ætlar landsstýrið, at fyritøkur skulu kunna søkja um upp til 80.000 krónur í stuðuli um mánaðin í tríggjar mánaðir. Men aftur fyri verður loft lagt á stjóralønir, sum ikki skulu vera hægri enn 600.000 kr um [...] Viku í kvøld. Landsstýrið hevur boðað til tíðindafundar í morgin klokkan 11 um hjálparpakka 2 til fólk og fyritøkur. Á tíðindafundinum verða løgmaður, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, [...] Viku, at hjálparpakkin tekur støði í umsetninginum hjá fyritøkunum næstu tríggjar mánaðirnar, sum skulu samanberst við somu mánaðir í fjør. Vísir tað seg, at umsetningurin er minkaður, so vil landskassin
Talan er kanska serliga um tilkomin ella eldri fólk, sum vanliga ikki plaga at keypa har. Nógv sløg eru at velja ímillum, og ofta ivast tey í, hvat tey skulu keypa. Tey kunnu spyrja seg fyri hjá starvsfólkunum [...] besta vínið at keypa, nú jóladøgurðarnir standa fyri framman. Eisini hevur Rúsan gjørt ein faldara, sum er ætlaður at vegleiða og hjálpa teimum, sum ikki frammanundan vita, hvat tey skulu keypa. Í faldaranum [...] tað eru eisini fleiri kundar, sum eru sjáldsamir gestir í Rúsuni, og sum ikki vita, hvat vín teir skulu velja til jóladøgurðan. Ronnie Davidsen, handilsleiðari í Havn sigur, at á jólum hava tey fleiri kundar
Hann sipaði til, at ongin torir at taka spurningin upp um, hvørjar tænastur, vit skulu hava framyvir og, hvussu tær skulu fíggjast. Hann heldur, at hetta er ein stórur trupulleik fyri samfelagið og fyri [...] Føroyskir politikarar tora ikki at taka teir avgerandi spurningarnar um, hvussu vit skulu skipa okkara samfelag framyvir, til viðgerar. Tað staðfesti Magni Laksáfoss, løgtingsmaður, sum var framsøgumaður [...] fyri samgonguna. Hann staðfesti, at politikarar nokta blankt at tosa um at leggja skatt á fólk, men samstundis nokta teir eisini at laga almennu tænasturnar til fíggjarliga tilfeingið. - Vit mugu koma burtur
ini í morgin og sunnudagin, tekur koronu-støðuna í stórum álvara. Øll liðini skulu gera sítt egna yvirlit yvir, hvørji fólk tey hava í høllini, bæði leikarar, venjarar og viðhaldsfólk. - Hetta verður gjørt [...] flogbóltskapping verður fyri børnum í Ítróttarhøllini í Kollafirði í morgin og sunnudagin. - Øll skulu antin hava koronupass, negativa test, koppsetingarkort ella váttan um, at ein hevur verið sjúkur við [...] við koronu. Tey, sum ikki hava eitt av hesum, sleppa ikki inn í høllina. So greið eru boðini, nú flogbóltskapping fyri børnum verður í Ítróttarhøllini í Kollafirði í morgin. Í morgin spæla gentur og dreingir
lítið hugaligt, at tað flúgva flogfør uppi yvir okkum alla tíðina, og at síggja fólk rudda upp í bumbuskýlum, sum skulu brúkast í fall av, at okkurt hendir, greiðir Jóhannus Mikkelsen frá úr Ísrael. - [...] fóru 16 føroyskir ungdómar av landinum við kós ímóti Ísrael. Ferðalagið er frá Heimamissiónini og skulu tey hjálpa eini evangeliskari kirkju og luttaka á eini ítrottarlegu. Í gjár komu tey til Karmelfjallið [...] Jóhannus Mikkelsen, sum er staddur í einum býi á Karmelfjalli. - Vit merkja lítið til kríggið sum er nú, og gerandisdagurin er sum hann plagar. Men sjálvandi er ein vissur ótryggleiki í at vita, at Haifa
ferðaseðlum. Teir skulu keypast í tíðarskeiðnum frá 29. juni til 25. august og nýtast í áður nevnda tíðarskeiði. Fyri at fáa hesar bíligu ferðaseðlarnar, skulu í minsta lagi tvey fólk vera í ferðalagi, [...] eins og tey skulu vera burtur minst eitt vikuskifti. Ella sum tað verður sagt í tíðindaskrivinum frá Maersk Air, er leygar- og sunnudagsreglan galdandi. Tann, sum ferðast við slíkum ferðaseðli, skal verða [...] ina. Keld Mosgaard Christensen, rutustjóri hjá Maersk Air, sigur í tíðindaskrivinum, at Maersk Air nú endurtekur tey væleydnaðu átøkini frá fyrr. ?Vit gleðast um stóru undirtøkuna frá føroyingum og vilja
Nú doyði so formaðurin fyri amerikanska hægstrarætt,William Rehnquist. Neyvan geva fólk í her um okkara leiðir slíkum tíðindum nakran ans. Vit hava sum so ikki nakað "tilknýti" til Hægstarætt í einum landi [...] Tað eru 11 ár síðani, at nýggjur dómari varð valdur til henda dómstólin seinast. Men nú røkist fyri, at tað skulu veljast tríggir nýggir dómarar til Hægstarætt, og at tað verður George W. Bush, sum skal [...] henda rætt frá teimum aftur fær Bush síni fólk vald. Ultra høgravongurin, sum stuðlar Bush, ger alt fyri at ávirka forsetan at seta konservativ og Bíbliutrúgv fólk í Hægstarætt. Valið av Roberts kann vísa
halda fram sum nú, vit kunnu banna springaradrápi, ella vit kunnu halda fram at drepa springara, men undir viðurskiftum, sum eru betri skipað enn nú, ella undir ávísum treytum. – Vit skulu hugsa um eina [...] eru rættiliga stórir fyri føroyskan útflutning, eitt nú av alifiski. Tey siga, at tað eru viðskiftafólk, sum hava keypt alilaks úr Føroyum, men sum nú ikki vilja hava okkara vørur longur, tí tey vilja ikki [...] Í næstu viku fellur avgerðin um vit banna springaradrápi í Føroyum, ella um vit framhaldandi skulu drepa springara. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at spurningurin um springaradráp í Føroyum hevur
verður kanningararbeiðið munandi effektivari, tí vit skulu brúka nógv minni orku, hvørja ferð, vit taka ein fullan bilførara. Sum støðan er nú, skulu vit leita eftir lækna at fáa eina blóðroynd. Høvdu vit [...] varðhaldsfongslað fólk. Í Danmark varð lógin broytt nakað síðani, so at tað ber til hjá donsku løgregluni at varðhaldsfongslað fólk, sum bera seg grovt ábyrgdarleyst at í ferðsluni. - Fólk, sum í fyllskapi [...] ikki broytt. Sostatt verða slík fólk leyslatin í Føroyum og hetta er at ganga rættarkensluni hjá nógvum fólki ógvuliga nær, tí tað kann vera torført at skilja, at slík fólk ikki verða sett føst. Men orsøkin
heldur ásettu tíðirnar. Onnur øki kunnu brúkast móti gjaldi, og har er eisini fólk, sum ansar eftir bilunum. Eitt nú, tá fólk eru uttanlands og ferðast. Men so eru eisini øki uttan fyri góðkendu parkeringsøkini [...] Hóast góðir møguleikar eru fyri parkering við flogvøllin, eru fólk, sum velja at seta bilarnar ólógliga. Tað kann so enda við at kosta teimum fleiri ferðir tað, sum tað hevði kostað, um tey settu bilarnar [...] eru ætlað at seta bilar á, og har tað eisini er beinleiðis viðmerkt, at forboð er. Kortini eru tað fólk, sum av einihvørjari orsøk velja at seta sínar bilar júst har. Men tey, sum gera tað, kunnu vænta