28. mai 2003 fekk Durita Restorff úr Havn prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Kelda: VØKA 2-2003
Tann 8. juli 2014 fekk Elisabet Jacobsen úr Leirvík prógv sum Master of Arts in Economics frá University of Aberdeen.
Høgni Reinert Hansen av Sandi hevur 24. januar 2014 fingið prógv sum ljóðdesignari frá Sonic College, UC Syddanmark í Haderslev.
Arni V. Petersen, Syðrugøta, hevur í august lokið prógv sum matvørukandidatur frá DTU, Lyngby og North Carolina State University, USA.
Erhard Jacobsen Erhard Jacobsen, Tórshavn, hevur tikið prógv sum kandidatur í bókasavns- og kunningarfrøði (Cand.scient.bibl.) á Danmarks Biblioteksskole.
13. juni fingu Ingibjørg Poulsen og Birgit Nónklett prógv sum »smykkudesignarar« á Seminarium for håndværk og design í Nørre Sundby.
Eirikur Heðinsson Mortensen, Tórshavn, hevur tann 14. juni 2004 lokið prógv sum Bachelor í Teldu- og Búskaparfrøði á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn.
6. juli 2004 fekk Leivur S. Langgaard, Leirvík, prógv sum Master of Arts í enskum og fronskum frá University of Aberdeen.
Annika Bolton Mortensen, Tvøroyri, tók tann 4. november 2005 prógv sum "Ba (Hons) Multi-Media Journalist" á "Bournemounth University" í Onglandi.
Elisabet Jacobsen úr Leirvík hevur tann 27. november 2015 fingið prógv handað frá University of Aberdeen sum MSc in Economics of Health.