Tað er ikki ringt at finna hugskot - at finna uppá - nógv hava roynt tað, men flestu hugskotini enda í skuffuni, og verða ongantíð viðgjørd av álvara. Orsøkin er helst, at viðkomandi sum hevur hugskotið [...] frá DTI, Henning Sejer Jakobsen og Boga Nielsen frá TK-Stovuni. Fundurin verður á Hotel Hafnia týsdagin 23.9.1997 og byrjar kl. 19.00. Luttøkan er ókeypis. Nærri fæst at vita um fundin á TK-Stovuni. [...] hava fingið eitt gott hugskot til framleiðslu. Á fundinum verður somuleiðis greitt frá mannagongdini aftanfyri hugskotum, sum gjørdust veruleiki. Aftaná fundin verður møguleiki fyri at tosa við umboðið
eina løtu: - Tað, sum eg haldi vera so ræðuligt er, at myndugleikar og herfólkini hava logið, dripið og rænt frá hond. Teir søgdu okkum at londini í Europa vóru ræðulig at liva í, og at alt var nógv betur [...] dámar væl at fara á flot at fanga okkum nakrar fiskar, siga Jákup og Oksana. Tey hava nóg mikið at taka sær til, og tey keða seg ongantíð. Oksanu dámar sera væl at baka og matgera, og Sosialurin sleppur ikki [...] Føroyingar eru góð fólk, og øll liva væl. Vit hava als ikki havt nakrar trupulleikar, sigur Oksana og Jákup gevur henni rætt. Oksana veit væl, at tað kundi verða vágiligt at giftast og búsetast so langt heimanífrá
verið tann ódámliga, at ungdómurin verður yngri og yngri tá ið tey byrja at drekka. Og samstundis vísir tað seg, at fleiri og fleiri gentur eisini fara at drekka. Hann sigur, at tølini úr Føroyum vísa [...] gongdin er har hóast alt. Og samstundis er tað staðfest, at vansin fyri at blíva misnýtari økist munandi, jú yngri tey fara at drekka. Hann sigur, at gongdin førir við sær, at rúsevnistrupulleikarnir versna [...] enn tað hevur verið og nú má leggjast á annan bógv. M.a. má umhugsast at fara undir serligar upplýsingarherferðir fyri ungum gentum av tí at gongdin er tnan, at fleiri og fleiri konufólk fara at drekka
menniskja, noyddur at meta, at góðtaka tað, sum farið er, góðtaka, at hetta var, og er lívið, og at hugsa sum so, at hevði eg livað umaftur, so hevði eg gjørt tað, sum eg gjørdi. Hetta er tað positiva útfallið [...] í dag og áður, tí sum okkum kunnugt, er tað nógv broytt. Tað hevur stóran týdning at eldast væl Vit eldast øll. Lívinum fylgir tað at eldast. Tí hevur tað alstóran týdning at eldast væl. At vera ungur [...] útfallið. Hitt negativa útfallið er, at hugsa sum so, at ³hevði eg liva umaftur, so skuldi eg gjørt tað ella tað.3 Og tá er skjótt at verða beiskur og at knarra inn á ungdómin, sum ikki altíð er eftir okkara
tøkir, og so fæst at síggja, hvussu tað fer at roynast hjá Heðini á Lakjuni, tá hann fer at hava betri verjuspælarar ímóti sær, enn hann hevði í Fuglafirði. Tá ið GÍ var í Klaksvík í fjør, var tað júst Heðin [...] ímóti B71, og hann stóð seg so mikið væl, at tað kann hugsast, at hann fær møguleikan aftur í morgin. Poul Ennigarð, Erland Tvørfoss og Magni Jacobsen vóru á beinkinum uttan at koma inn ímóti B71, og Jóan Petur [...] ð í morgin, og hóast tað ikki er FM heitið, sum stendur uppá spæl, so fara bæði liðini at stríðast fyri at enda so ovarlaga sum møguligt. Málið hjá GÍ er fyrst og fremst triðja plássið og bronsukrónurnar
ert talan um gávur at síggja tað stóra í tí smáa og síðani enntá skapa úr tí. Og halda vit fram, verða havsins heimur og okkara egni spakuliga flættaðir so saman, at tað er um reppið at vøgguvísan, Dreymahav [...] listasløgini, og ger henda samansetingin eisini, at hon røkkur út til eina størri fjøld, umframt at hon er umsett til heimsmálið enskt. Hvønn byr hesar fløgur, Havið og The Ocean, munnu fáa, fer tíðin at vísa, [...] teldutíðum. Og við hesum spælihátti, ið tó ikki á nakran hátt kann sigast at ríða á tí næstan slætnaðu un-plugged-alduni, er tað djarva og ikki minst upprunakenda huglagið longu undirstrikað. At hetta er
ikki er sæddur í nógv, nógv ár. Men fuglfirðingar ætla sær ikki at verða verandi í kolkjallaranum, teir ætla sær at reisa seg, og vísa, at teirra luttøka í bestu deildini, ikki kemur av ongum. Til dystin [...] B36 er komið so nær gullinum, at spenningurin í oddinum er millum lítil og eingin. Tað verður ikki eldur settur í oddastríðið aftur um B36 ikki tapir um vikuskiftið, og so skal spæla avgerandi dyst móti [...] 1994 2-0, í 1995 2-1, og í fjør endaði 4-2. Oddur og botnur hittast í Havn FS Vágar hevur eftir summarsteðgin togað seg frá ongum stigi og upp á sjey, sum í løtuni er nokk til at sleppa undan beinleiðis
síðstu vikurnar, at summi av mest ídnu B36 viðhaldsfólkunum hava drigið á, um tað nú fer at eydnast, og tey hava víst aftur á aðrar ferðir, tá tað sá út til, at teirra lið skuldi enda ovast, men so miseydnaðist [...] Nei, tað hava vit als ikki. Felagið hevur einki sum helst fyrireikað, og tað gera vit heldur ikki, fyrrenn tað er matematiskt staðfest, at B36 er FM vinnari. Men tað skal ikki skiljast soleiðis, at vit [...] okkara monnum, at teir kunnu megna uppgávuna. Stórdystur ímóti HB Tað eru tey, sum hava tosað um, at tað hevði verið spennandi, um endaliga avgerðin um FM heitið bíðaði til B36 og HB fara at spæla í Gundadali
fund um rokdystin milum GÍ og KÍ unglingarnar, sum vit áður hava skrivað um. Dómarin hevði givið kappingarnevndini frágreiðing, eftir at bæði GÍ og KÍ-venjarin komu á vøllin, og vóru vístir útaftur. Kap [...] bæði GÍ og KÍ, men teir vilja ikki taka sína avgerð út frá hesum. Teir vilja eisini hava Páll Guðlaugsson at geva sína frágreiðing. Og á fundi næsta hóskvøld skal so endaliga avgerðin takast, og okkurt [...] okkurt er sum bendir á, at Páll fær leikbann í fleiri umfør. Men meðan Páll bíðar eftir dóminum, kann hann ikki vera til dystirnar hjá GÍ sum venjari, og tað vil siga, at hann kann ikki sita á beinkinum, tá
sangin, Millum brot og vandasker. Lagið er frálíka gott og Eyðun syngur sera væl, men sangurin snýr seg um nakað tað sama, sum Frændur áður hava sungið um. Arrangementið er gott og fangandi og sangurin hevur [...] ger altíð spennandi løg og yrkingar, og soleiðis er eisini við Men í nátt. Rútmuparturin virkar nakað órógvandi at byrja við, men tað svingar. Lagið er gott og orðini vísa, at Rani hevur ikki mist síni [...] neyvan nakar annar nútíðar yrkjara dugir at gera so einfalt, greitt og lætt. Tónleikaliga er Syng mín dalur einfaldur og beint fram, og tað er einki at ivast í at styrkin í sanginum er yrkingin. Neyvan