir, og gongdin bendi á stórsigur. Men lukkutíð fyri B36 minkaðu teir um munin í sama minutti [...] Jákup á Borg, sum kom ígjøgnum eitt sindur til høgru, har B68 tóktist tunnligt, skoraði. Tá tað var 2?0 varð John Petersen togaður niður í brotsteiginum. Einki hoyrdist frá dómaranum, men hann var skjótur
tal um sáttmálaviðurskiftini, men uttan úrslit. Fundur var tó millum lønardeildina og felagið tann 20.03. í ár og í skrivi tann 31.03 boðar lønardeildin frá, at loysn verður funnin fyrsta dagin. Lítil [...] ir ganga eftir sama sáttmála, sum sjúkrasystrarnar. Nakrar av sjúkrasystrunum hava verið á skeið, fyri at kunnað seg um starvsøkið hjá radiografum. Sjúkrasystrarnar hava fingið í sín sáttmála, at tær fáa [...] viðbøtur, tá tær gera arbeiðið, sum radiografar gera. Tá radiografarnir taka sær av hesum, liggur ikki fyri hjá teimum at fáa viðbót. Sostatt hava teir lítið gagn av nýggja sáttmálanum hjá sjúkrasystrunum.
Fólkafloksmenn sendu boð eftir búskaparfrøðingi úr New Zealandi nevndur Caragata, ivaleyst við tí fyri eyga at fáa eitt tilmæli um at lækka skattin beinanvegin. Tá frágreiðingin hjá Caragata kom, var einki [...] beinanvegin. Tað sum Caragata mælti til at gera beinanvegin var at lækka partafelagsskattin úr 27 % niður í 20 %. Hetta var júst tað sama sum Fíggjarmálastýrið var farið at fyrireika longu áðrenn Caragata kom uppá [...] arbeiði verður gjørt út frá hesum meginreglum: ?Skatta- og avgjaldsskipanirnar skulu virka eggjandi fyri vinnuligt virksemi ?Skipaninar mugu ikki virka vinnuliga avlagandi ?Skipaninar skulu verða lættar
minutti, men undan steðginum skoraðu Føroyar tvær ferðir. Viljormur Davidsen javnaði við brotssparki í 20. minutti, og Jákup B. Andreasen skoraði 2-1 sigursmálið dygst undan steðginum. Í fýra dystum í hesi [...] sum ikki áður hava umboðað Føroyar á A-landsliðnum. Gunnar Vatnhamar verður í kvøld á landliðnum fyri 25. ferð. 27 ára gamli miðverjin í Víkingi var fyrstu ferð á landsliðnum 22. mars 2018, tá ið úrslitið [...] umboðað Føroyar 72 ferðir. Hann er so mikið álvarsliga skaddur í knænum, at hann neyvan verður førur fyri at spæla fótbólt aftur fyrrenn um eitt ár.